Burundi
| |||
Tjóðarslagorð: "Ubumwe, Ibikorwa, Amajambere" | |||
Tjóðsangur: Burundi bwacu | |||
Alment mál | Kirundi, Franskt, Enskt[1][2] | ||
Høvuðsstaður | Bujumbura | ||
Forseti | Évariste Ndayishimiye | ||
Varaforseti | Prosper Bazombanza | ||
Fullveldi | 1. juli 1966 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
27,834 km² 7,8 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2014 - tættleiki |
10,395,931 314.3/km² | ||
Gjaldoyra | Brundiskur frankur | ||
Tíðarøki | UTC +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .bi | ||
Telefonkota | +1
| ||
Tjóðveldið Burundi (kirundi: Republika y'Uburundi, franskt République du Burundi, enskt Republic of Burundi) er eitt land í Miðafrika. Burundi hevur mark við Tansania í bæði í syðri og eystri, Uganda í norðri og í vestri við Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo. Høvuðsstaðurin í Burundi er Bujumbura. Bujumbura er eisini størsti býur og hevur umleið 500 túsund íbúgvar. Í Burundi búgva góðar 10 milliónir fólk í 2014[3]. Felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning (OECD) hevur flokkað landið í bólkin heimsins fátækastu lond.
Langa borgarakríggið hevur gjørt landið blóðfátækt, livikorini eru vánalig og barnadeyðin sera høgur.
Søga
rættaTil Burundi og Ruanda fingu sjálvstyri í 1962, vóru londini eitt land. Í báðum londum búgva tutsiar og hutuar, og stríðið ímillum hesi bæði fólkasløgini er eisini farið illa við Burundi. Í 1972 drupu tutsiar einar 10.000 hutuar[4].
40 % av skúlunum vóru oyðilagdir undir krígnum, sum herjaði í 90unum til byrjanina av hesi øldini. Upplýst verður í 2014, at enn eru einans 15 % av skúlunum bygdir uppaftur. Stjórnin hevur gjørt av, at skúlagongd skal vera ókeypis.
Búskapur
rættaÓgvuliga mong fólk eru flýdd higar úr krígsherjaða Ruanda; hetta hevur stórar trupulleikar við sær, tí at Burundi er sera fjølbygt og líka fátækt sum granni sín fyri norðan. Flestu fólk í Burundi liva av landbúnaði. Á fruktabesta lendinum býr so nógv fólk, at hvørt húski eigur bara so mikið avjørð, at tey so dánt fáa breyðføtt seg góð ár. Óár er stórur vandi fyri hungursneyð. Flestir bøndur her á leiðini royna bara at føða seg og húski sítt, annaðhvørt velta teir ymsa grøði ella halda teir neyt. Í hálendinum, har veðurlagið er vátt, men ikki so heitt, er fruktagóð gosøskujørð, og her eiga búnaðarfyritøkur stórar lundir, har tær dyrka te og kaffi til útflutnings. Sum fólkið er fjølgað, eru mangir garðar so smábýttir, at bøndurnir hava verið noyddir at velta niðan í brøttu líðirnar; tað ger, at í nógvum avfalli loypur oman, og soleiðis er nógv lendið oyðilagt. Jarðartýning er stórur trupulleiki, tí nógvur skógur verður ruddaður at fáa dyrkilendi.
Mentan
rættaÍ Burundi verða frásagnir og tónleikur borin ætt eftir ætt av mannamunni. Fólkadansur tutsianna verður hildin at vera ímillum tað kendasta, afrikonsk mentan eigur.
Ávísingar úteftir
rætta- Burundi country profile, bbc.com (á enskum)
- Burundi, wikivoyage.org (á enskum)
Kelduávísingar
rætta- ↑ "The national language is Kirundi. The official languages are Kirundi and all other languages as determined by law. All legislative texts must have a version in Kirundi." Burundi's Constitution of 2018, constituteproject.org (á enskum)
- ↑ The Impact of English on Kirundi and French in Burundi ... , univ-tlemcen.dz (á enskum)
- ↑ Burundi, cia.gov (á enskum)
- ↑ To Stop the Killing, Partition Burundi, nytimes.com, 1. september 1988(á enskum)