Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo
| |||
Tjóðarslagorð: "Justice – Paix – Travail" (føroyskt: Rættvísi - Friður - Arbeiði) | |||
Tjóðsangur: Debout Congolais | |||
![]() | |||
Alment mál | Franskt | ||
Høvuðsstaður | Kinshasa | ||
Forseti | Félix Thisekedi | ||
Forsætisráðharri | Jean-Michel Sama Lukonde | ||
Fullveldi | 30. juni 1960 (frá Belgia) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
2,344,858 km² 3,3 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2010 - tættleiki |
68 692 542 25/km² | ||
Gjaldoyra | Kongo frankur | ||
Tíðarøki | UTC +1 til +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .cd | ||
Telefonkota | +243
| ||
Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo (franskt: République démocratique du Congo), eisini nevndir Kongo-Kinshasa ella Sair, er eitt stórt land í Miðafrika. Landið hevur mark ímóti níggju londum: Miðafrikalýðveldið, Suðursudan, Uganda, Ruanda, Burundi, Tansania, Sambia, Angola og Kongo. Høvuðsstaður er Kinshasa. Landið hevur umleið 62 mió. íbúgvar og høvuðsmálið er franskt.
Hungursneyðin í Kongo er stór (2012). Í fimm landspørtum doyggja hvønn dag í minsta lagi 700 børn yngri enn fimm ár. Einans eitt av fimm børnum hevur nøktandi føðslu. Út við 530.000 børn yngri enn fimm ár og meira enn ein miljón kvinnur hava tørv á matvøruhjálp. Ófriður við ógvisligum harðskapi, høgir matvøruprísir og heimskreppan hava sambært WFP økt matvørutrotið í Kongo.
FólkiðEdit
Kongoáin er sum ein ovurstórur bugur ígjøgnum alt landið og er sjálv lívæðrin í landinum. Veðurlagið er lýtt og slavið, mesta fólkið livir av landbúnaði. Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo er eyðkent fyri sermerktu list sína. Kubafólkið miðskeiðis í landinum nýtir skeljar, perlur og raffia - tægrir úr pálmabløðum, tá ið tey gera mátingar - mynstur. Diamantar, kopar og kobolt eru 80 % av inntøkunum í landinum.
LandafrøðiEdit
Kongo er eitt óføra stórt ríki, men har er fátt við fólki. Hetta kemur av, at stórir partar av landinum eru avvaksnir við veldigum regnskógi, og í regnskóginum er ógvuliga tunnligt við fólki. Norðuri í buginum á Kongoánni eru stórar víddir av vátlendi, sum eru yðjandi fullar av eitrandi mýggjum og flugum. Hesar víddir eru fullkomiliga mannleysar. Savannan norðan fyri og sunnan fyri regnskógin er mangastaðni heilt fjølbygd, tí hon er tað besta búnaðarlandið, har belgiarnir hava havt urtagarðar sínar og hava lært afrikanarnar at handfara jørðina tíðarhóskandi.
LandslutirEdit
- Bandundu
- Bas-Kongo
- Équateur
- Kasai-Occidental
- Kasai-Oriental
- Katanga
- Kinshasa (høvuðsstaðarøki)
- Maniema
- Norðurkivu
- Orientale
- Suðurkivu
SøgaEdit
Kongolandið var í hjálandatíðini skift ímillum Frakland og Belgiu; Frakland átti landið vestan fyri Kongoánna, og Belgia átti landið eystan fyri Kongoánna. Hin belgiski parturin av Kongo gjørdist sjálvstýrandi tjóðveldi; hann fekk sær Leopoldville til høvuðsstað og kom tí at eita Kongo Leopoldville, men eitur nú Kinshasa. Síðan Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo ella Kongo Kinsaha sleit frá Belgia í 1960, hava borgarakríggj og harðrent einaræðisstýrið plágað landið. Hesir tvørleikar og fallandi prísur á útflutningsvørum hava gjørt, at Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo er av fátækastu londum í heiminum.
PolitikkurEdit
MannarættindabrotEdit
Sjúkrahús í Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo gera vart við, at higartil í ár (okt. 2012) eru umleið 5000 kvinnur neyðtiknar har norðuri í landinum. Neyðtøkur eru vorðnar støðugt meiri vanligar í Kivu-landspartinum. Myndugleikarnir siga, at neyðtøkumenninir eru fyrrverandi hermenn úr tutsi-ættarbólkinum, sum tóku seg burtur úr stjórnarherinum í apríl. Teir hava neyðtikið kvinnur og burturflutt menn og ungar dreingir og noytt teir at taka lut í bardøgum við stjórnarherin. Amnesty International sigur, at neyðtøkurnar og burturflytingarnar verða brúktar til at ræða fólk við.
Sí eisiniEdit
Ávísingar úteftirEdit
- Demokratiska Lýðveldið Kongo, Snar.fo
- Democratic Republic of the Congo, wikivoyage.org (á enskum)
Lond í Afrika |
Algeria | Angola | Benin | Botsvana | Burkina Faso | Burundi | Djibuti | Egyptaland | Ekvatorguinea | Eritrea | Etiopia | Fílabeinsstrondin | Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo | Gabon | Gambia | Gana | Guinea | Guinea-Bissau | Kamerun | Kap Verde | Kenja | Kjad | Komoroyggjar | Kongo | Lesoto | Liberia | Libya | Madagaskar | Malavi | Mali | Marokko | Miðafrikalýðveldið | Mosambik | Móritania | Móritsius | Namibia | Niger | Nigeria | Ruanda | Sao Tomi og Prinsipi | Sambia | Senegal | Seyskelloyggjar | Sierra Leona | Simbabvi | Somalia | Sudan | Suðurafrika | Suðursudan | Svasiland | Tansania | Togo | Tunesia | Uganda | Vestursahara |