Giraffur
Giraffur (frøðiheiti - Giraffa camelopardalis) er hálslangt afrikanskt jóturdýr. Giraffurin er heimsins hægsta dýr; einki súgdjór hevur longri háls enn giraffurin. Girafarnir verða einar 4,5-5,8 m høgir og viga 800 - 1.900 kg. Langi hálsurin ger, at giraffurin røkkur eftir teimum sevjumiklu bløðunum uppi á trøunum. Hann hevur liðiliga tungu, sum hann skræðir bløð og smágreinar av við. Við hjálp frá sínari deiligu hædd kann giraffurin eta bløðini, sum veksa høgt uppi í trøunum, og sum eingin onnur djór røkka upp eftir. Men tó at hálsurin er so langur, so hevur hann bara sjey hálsgeislar, akkurát líka nógvar sum menniskju. Munurin er bara tann, at giraffurin hevur størri hálsgeislar, og teir eru meira langir. Tá ið giraffarnir parast, nýtur hanngiraffurin eisini hálsin at berjast við við hinar hannarnar, tá ið teir kappast um honirnar.
Giraffur | ||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Frøðilig flokking | ||||||||||
|
Hann hevur smá horn, knavar, langan hala og sítt halatagl. Við halanum kveistrar hann flogkyktini burtur. Hvør einstakur giraffur er sermerkt littur. Giraffar kunnu tvíspora upp í 50 km/t. Teir verða kynsbúgvnir tá teir eru 3 ár. Teir eru uppá vegin í 14-15 ½ mánað og fáa ein unga.