Federal Republic of Nigeria
Flagg Nigeria
(Flagg Nigeria)
Skjaldarmerki Nigeria
(Skjaldarmerki Nigeria)
Tjóðarslagorð: "Unity and Faith, Peace and Progress"
Tjóðsangur: "Arise, O Compatriots"
Alment mál Enskt
Høvuðsmál: Hausa, Igbo, Yoruba
Høvuðsstaður Abuja
Forseti Muhammadu Buhari
Varaforseti Yemi Osinbajo
Fullveldi 1. oktober 1960
(frá Bretlandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
923 768 km²
1,4 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
174 507 539
164,8/km²
Gjaldoyra Naira (NGN)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .ng
Telefonkota +234

Nigeria, alment navn: Federal Republic of Nigeria[1] (Sambandstjóðveldið Nigeria) er stórt land í Vesturafrika. Í vestri hevur Nigeria mark við Benin, í norðri við Niger, í eystri við Kamerun og í suðri við Guinea-flógvan. Høvuðsstaðurin er Abuja, og landið hevur umleið 174 millionir íbúgvar og er tað fólkaríkasta í Afrika og sjeyndfólkaríkasta landi í heiminum. Nigeria hevur fyrr verið bretskt hjáland og gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1960, men sjey ár seinni var borgarakríggj í landinum, ið vardi í tvey ár. Síðan tá hevur tað skift ímillum demokratiskt valdar stjórnir og hernaðarstýri. Í 2011 var forsetaval, ið var undir eftirliti og var rímuliga frítt og rættvíst.

Umframt almenna málið enskt duga nógvir nigerianar igbo, hausa og joruba. Í Nigeria búgva fleiri enn 500 fólkasløg og ættarbólkar. Nærum helmingurin av fólkunum eru kristin, 48,2 %, og hin helmingurin er muslimar, 50,4 %, tey flestu sunnimuslimar. Tey kristnu búgva í stóran mun í syðra partinum og í Miðnigeria, meðan muslimar búgva í stóran mun í norðara partinum og í útsynningspartinum av landinum. Umleið 1,4 % hoyra til aðrir átrúnaðir. Fleiri lutstatir har norðuri í landinum hava sett Sharia-lógina í gildi. Muslimski yvirgangsfelagsskapurin Boko Haram hevur framt yvirgangsatsóknir í Nigeria.

Í 2014 gjørdist búskapurin í Nigeria (BTÚ) tann størsti í Afrika, við einum virði á yvir $500 milliardir, og yvirhálaði harvið Suðurafrika ið at gerast heimsins 21. størsti búskapur. Oljuídnaðurin í landinum er við til at skapa búskaparliga vøksturin. Tvær føroyskar fyritøkur, Høvdavirkið í Leirvík, og Faroes Apama í Vági, útflyta turkaði fiskahøvd til Nigeria.

Væntaði livialdurin í Nigeria er bert 52 ár. Gott helmingurin av fólkinum hevur atgongd til reint drekkivatn og hóskaði heilsufrøðilig viðurskifti. Pinkubarnadeyðiligleikin er høgur, 97,1 pinkubørn fyri hvørji 1000 livandifødd doyggja. Støðan viðvíkjandi HIV/AIDS er ikki eins ring sum í fleiri øðrum afrikonskum londum, í 2003 vóru 5,6 % av teimum 20-29 ára gomlu HIV-smittað.

Høvuðsgrein: Søgan hjá Nigeria

Hendingarøð

rætta
  • 1200 f.Kr.: Nokmentanin tekur seg upp í Nigeria.
  • 1000 f.Kr.: Jamsrót verður velt til matna í Nigeria.
  • 900 f.Kr.: Nokfolkið í Nigeria ger tarraskottamyndir.
  • 600 f.Kr.: Nokfólkið í Nigeria er farið at hørra jarnmálm.
  • 500 f.Kr.: Í Nigeria var nokfólkið farið at nýta jarn, eisini fingu leirbúnyttur og aðrir mentagripir nýtt snið og mynstur.
  • Um 900: Kasar Hausa (Hausaland), fruktagóðar oyrar við Norðurnigeria, verður múgvandi og ríkar seg upp av vaksandi handilsskapi og ídnaði.
  • 1050: Yorubamentanin í Ife blómar í Nigeria. Hon varir til 15. øld.
  • 1300: Ifementanin í Nigeria fer viðgitnar lutir úr messingi.
  • Um 1530: Portugisar fara at flyta trælir úr Nigeria til Amerika. Summir nigerianskir kongar og keypmenn seldu evropearum trælir.
  • Um 1598: Fyrstu niðurlendsku handilsstaðirnir í Nigeria.
  • 1720: Yorubaríkið Oyo hevur enn valdið vestan fyri Nigerá.
  • 1750: Um 1750 flutti Nigeria helst 200 000 ella kanska fleiri byrsur inn um árið.
  • 1800: Evropeiski Dysturin um Afrika byrjar.
  • 1805: Mungo Park (1771-1806) rannsakar Nigerá. Hann doyði árið eftir, tá ið hann royndi at fylgja ánni oman at sjónum.
  • 1. oktober 1960: Nigeria fær fullveldi.
  • 1967-1970: Biafrakríggið.
  • 1974: Nigeria verður størsta oljuland í Afrika.

Forna búsetingin

rætta
 
Fulanifólkið búði í Nigeria.

Í 1938 fann ein bóndi í bygdini Igbo-Ukwu í Suðurnigeria nakrar bronsubollar í moldini. Tá ið farið varð at grava út har seinni, funnu menn eitt gravkamar við lutum av jarni, kopari, bronsu og mongd av perlum. Bronsulutirnir vóru stoyttir soleiðis - Luturin, sum skuldi verða stoyptur, varð evnaður til úr voksi, fjaldur við leiri og heitaður. Voksið bráðnaði og rann út í gjøgnum eitt hol í leirinum, og brædd bronsa var síðan stoytt í leirformin, sum varð brotin uttan av, tá ið bronsan var stadnað.

Hesir lutir vísa eina hugtakandi mentan í Igbo-Ukwu um 950 e.Kr. Søgufrøðingar vita ikki nógv um hesa mentan, men halda, at fólkið hevði politiskt frælsi, javnrætt og sjálvt valdi ein mann at stýra. Í gravkamarinum var eitt ílatið lík, sum var jarðað sitandi á einum krakki. Hin deyði var tignarligur maður, tí at ein krúna varð eisini funnin. Søgufrøðingar halda, at hann hevur verið valdsharri við sama valdi sum ein eze nri, eitt heiti, ið hevur verið nýtt um oddamenn fólksins á hesum leiðum til fyrst í 20. øld.

Nokfólkið

rætta

Nokmentanin var á Josháslættanum í Norðurnigeria, einar 160 km norðan fyri ánna Benue. Um 600 f.Kr. fór hetta landbúnaðarfólkið at høgga málm og bræða hann til jarn í lagum ovnum, sum vóru grivnar niður í jørðina. Fólkið er uppkallað eftir bygdini Nok, har nógvar terrakottamyndir vóru funnar. Tey gjørdu øvaroddar, spjótsoddar og øksir og saksingarjørn at rudda og dyrka tropiska skógin við. Tey dugdu væl at gera steinamboð.

Gerandisdagur Nok-fólksins verður endurspeglaður í mongu terrakotamyndum teirra. Til dømis brúktu teir perlubond og høvdu træskaft í øksunum. Nokmentanin endar helst 200 e.Kr., en nógv av tí, sum eyðkendi hana, helst terrakottamyndlistin og aðrir mentalutir, sæst seinni aftur í afrikanskum mentanum, serstakliga í teirri meistarligu natúralistisku høggmyndini í Ife-mentanini. Nógvar terrakottamyndir eru funnar tætt við Jos, tí at teir hava høgt tin har. Mangar teirra høvdu undarligt tilevnað hársnið og eygu við holum í.

Fulanifólkið

rætta

Fulanifólkið fór við fylgjum sínum um meginpartin av Nigeria. Mangir fulaniar settu seg niður í Hausalondum í Norðurnigeria. Summir fluttu til býirnar og tóku við muslimskari trúgv. Usuman dan Fodio, islamskur prestur av fulanifólkinum í Hausaríkinum Gobir fanst um 1788 harðliga at kongi, tí hann stýrdi ikki eftir strongu muslimsku lógunum. Hann fekk mong viðhaldsfólk, og í 1790-árunum vóru Usuman og viðhaldsmenn hans álvarslig hóttan ímóti Gobiríkinum.

Í 1804 rýmdi Usuman úr Gobir og eggjaði fólki til heilagt kríggj (jihad) ímóti øllum Hausakongum. Í 1812 vóru flestu Hausaríkini limað inn í nýtt stórveldi, sett saman av fulaniríkjum. Usuman fekk sær tignarheitið kaliffur, og tá ið hann doyði, gekk tað í arv til son hansara, Muhammed Bello, sum stýrdi úr nýbygda býnum Sokota. Fulaniar vóru einasta flakkfólkið í Vesturafrika og vóru javnan á ferð við fylgjum sínum. Teir fóru eystureftir úr Senegal til Norðurnigeria.

Yvirgangsfelagsskapurin Boko Haram

rætta

Boko Haram er ein lutfalsliga nýggjur islamistiskur felagsskapur, sum fyrr hevur skipað fyri álopum á kristnar kirkjur, løgreglustøðir og fongsul. Umleið 367 menniskju eru deyð í 22 álopum frá Boko Haram tær fyrstu seks vikurnar í 2014.[2][3][4] Tann 15. februar lupu m.a. fólk frá Boko Haram á átta bygdir í landslutunum Borno og Adamawa í Norðurnigeria. Tey vóru vápnað við byrsum, knívum og eldi, og tey drupu minst 200 fólk og brendu bæði bústaðir og handlar.[5] Í bygdini Izghe í Borno, har tey flestu eru kristin, doyðu 121 fólk. Tveir dagar frammanundan doyðu 10 hermenn eftir samanbrestir við Boko Haram, men høvdu síðan tikið seg aftur. Tann 14. apríl í 2014 burturflutti Boko Haram meiri enn 270 gentur úr einum ungdómsskúla í bygdini Chibok og flutti tær til eitt øki nærhendis markinum við Kamerun.[6] 57 av gentunum eru slopnar leysar, men 219 eru framvegis ikki komnar afturíaftur. Summar keldur vilja vera við, at umleið 30 bygdarfólk doyðu, tá Boko Haram leyp á bygdina. Leiðarin fyri Boko Haram, Abubakar Shekau, sigur, at tað kemur ikki upp á tal at lata genturnar fara, tí tær hava konverterað til islam, eru giftar monnum og eru nú í hjúnarlagsliga heimi sínum. "Málið um genturnar eru farið, tí eg havi fyri langari tíð gift tær burtur. Í hesum krígnum kanst tú ikki broyta fortíðina", sigur leiðarin, Abubakar Shekau við AP-tíðindastovuna.[7][8][9]

Frá 3. til 7. januar 2015 hevur Boko Haram framt hópdráp í býnum Baga í lutstatinum Borno í landnyrðingshorninum á Nigeria. Tað byrjaði við at teir lupu á eina hernaðarliga støð í býnum. Tað er óvist hvussu nógv fólk eru dripin, summi ið eru flýdd siga, at talan er um umleið 2000 fólk, ið antin eru dripin ella horvin, onnur siga at talan er um í minsta lagi 100 dripin. Sambært tí lokala leiðaranum, Baba Abba Hassan, vóru í minsta lagi 100 fólk dripin í tí fyrsta álopinum, ið fór fram 3. januar 2015. Hann segði eisini, at fleiri kvinnur og børn vóru millum tey deyðu.[10][11][12] Hildið verður, at 35.000 fólk eru flýdd úr Baga, fleiri teirra eru flýdd til grannalondini Cameroon og Chad.

Politikkur

rætta
 
Goodluck Jonathan er núverandi forseti í Nigeria.

Bretska Samveldið

rætta

Í 1995 handtók hernaðarstýrið í Nigeria navnframa rithøvdundin og andstøðingin Ken Saro-Wiwa og átta aðrar umhvørvisstríðsmenn og dømdi teir til deyða. Saro-Wiwa hevði staðið á odda fyri einum átaki ímóti miklu dálkingini á oyrunum í ánni Nigeria, har mong oljufeløg pumpa upp olju. Hóast altjóða mótmæli og áheitanir um at eira teimum deyðadømdu, vóru allir níggju avrættaðir. Sum mótmæli ímóti hesari beistagerð varð Nigeria tveitt út úr Commonwealth of Nations. Sterkastu Commonwealth-londini gjørdu av í 1997 ikki at seta fleiri atgerðir í verk ímóti Nigeria.

Forsetavalið í 2011

rætta

Tað hevur verið ófriðarligt har norðuri í Nigeria síðani forsetavalið í 2011, har verandi forsetin, Goodluck Jonathan, varð afturvaldur við 57 % av atkvøðunum. Reyði Krossur sigur, at fólk hava sett eld á moskur, kirkjur og sethús. Felagsskapurin sigur eisini, at fleiri fólk hava latið lív, og at minst 2000 fólk eru flýdd frá húsi og heimi. Eygleiðarar hava sagt, at valið var tað best skipaða í Nigeria í fleiri áratíggju, men viðhaldsfólk hjá andstøðuni leggja stjórnarflokkin undir valsvik.

Eygleiðararnir vísa á, at valúrslitið vísir, hvussu Nigeria er býtt sundur í tveir partar. Goodluck, sum er kristin, vann har suðuri í landinum, meðan hitt valevnið, Butheri, vann í teimum muslimsku økjunum har norðuri, har ein stórur partur av fólkinum eru muslimar.

Sharia

rætta
 
Norðurnigeria hevur praktiserað sokallaðu Sharia-lógina síðani 2001.

Sharia-lógin varð sett í gildi í Nigeria í 2001, men tað er ymiskt, hvussu væl hon verður hildin. Norðurnigeria er fyri tað mesta muslimskt, men har suðuri í landinum eru nógv kristin. Tað er tað serliga løgregluliðið Hisbah, sum hevur til uppgávu at syrgja fyri, at lógirnar verða hildnar. Hetta moralpolitiið er mannað við 9000 fólkum, sum arbeiða saman við vanligu løgregluni. Tað sigst, at umframt at handtaka fólk, sum hava brúkt rúsdrekka, hevur Hisbah eisini verið eftir skøkjum og samkyndum. Tað hevur leingi verið stórur spenningur millum kristin og muslimar í Norðurnigeria, og felagsskapurin Boko Haram, sum vil hava sharia-lóggávu í Nigeria, hevur skipað fyri fleiri blóðugum álopum, sum tey kristnu so hava hevnt.

Ófriður

rætta

Í minsta lagi 800 fólk hava latið lív í samanbrestum millum etniskar og átrúnaðarligar bólkar í 2010 [13]. Corinne Dufka, sum er talskvinna hjá Human Rights Watch, sigur við tíðindastovurnar, at tey fullkomiliga meiningsleysu drápini kunnu breiða seg. Higartil hava teir flestu samanbrestirnir verið í statinum Plateau, sum er miðskeiðis í landinum. Sambært felagsskapinum hava partarnir verið eirindaleysir, og tað finnast dømi um, at fólk eru brend livandi í 2011 [14].

Sambært talskvinnuni hjá Human Rights Watch hava hvørki teir lokalu ella landsmyndugleikarnir víst tann neyðuga viljan til at steðga harðskapinum. Í 2009 vóru eisini blóðugir samanbrestir millum etniskar og átrúnaðarligar bólkar í Nigera, og tá doyðu umleið 1500 fólk.

Hungursneyð

rætta

Eingin veit, hvussu mong børn eru deyð í hungursneyð í Nigeria. Sjónvarpssíggjarar um allan heim hava sæð líðingar teirra.

Landafrøði

rætta
 
Kort av Nigeria.
 
Bátur á Nigeránni.

Nigeria liggur í Vesturafrika við Guinea flógvan og fevnir um eitt øki á 923768 km2,[15] ið ger landið til tað 32. størsta í heiminum (næst eftir Tansania). Støddin kann samanberast við støddina á Venezuela, og er umleið tvær ferðir so stórt sum amerikanski lutstaturin Kalifornia. Nigeria hevur mark á 4047 km við Benin (773 km), Niger (1497 km), Kjad (87 km), Kamerun (1690 km), og hevur eina strandalinju á í minsta lagi 853 km.[16] Nigeria liggur millum breiddargradir 4° og 14°N, og longdargradir 2° og 15°E.

 
The Zuma Rock nærindis Suleja

Hægsta staðið í Nigeria er Chappal Waddi, ið er 2419 m høgt. Høvuðsáirnar eru Niger og Benue, ið renna saman og renna út í Niger áarósan, ið er ein av heimsins størstu áarósum, og fevnir um ein stóran part av miðafrikanska mangrovuvøkstri.

 
Fylgisveinamynd.

Býurin Lagos er á eini oyggj beint úti fyri strondina í útsynningspartinum í Nigeria. Fyrstu fólk, ið búsettu seg í oynni, vóru yorubar, ið komu higar í 15. øld. Býurin vaks skjótt og gjørdist stórur handilsstaður, tá ið evropearar komu til Afrika. Tá ið Nigeria loysti í 1960, gjørdist Lagos høvuðsstaður í landinum, í 1992 gjørdist Abuja, inni í landinum, høvuðsstaður [17]. Men enn er Lagos størsti býur.

Strondin við Guineaflógvan er útgrunn og tann beri sandur. Har er tí ómøguligt at koma at við skipi, og tá ið havnirnar eru fáar, mugu skipini varpa upp uttan fyri lónna ofta fleiri kilometrar frá landi. Fólk og førningur verður so ført á land við báti. Sandurin liggur inn ímóti brekkunum. Í sandinum vaksa bara einstakir pálmar. Men í brekkunum, sum ganga niðan ímóti háslættunum, vaksa baobabtrø og pálmar. Har er nóg mikið av avfalli, sum vindurin ber uttan av havinum. Uppi á háslættunum regnar dúgliga alt árið, har eru stórar víddar avvaksnar við kakaotrøum. Tað er vatnflóð í Nigeria á hvørjum ári orsakað av teirri árligu regntíðini.

Fyrisitingarligt býti

rætta
 
Býir í Nigeria

Lutstatir í Nigeria

rætta
Stórbýir
Býir Fólkatal
Lagos 7 937 932
Kano 3 848 885
Ibadan 3 078 400
Kaduna 1 652 844
Port Harcourt 1 320 214
Benin City 1 051 600
Maiduguri 1 044 497
Zaria 1 018 827

Búskapur

rætta
 
Stórbýurin Lagos.
 
Menn á útróðri í Nigeria.
 
Olja er tí týdningarmesta stakvøra, handlað verður við nú á døgum.

Tá ið evropeararnir komu hagar fyri einum 500 árum síðan, fóru teir at handla við høvdingarnar og keyptu frá teimum vørur, sum vóru sjáldsamar í Evropa, mest fílabein, gull og kryddarí, men seinni kom trælahandilin við USA at vera tann berandi.

Nigeráin er 4000 km long, hon er góð at sigla á og kann, um hon verður byrgd, veita landinum nógva elmegi at virka teir nógvu málmar, sum í jørðini eru, og at edla tær nógvu fruktir, sum í jørðini vaksa. Nigeria kundi verið ríkt, tí at har eru nógv gass, olja og steinsløg, og har er nógv góð landbúnaðarjørð. Knappliga 155 milliónir fólk búgva í Nigeria, meiri enn í nøkrum øðrum landi í Afrika, sum heild er fólkið betur útbúgvið enn nógvastaðni í heimspartinum.

Men Nigeria er spjatt í nógvar ættbólkar við nógvum tungumálum, so tað er stríggið at halda ríkinum saman í einum. Men eitt hernaðarkvett fyri og annað eftir og stríð ímillum fólkasløgini birtu í borgarakríggj í 1967. Nú stríðist Nigeria við at gjalda aftur ovurstóru uttanlandsskuld sína og at menna og nútímansgera ídnaðin og landbúnaðin. Arbeiðsloysi er ein av størstu trupulleikunum í Nigeria í dag; arbeiðsloysið í 2011 var 23,9 % [18]. Arbeiðsloysi er methøgt í oljulandinum Nigeria; meir enn 38 prosent av øllum undir 25 ár hava onki arbeiði í 2014 [19][20].

Ídnaður

rætta

Olja er týdningarmesta stakvøra, handlað verður við nú á døgum. Oljuvinnan í Nigeria tók seg upp í 1956, og 20 ár var oljan høvuðsstuðulin undir øllum búskapinum í landinum. Oljan í Nigeria er rein og góð, og tí er hon væl egnað at gera til brennievni í flogførum. Men tað er ógvuliga svikaligt, at búskapurin í einum landi hevur bara ein rávøra at líta á. Tá ið oljuprísurin fall í 1980-árunum kom Nigeria í svára búskaparkreppu. Nú verður roynt at menna annan ídnað, so at landið hevur fleiri stuðlar at standa á búskaparliga.

Fiskiskapur

rætta

Nigeráin rennur gjøgnum Niger og Mali, men ósin er í Nigeria. Fleiri enn 100 000 tons í fiski verða á hvørjum ári veidd har uppi millum oyrarnar í Nigeránni. Oyrarnar eru eitt tað mætasta náttúrulendið í Vesturafrika.

Landbúnaður

rætta

Í 1990-árunum vóru lagdar inn stórar gróðrarlundir nógvastaðni í Nigeria, har ymisk grøði, mest ætlað til útflutnings, verður dyrkað. Her verður arbeitt við maskinum og dyrkað verða til dømis kaffi, kakao, bummull, sukur og oljupálmar. Kakaotræið hevur uppruna sín í Brasil, men trívist væl við Guineaflógvan. Nigeria er tað land í heiminum, sum ger mestu pálmaoljuna. Pálmaoljan verður nýtt til matolju, sápu, margarin, kertiljós og máling. Oljupálmarnir vaksa villir í regnskógunum, fruktirnareru oljukeldar, og oljan verður eins og jørðnøtaoljan gjørd til bæði margarin og sápu. Umframt hetta hava menn stórar garðar við teplantum, gummi- og kaffitrøum.

Kornsløgini rís og hirsa verða dyrkað víða um í Nigeria. Hirsa er vanlig grøði í turra lendinum fyri norðan, men rís veksur best, har avfallið er nógv, soleiðis er eisini við rótplantum sum til dømis maniok og jamsrót. Jamsrót og maniok verða kókað og etin til dømis aftur við høsnarungum, fiski ella geitakjøti. Gróðurin hevur lagað seg eftir, hvussu nógv avfallið er. Suðuri við strondina regnar illa, men fyri norðan regnar lítið, og har er javnan ringur turkur. Sumstaðni er regntíð einar 4-5 mánaðir. Tað, ið eftir er av árinum, kemur ikki dopi av luftini.

Flestir bøndur í Nigeria eiga smáar ognargarðar. Teir velta jørðina við træplógvi, hakkara og øðrum einføldum amboðum. Til egna nýtslu verða velt maniok, rís, jamsrót og mais. Kakao, pálmaolja, gummi og jarðnøtir verða dyrkað til útflutnings. Hóast myndugleikarnir í Nigeria hava lagt stóran dent á landbúnaðin í lundunum, verður enn mesta grøðin, ið verður flutt út, dyrkað á smáu ognargørðunum.

Flestir nigerianar liva alt lív sítt í heimbygdini, hóast teir fara í býin at arbeiða og læra eitt skifti í lívinum. Fólkið á bygd livir mest av jørðini, men har eru eisini smiðir, snikkarar og fólk, ið duga á at skyna heimaráðum. Bygdarfólkini eru mest sum sjálvbjargin - tey dyrka næstan alt, tey eta, byggja sjálv hús síni, veva og virka klæði og gera leiríløt at matgera í. Tað, tey ikki gera sjálv, verður keypt fyri peningin, tey fáa fyri tær vørur, sum tey selja á bygdarmarknaðinum.

Handilsviðurskifti við útheimin

rætta

Nú eru 98 % av útflutninginum olja og gass [21].

Føroyar

rætta

Faroe Marine Product (FMP), sum var ársins virki í 2005, turkar høvd og ryggir av ymsum fiskasløgum og størsti parturin av framleiðsluni verður seldur til Nigeria. Nigerianski marknaðurin er ein bíligur marknaður og tí er sera umráðandi fyri FMP at halda orku-, lønar- og rávørukostnaðinum niðri. Einasti marknaður er Nigeria, og her eru turkað toskarhøvd reint luksus. Eitt toskarhøvd kostar tað sama sum fýra tímalønir.

Faroes Apama í Vági er eitt virki ið arbeiðir við turking av fiskahøvdum og ryggjum, ið verða seld til matna í Nigeria.[22]

Svartkjafturin verður skráskorin umborð og síðan seldur til FMP, vanliga kallað Høvdavirkið, í Leirvík. Har verður hann turkaður og síðan seldur til Nigeria. Høvdini verða skorin sundur og verða so kókað. Hetta er eisini ein sunn føði, tí 70 % eru protein. At bert eitt land er marknaður merkir, at tað er avmarkað, hvussu nógv framleiðslan kann økjast í einum, uttan at hetta gongur útyvir prísin. Men hinvegin er Nigeria fólkaríkasta land í Afrika, og oljuríkidømið har merkir, at tað eru í hvussu er nakað nógv, sum hava ráð til at keypa.

Men so gjørdist borgarakríggj í Nigeria, hvør minnist ikki biafrakríggið. Nigeria var høvuðsmarknaðurin, og hesin útflutningurin fall iður í lítið og einki. Seinastu árini er hann tó øktur eitt lítið sindur og tað er hann vist í Noregi eisini.

Fólkið

rætta
 
Kvinnur í Norðurnigeria
 
Kirkja í Abuja.

Mong ung fólk fara til stórbýirnar at læra ella arbeiða og senda foreldrum og systkjum pening, tá ið landbúnaðurin gevur ov lítið av sær. Peningurin verður ofta nýttur at keypa mat ella skúlabøkur fyri til eitt barn, sum gongur í skúla. Tá ið tey ungu eru liðug at læra, ella tey hava lagt nóg mikið av peningi til síðis, fara tey heim aftur í heimbygdina.

Tað eru nógv sera fátøk fólk í Nigeria.

Fólkasløg

rætta

Í Nigeria eru fleiri enn 500 ymiskir ættarbólkar. Fjølmentastu fólkasløgini eru hausafulani fyri norðan, yoruba fyri vestan og ibo fyri eystan. Stóra fátækradømið og stríð ímillum fólkasløgini hava verið atvold til drúgvan politiskan ófrið í Nigeria.

Átrúnaður

rætta

Í Nigeria eru mangir átrúnaðir. Nigeria kann sigast at vera býtt sundur í ein sunnara og ein norðara part, tá ið talan er um t.d. landslag og veðurlag, sama kann verða sagt um tað átrúnaðarliga. Fyri norðan eru flestu fólk muslimar, fyri sunnan eru mong fólk kristin. Í øllum Nigeria eru eisini gamlir afrikanskir átrúnaðir.

Í norðara parti í landinum eru flestu fólk muslimar, tað vóru arábiskir keypmenn úr Norðurafrika, ið bóru trúnna hagar við sær í 11. øld. Átrúnaðarligar høgtíðir eru vanligar, til dømis sallahskrúðgongan, ið siður er at ganga, tá ið muslimski føstumánaðurin, ramadan, er úti.

Fimm hundrað ár seinni høvdu keypmenn úr Evropa kristindómin við sær, tá ið teir komu til Suðurnigeria. Fyrsti trúboðarin kom til Nigeria í 1913 og í 1916 varð fyrsta kirkjan vígd. Tað var tann lítla St. Johns kirkjan í Numan. Síðani tá hevur Mission Afrika sent nógvar trúboðarar út. Ein teirra er Kaja Nemuel, fødd Lamhauge, sum er ættað úr Rituvík. Lutherska kirkjan í Nigeria er í stórum vøkstri. Afrikanskir átrúnaðir eru eisini vanligir í Nigeria.

Bretska deildin av Aid to the Church in Need, hevur kannað 33 lond, har átrúnaðarlig forfylging er skrásett. Lond sum Nigeria, Irak og Pakistan eru millum tey ringastu [23].

Mentan

rætta

Tveir heimar møtast ofta í nigerianskari list og í gerandisdegi afrikanaranna, gamli siðbundni heimurin og nýggi. Arbeiðið, hugskot og dreymar, sum nýggja tíðin hevur við sær, gerast alt vanligari, men fornir siðir og gamal lívsháttur hevur enn djúpar røtur í fólkinum. So er eisini, tá um átrúnað er at røða, hóast kristindómur og islam vinna skjótt fram í Nigeria.

Yourubafólkið í Útsynningsnigeria dugir væl at lita klæði, ið tey prýða við fjølbroyttum mynstrum. Tey nýta litevni úr náttúruni. Klæðini verða vanliga litað í stórum leirkørum. Hausafólkið í Kano í Norðurnigeria hevur grivið og stoypt stórar litingarbrunnar niður í jørðina at lita í.

Ítróttur

rætta
 
Nigerianskir fjepparar í einum dysti móti Ghana í Afrikanska meistaraskapinum 2008.

Fótbóltur er tjóðarítróttin í Nigeria, og landið hevur sína egnu Premier League í fótbólti. Nigerianska fótbóltslandsliðið, kent sum Super Eagles, er komið víðari til endaumfarið í HM fimm ferðir: 1994, 1998, 2002, 2010 og 2014.[24] Teir hava vunnið Afrikanska meistaraskapin í fótbólti tríggjar ferðir, 1980, 1994 og 2013.[24]

Aðrar ítróttargreinir í eru væl dámdar í Nigeria eru eitt nú kurvabóltur, cricket, frælsur ítróttur og boksing.

Keldur

rætta
  1. http://www.nigeria.gov.ng/
  2. http://www.theguardian.com/world/2014/jul/19/boko-haram-kill-100-people-take-control-nigerian-town
  3. http://www.cfr.org/nigeria/nigeria-security-tracker/p29483
  4. http://www.britannica.com/EBchecked/topic/1581959/Boko-Haram
  5. http://www.bbc.com/news/world-africa-26220300
  6. http://www.foxnews.com/world/2014/04/22/234-girls-kidnapped-from-nigeria-school-parents-say/
  7. nbcnews.com
  8. http://www.foxnews.com/world/2014/11/01/boko-haram-denies-truce-kidnapped-girls-married/
  9. http://www.cnn.com/2014/11/01/world/africa/nigeria-boko-haram-denies-deal/
  10. "Boko Haram crisis: Nigeria's Baga town hit by new assault". BBC World News. 8 January 2015. http://www.bbc.com/news/world-africa-30728158. Heintað 8 January 2015. 
  11. Smith, Alexander (8 January 2015). "Boko Haram Torches Nigerian Town of Baga; 2,000 Missing: Senator". NBC News. http://www.nbcnews.com/storyline/missing-nigeria-schoolgirls/boko-haram-torches-nigerian-town-baga-2-000-missing-senator-n282291. Heintað 8 January 2015. 
  12. "Boko Haram kills dozens in fresh raids in Nigerian town". Thomson Reuters. 8 January 2015. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 8 July 2015. https://web.archive.org/web/20150708231338/http://uk.reuters.com/article/2015/01/08/uk-nigeria-violence-toll-idUKKBN0KH1QD20150108. Heintað 8 January 2015. 
  13. http://dailytimes.com.ng/article/%E2%80%98800-people-killed-post-election-violence%E2%80%99
  14. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-04-06. https://web.archive.org/web/20110406030604/http://www.trust.org/alertnet/news/three-burned-alive-in-attack-in-central-nigeria/. Heintað 2011-07-03. 
  15. "Rank Order – Area". The World Factbook. Central Intelligence Agency. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 9 February 2014. https://web.archive.org/web/20140209041128/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/rankorder/2147rank.html. Heintað 29 May 2011. 
  16. "Africa :: Nigeria". The World Factbook. Central Intelligence Agency. 17 May 2011. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 29 January 2018. https://web.archive.org/web/20180129161346/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/ni.html. Heintað 29 May 2011.  *Note that coastlines, and borders based on rivers or natural features, are fractals, the length of which is imprecise and depends on the measurement convention adopted.
  17. http://www.ngex.com/nigeria/places/states/abuja.htm
  18. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-01-29. https://web.archive.org/web/20180129161346/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/ni.html. Heintað 2014-03-17. 
  19. http://www.bellinghamherald.com/2014/03/16/3533260/16-killed-in-stampedes-for-jobs.html[deyð leinkja]
  20. http://news.yahoo.com/seven-dead-job-seekers-stampede-nigerian-stadium-133425199.html
  21. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-09-18. https://web.archive.org/web/20110918003754/http://nigerianembassy.ru/Nigeria/economy.htm. Heintað 2011-07-03. 
  22. us.fo - Tann 12. januar 2009 fekk sp/f Faroes Apama í Vági umhvørvisgóðkenning. Virksemið er turking av fiskahøvdum og ryggjum, ið verða seld til matna í Nigeria.[deyð leinkja]
  23. http://www.washingtontimes.com/news/2010/apr/29/nigeria-among-worst-violators-of-freedom/
  24. 24.0 24.1 "National Teams: Super Eagles". http://www.nigeriaff.com/Supereagles.php. Heintað 4 February 2015. 
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið