République du Tchad
جمهورية تشاد
Flagg Tjóðveldið Kjad
(Flagg Tjóðveldið Kjad)
Skjaldarmerki Tjóðveldið Kjad
(Skjaldarmerki Tjóðveldið Kjad)
Tjóðarslagorð: "Unité, Travail, Progrès" (franskt)
Tjóðsangur: "La Tchadienne"
Alment mál Franskt, Arábiskt
Høvuðsstaður N'Djamena
Forseti Mahamat Déby Itno (محمود بن إدريس ديبي إتنو)
Forsætisráðharri Succès Masra (سوكسيه ماسرا)
Fullveldi 11. august 1960
(frá Frakland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1,284,000 km²
1.9 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2023
 - tættleiki
 
18,523,165
14.4/km²
Gjaldoyra CFA frankur (XAF)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .td
Telefonkota +235

Tjóðveldið Kjad (franskt: République du Tchad, arábiskt: جمهورية تشاد) er oyðimarkarland sunnan fyri Libya. Ófriðarligt hevur verið í landinum, og seinastu 30 árini hava verið eitt hernaðarkvett fyri og annað eftir, fleiri ferðir hevur eisini verið borgarakríggj.

Í Kjad búgva okkurt um 10 mió. fólk. Fleiri enn 100 mál verða talað. Almennu málini eru tvey í tali, franskt og arábiskt. 61,9 % av fólkinum livir undir fátækramarkinum, ið er 1.25 USA-dollari um dagin [1].

Landafrøði rætta

 
Turkur rakar milliónir í Kjad.

Stórir partar í Kjad eru Saheløki. Sahel er heita, turra økið ímillum Saharaoyðimørkina fyri norðan og savannuna fyri sunnan og tvørtur um alt Afrika.

Turkur rætta

Seinastu árini hevur hungursneyð og turkur gingið á Kjad [2], ið er land við sjáldsomum og gomlum siðum. Hungursneyðin í Kjad er úrslitið av eini røð av viðurskiftum, ið samanlagt hava ført til álvarsliga matvørukreppu. Her er javnan turkur, og tað hevur verið Kjad ein vanlukka, tí landbúnaður er mestsum einasta vinna, ið er. Meiri enn sjey milliónir fólk hava trupulleikar við at fáa reint vatn at drekka [3], og meiri enn fimm milliónir onnur hava tørv á hjálp orsakað av turkinum.

Kjadvatn var fyri øldum síðan ovurstórt vatn og var langt inn í tað, ið nú eru Kjad, Niger og Kamerun. Fyrr runnu stórar áir í vatnið, men seinastu 10 000 árini er veðurlagið vorðið turrari, og vatnið fjarar alsamt. Hetta ger, at nógv minni matur er til fólkið, sum livir av at fiska í Kjadvatninum. Nógv grønmeti og frukt verða dyrkað í fruktagóðu jørðini fram við Kjadvatni, til dømis grasker.

Veðurlagið rætta

 
Meginparturin av Kjad er ónýtt oyðimørk.

Veðurlagið í Kjad er sera eins alt árið, tí hvør dagur er sólardagur, og hvør dagur er regnleysur. Í teimum flestu støðum ganga fleiri ár ímillum hvørt ælið [4]. Men kemur endiliga eitt æl, er tað ikki við mýkindum, tí tá glymur regnið av himli sum undan einum áarfossi. Henda nógva væta setur tá niður í jørðina ella fer sum áarstreymur oman í dalarnar.

Fólkið rætta

Eitt av fjølmongu fólkasløgunum í Norðurkjad er arabiskt-muslimska fólkið, kanimbo, ið er eitt av flakkfólkunum í Sahel. Stórur partur av fólkinum í Kjad livir sum flytifólk. Flytifólkið kallar seg beduinar, sum merkir "fólkið í oyðimørkini". Flytifólkið hevur geit, ásin, kamelar og seyð, sum tað flytir við sær av einum beiti á annað. Teir búgva í tjaldi, sum er gjørt av 40-50 geitaskinnum, ið eru spent niður í streyrar, sum standa niður í jørðina. Nakað av fólkinum í Kjad er fastbúgvandi og býr í oasunum. Tey gera hús av leirsteini, sum teir turka í sólini.

Norðari partur í Kjad er heilt norður at arabiska Norðurafrika, tí er mentanin í landinum blandingur av afrikanskari og arabiskari mentan.

Keldur rætta

  1. http://data.worldbank.org/indicator/SI.POV.DDAY/countries?page=1
  2. http://www.afriqueavenir.org/en/2010/03/24/%E2%80%98un-decries-%E2%80%98safe-drinking-water-shortage%E2%80%99-ahead-of-water-summit-in-chad/
  3. "Archive copy". http://www.nationmaster.com/graph/hea_dri_wat_ava-health-drinking-water-availability. Heintað 2011-06-29. 
  4. "Archive copy". http://www.unicef.org/infobycountry/chad_57535.html. Heintað 2011-06-29. 
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið