Søgan hjá Nigeria kann førast aftur til 11. øld f.Kr.. Fleiri ymisk fólkasløg hava fólkað Nigeria gjøgnum tíðirnar, eitt nú Kongsríkið Nri. Islam kom til Nigera í 11. øld gjøgnum Hausa Kongsríkið. Ein partur av núverandi Nigeria var eisini ein partur av Songhai-ríkinum í 15. og 16. øld. Nigeria gjørdist bretskt hjáland í 1885. Í 1960 fekk landið fullveldið frá Stóra Bretlandi. Eftir eitt blóðugt hernaðarkvett í 1966 kom landið undir hernaðarveldið, og árið eftir var lýðveldið Biafra sett á stovn, tó ikki viðurkent sum tjóð, og tað førdi til eitt trý-ára langt borgarakríggj. Nigeria gjørdist aftur lýðveldi í 1979 til 1983, tá ið herurin, leiddur av generalmajori Muhammadu Buhari, tók valdið á landinum. Buhari varð koyrdur frá og eitt nýtt lýðveldi var sett á stovn í 1993, men hetta var upployst av General Sani Abacha. Abacha doyði í 1998 og tað fjórða lýðveldið varð sett á stovn árið eftir. Í dag er Nigeria í ferð við at endurbyggja oljuídnaðin í landinum og stríðist við islamistiska hernaðarliga felagsskapin Boko Haram.

Hendingarøð

rætta
 
Tríggjar igbo-kvinnur tíðliga í 20. øld.
  • 1000 f.Kr.: Jamsrót verður velt til matna í Nigeria.
  • 1200 f.Kr.: Nokmentanin tekur seg upp í Nigeria.
  • 900 f.Kr.: Nokfolkið í Nigeria ger tarraskottamyndir.
  • 600 f.Kr.: Nokfólkið í Nigeria er farið at hørra jarnmálm.
  • 500 f.Kr.: Í Nigeria var nokfólkið farið at nýta jarn, eisini fingu leirbúnyttur og aðrir mentagripir nýtt snið og mynstur.
  • Um 900: Kasar Hausa (Hausaland), fruktagóðar oyrar við Norðurnigeria, verður múgvandi og ríkar seg upp av vaksandi handilsskapi og ídnaði.
  • 1050: Yorubamentanin í Ife blómar í Nigeria. Hon varir til 15. øld.
  • 1300: Ifementanin í Nigeria fer viðgitnar lutir úr messingi.
  • Um 1530: Portugisar fara at flyta trælir úr Nigeria til Amerika. Summir nigerianskir kongar og keypmenn seldu evropearum trælir.
  • Um 1598: Fyrstu niðurlendsku handilsstaðirnir í Nigeria.
  • 1720: Yorubaríkið Oyo hevur enn valdið vestan fyri Nigerá.
  • 1750: Um 1750 flutti Nigeria helst 200.000 ella kanska fleiri byrsur inn um árið.
  • 1800: Evropeiski Dysturin um Afrika byrjar.
  • 1805: Mungo Park (1771-1806) rannsakar Nigerá. Hann doyði árið eftir, tá ið hann royndi at fylgja ánni oman at sjónum.
  • 1967-1970: Biafrakríggið.
  • 1974: Nigeria verður størsta oljuland í Afrika.
  • 1. oktober 1960: Nigeria fær fullveldið.

Forna búsetingin

rætta

Í 1938 fann ein bóndi í bygdini Igbo-Ukwu í Suðurnigeria nakrar bronsubollar í moldini. Tá ið farið varð at grava út har seinni, funnu menn eitt gravkamar við lutum av jarni, kopari, bronsu og mongd av perlum. Bronsulutirnir vóru stoyttir soleiðis - Luturin, sum skuldi verða stoyptur, varð evnaður til úr voksi, fjaldur við leiri og heitaður. Voksið bráðnaði og rann út í gjøgnum eitt hol í leirinum, og brædd bronsa var síðan stoytt í leirformin, sum varð brotin uttan av, tá ið bronsan var stadnað.

Hesir lutir vísa eina hugtakandi mentan í Igbo-Ukwu um 950 e.Kr. Søgufrøðingar vita ikki nógv um hesa mentan, men halda, at fólkið hevði politiskt frælsi, javnrætt og sjálvt valdi ein mann at stýra. Í gravkamarinum var eitt ílatið lík, sum var jarðað sitandi á einum krakki. Hin deyði var tignarligur maður, tí at ein krúna varð eisini funnin. Søgufrøðingar halda, at hann hevur verið valdsharri við sama valdi sum ein eze nri, eitt heiti, ið hevur verið nýtt um oddamenn fólksins á hesum leiðum til fyrst í 20. øld.

Nokfólkið

rætta

Nokmentanin var á Josháslættanum í Norðurnigeria, einar 160 km norðan fyri ánna Benue. Um 600 f.Kr. fór hetta landbúnaðarfólkið at høgga málm og bræða hann til jarn í lagum ovnum, sum vóru grivnar niður í jørðina. Fólkið er uppkallað eftir bygdini Nok, har nógvar terrakottamyndir vóru funnar. Tey gjørdu øvaroddar, spjótsoddar og øksir og saksingarjørn at rudda og dyrka tropiska skógin við. Tey dugdu væl at gera steinamboð.

Gerandisdagur Nok-fólksins verður endurspeglaður í mongu terrakotamyndum teirra. Til dømis brúktu teir perlubond og høvdu træskaft í øksunum. Nokmentanin endar helst 200 e.Kr., en nógv av tí, sum eyðkendi hana, helst terrakottamyndlistin og aðrir mentalutir, sæst seinni aftur í afrikanskum mentanum, serstakliga í teirri meistarligu natúralistisku høggmyndini í Ife-mentanini. Nógvar terrakottamyndir eru funnar tætt við Jos, tí at teir hava høgt tin har. Mangar teirra høvdu undarligt tilevnað hársnið og eygu við holum í.

Fulanifólkið

rætta
 
Fulanifólkið búði í Nigeria.

Fulanifólkið fór við fylgjum sínum um meginpartin av Nigeria. Mangir fulaniar settu seg niður í Hausalondum í Norðurnigeria. Summir fluttu til býirnar og tóku við muslimskari trúgv. Usuman dan Fodio, islamskur prestur av fulanifólkinum í Hausaríkinum Gobir fanst um 1788 harðliga at kongi, tí hann stýrdi ikki eftir strongu muslimsku lógunum. Hann fekk mong viðhaldsfólk, og í 1790-árunum vóru Usuman og viðhaldsmenn hans álvarslig hóttan ímóti Gobiríkinum.

Í 1804 rýmdi Usuman úr Gobir og eggjaði fólki til heilagt kríggj (jihad) ímóti øllum Hausakongum. Í 1812 vóru flestu Hausaríkini limað inn í nýtt stórveldi, sett saman av fulaniríkjum. Usuman fekk sær tignarheitið kaliffur, og tá ið hann doyði, gekk tað í arv til son hansara, Muhammed Bello, sum stýrdi úr nýbygda býnum Sokota. Fulaniar vóru einasta flakkfólkið í Vesturafrika og vóru javnan á ferð við fylgjum sínum. Teir fóru eystureftir úr Senegal til Norðurnigeria.

Yvirgangsfelagsskapurin Boko Haram

rætta

Boko Haram er ein lutfalsliga nýggjur islamistiskur felagsskapur, sum fyrr hevur skipað fyri álopum á kristnar kirkjur, løgreglustøðir og fongsul. Umleið 367 menniskju eru deyð í 22 álopum frá Boko Haram tær fyrstu seks vikurnar í 2014.[1][2][3] Tann 15. februar lupu m.a. fólk frá Boko Haram á átta bygdir í landslutunum Borno og Adamawa í Norðurnigeria. Tey vóru vápnað við byrsum, knívum og eldi, og tey drupu minst 200 fólk og brendu bæði bústaðir og handlar.[4] Í bygdini Izghe í Borno, har tey flestu eru kristin, doyðu 121 fólk. Tveir dagar frammanundan doyðu 10 hermenn eftir samanbrestir við Boko Haram, men høvdu síðan tikið seg aftur. Tann 14. apríl í 2014 burturflutti Boko Haram meiri enn 270 gentur úr einum ungdómsskúla í bygdini Chibok og flutti tær til eitt øki nærhendis markinum við Kamerun.[5] 57 av gentunum eru slopnar leysar, men 219 eru framvegis ikki komnar afturíaftur. Summar keldur vilja vera við, at umleið 30 bygdarfólk doyðu, tá Boko Haram leyp á bygdina. Leiðarin fyri Boko Haram, Abubakar Shekau, sigur, at tað kemur ikki upp á tal at lata genturnar fara, tí tær hava konverterað til islam, eru giftar monnum og eru nú í hjúnarlagsliga heimi sínum. "Málið um genturnar eru farið, tí eg havi fyri langari tíð gift tær burtur. Í hesum krígnum kanst tú ikki broyta fortíðina", sigur leiðarin, Abubakar Shekau við AP-tíðindastovuna.[6][7][8]

Frá 3. til 7. januar 2015 hevur Boko Haram framt hópdráp í býnum Baga í lutstatinum Borno í landnyrðingshorninum á Nigeria. Tað byrjaði við at teir lupu á eina hernaðarliga støð í býnum. Tað er óvist hvussu nógv fólk eru dripin, summi ið eru flýdd siga, at talan er um umleið 2000 fólk, ið antin eru dripin ella horvin, onnur siga at talan er um í minsta lagi 100 dripin. Sambært tí lokala leiðaranum, Baba Abba Hassan, vóru í minsta lagi 100 fólk dripin í tí fyrsta álopinum, ið fór fram 3. januar 2015. Hann segði eisini, at fleiri kvinnur og børn vóru millum tey deyðu.[9][10][11] Hildið verður, at 35.000 fólk eru flýdd úr Baga, fleiri teirra eru flýdd til grannalondini Cameroon og Chad.

Keldur

rætta
  1. http://www.theguardian.com/world/2014/jul/19/boko-haram-kill-100-people-take-control-nigerian-town
  2. http://www.cfr.org/nigeria/nigeria-security-tracker/p29483
  3. http://www.britannica.com/EBchecked/topic/1581959/Boko-Haram
  4. http://www.bbc.com/news/world-africa-26220300
  5. http://www.foxnews.com/world/2014/04/22/234-girls-kidnapped-from-nigeria-school-parents-say/
  6. nbcnews.com
  7. http://www.foxnews.com/world/2014/11/01/boko-haram-denies-truce-kidnapped-girls-married/
  8. http://www.cnn.com/2014/11/01/world/africa/nigeria-boko-haram-denies-deal/
  9. "Boko Haram crisis: Nigeria's Baga town hit by new assault". BBC World News. 8 January 2015. http://www.bbc.com/news/world-africa-30728158. Heintað 8 January 2015. 
  10. Smith, Alexander (8 January 2015). "Boko Haram Torches Nigerian Town of Baga; 2,000 Missing: Senator". NBC News. http://www.nbcnews.com/storyline/missing-nigeria-schoolgirls/boko-haram-torches-nigerian-town-baga-2-000-missing-senator-n282291. Heintað 8 January 2015. 
  11. "Boko Haram kills dozens in fresh raids in Nigerian town". Thomson Reuters. 8 January 2015. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 8 July 2015. https://web.archive.org/web/20150708231338/http://uk.reuters.com/article/2015/01/08/uk-nigeria-violence-toll-idUKKBN0KH1QD20150108. Heintað 8 January 2015. 
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið