Jamhuri ya Muungano wa Tanzania
United Republic of Tanzania
Sameinda Lýðveldið Tansania
Flagg Tansania
(Flagg Tansania)
Skjaldarmerki Tansania
(Skjaldarmerki Tansania)
Tjóðarslagorð: Uhuru na Umoja
Tjóðsangur: Mungu ibariki Afrika
(føroyskt: Guð vælsigni Afrika)
Alment mál Enskt og swahili
Høvuðsstaður Dodoma
Forseti Samia Suluhu Hassan
Løgmaður Kassim Majaliwa
Fullveldi 9. desember 1961
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
945,087 km²
6,2 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2009
 - tættleiki
 
41 048 532
43,4/km²
Gjaldoyra Tansanianskur skillingur (TZS)
Tíðarøki UTC +3
Økisnavn á alnetinum .tz
Telefonkota +255

Tansania (swahili: Jamhuri ya Muungano wa Tanzania, enskt: United Republic of Tanzania), ella Sameinda Lýðveldið Tansania er stórt land í Eysturafrika við umleið 41 mió íbúgvar. Í eystri hevur Tansania mark við Indiahav, í suðuri við Mosambik, Malavi og Sambia, í norðri við Kenja og Uganda og vesturi er Tanganyikavatn og Ruanda og Burundi. Almennu málini eru tvey í tali, enskt og swahili.

Tansania var til sum ríki, tá ið Tanganyika og oyggin Sansibar løgdu saman.

Søga rætta

Upprunasamfelagið rætta

Engaruka var sjálvbjargið landbúnaðarsamfelag í Tansania einar 160 km. vestanfyri Kilimanjaro. Lendið var bratt, so engarukar máttu laðað garð á niðaru síðu og fylla upp omanfyri, áðrenn teir bygdu sær hús. Búsetningarnar kundu vera upp ímóti 20 km2 í vídd, og í líðunum laðaðu teir langar bríkar at velta í. Bríkarnar vórðu gjørdar soleiðis, at laðað varð upp við gróti í niðara borði, og so varð fylt upp ájavnt garðin við leysum tilfari, mest mold, omanfyri. Vatn varð veitt á velturnar í gjøgnum steinsett ræsi úr Engarukaá. Grivið hevur verið út í bústøðunum síðan í 1960-árunum, og alt bendir á, at fólk hava búð har leingi. Enn veit eingin, hví engarukamentanin doyði út, men tað kann hava verið av liggjandi skerpingi, sum hevði við sær, at ógjørligt varð at dyrka jørðina. Fólk veltu t.d. korn og hirsa. Kornið varð knúst til mjøl í stórum mortara og baka til breyð. Engarukar búðu í rundum húsum av leiri og viði, og tey vóru takt við hálmi. Teir laðaðu grótgarðar uttan um bygdina at halda óbodnum gestum burtur. Húsini vórðu takt við síðum grasi, sum vaks tætt við húsini.

Uppreistur rætta

Í øllum Afrika settu afrikanarar seg upp ímóti, at evropearar tóku land teirra, løgdu skatt á teir, eyðmýktu og eyðrændu teir, noyddu teir at gera tvingsilsarbeiði, snýttu og stjólu, fóru og ógvuliga harðliga fram og neyðtóku konufólk. Í Týska Eysturafrika (nú Tansania) var mótstøðan størst ímóti høgum skatti, tvingsilsarbeiði og skylduni at dyrka bummull, sum myndugleikarnir fluttu út. Ein andamanari segði seg kunna útvega vatn, sum vardi fólk fyri kúlum, og um alt landið gjørdu fólk uppreistur. Vatn eitur "maji" á swahili, og tí var uppreisturin nevndur Maji-Maji-Uppreisturin. Myndugleikarnir knústu uppreisturin í 1905, drupu oddamenninar og elvdu til hungursneyð. Hermenninir settu eld á grøði, akrar og bygdir, og teir fóru gjølliga til verka. Fleiri enn 200 000 fólk doyðu.

Politikkur rætta

Til fyri stuttum var Tansania undir sosialististiskum stjórnarvaldi, ið til dømis eggjaði fólki at gera samvinnufeløg og at arbeiða saman í stórum ríkisriknum gróðrarlundum. Hóast summar av hesum verkætlanum eydnaðust væl, er Tansania nógv fátækari enn grannalandið Kenja og er gott dømi um, hvussu búsetingin er í einum fátækum landbúnaðarlandi - næstan alt fólkið býr á bygd.

Landalæra rætta

 
Hægsta fjallið í Afrika, Kilimanjaro, er næstan 6.000 metrar høgt. Á tindinum eru jøklar.

Heimsins hægsta fríttstandandi fjall - tvs. fjall, ið ikki er partur av fjallarøð - er 5.895 metrar høgt, eitur Kilimanjaro og stendur í Tansania. Jøklar eru enn á toppinum, men væntað verður tíverri, at teir eru burturi um nøkur ár orsakað av heimsfevnandi upphitingini. Annars eru stóru nátturugarðarnir tann størsta turistattraktiónin í Tansania. Friðaðu økini eru full av fílum, sebrum, giraffum, leyvum etc, sum liva frítt, og sum til ber at eygleiða úr bili.

Fólkið rætta

Um 120 fólkasløg búgva í landinum, tey flestu tala swahili, ið nú á døgum verður nýtt sum felagsmál mangastaðni í mið- og eysturafrika.

Fyrr búði fólkið í landinum spjatt í mongum smáum bygdum. Í 1970 skipaði stjórnin fyri eini verkætlan, ið hevði til endamáls at fáa fólkið at flyta saman í stórar bygdir, so at eini 250 húski fóru at verða í hvørjari bygd. At savnað fólkið meiri hevði við sær, at lættari og bíligari varð at útvega bygdunum skúlar, vatn og annað og at býta út handilstøð og sáðkorn. Nú á døgum búgva tríggir fjórðingar av fólkinum í Tansania á bygd, fleiri enn nakra aðrastaðni í Afrika.

Hygg eisini at rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið