Sebra (frøðiheiti - Equus zebra) er slag av hvít- og svartrondutum afrikonskum villrossi. Einasta ronduta dýrið í rossaættini er sebran. Hóast allar sebrur líkjast, so hevur hvør sebra serstaka svarthvíta litseting. Eins og rossini ganga sebrur í flokkum, men ungu sebragreðingarnir eru stakir, til teir eru fullvaksnir. Fullvaksnir berjast teir um ryssuflotarnar. Tá ið sebra rennur undan ránsdýrum, til dømis leyvu, rennur hon einar 65 km um tíman. Sebrur ganga vanliga millum gnýur, so flokkurin verður størri. Eingin veit, hví sebrur hava rípur, men tað er kanska fyri at ørkymla ránsdýrini ella kanska fyri hitastillingina. Hvør einstøk sebra hevur sítt eyðkenda rípumynstur.

How to read a taxoboxWikipedia:How to read a taxobox
How to read a taxobox
Sebra

Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Perissodactyla
Ætt: Equidae

Sebra heldur til á stóru grasfløtunum í Afrika, savannuni.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið