Miðafrikalýðveldið

République Centrafricaine
Ködörösêse tî Bêafrîka
Miðafrikalýðveldið
Flagg Miðafrikalýðveldið
(Flagg Miðafrikalýðveldið)
Skjaldarmerki Miðafrikalýðveldið
(Skjaldarmerki Miðafrikalýðveldið)
Tjóðarslagorð: "Unité, Dignité, Travail"
Tjóðsangur: "La Renaissance"(Sango E Zingo)
Alment mál Franskt,Sango
Høvuðsstaður Bangui
Forseti Fautin-Archange Toudéra
Forsætisráðharri Félix Moloua
Fullveldi 13. august 1960
(frá Frakland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
622,984 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2020
 - tættleiki
 
5 990 855
10/km²
Gjaldoyra CFA frankur (XAF)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .cf
Telefonkota +236

Miðafrikalýðveldið (franskt République Centrafricaine,Sango Ködörösêse tî Bêafrîka) er eitt land í Miðafrika við umleið 4 mió. íbúgvar. Høvuðsstaður er Bangui og høvuðsmálið er Sango, ið næstan øll fólk í landinum duga at tosa. Almennu málini eru franskt og Sango. Miðafrikalýðveldið hevur mark við 5 lond: Kjad, Sudan, Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo, Kongo og Kamerun.

Búskapur

rætta

Stórur partur av inntøkunum í landinum er av diamantvinnuni. Her eru eisini góðir møguleikar at menna aðra vinnu, tí bæði gull, jarn, kopar og uran eru í jørðini. Stór vatnflóð í regntíðini er kortini stórur bági fyri allari námsvinnu.

Miðafrikalýðveldið kemur ikki út til havið - har er eingin strond, eingin jarnbreyt og asfalteraðu vegirnir fáir. Tí er mesti flutningurin og mesta sambandi ímillum fólk eftir áunum. Næstan tríggir fjórðingar av allari vøru verða fluttir eftir áum og veitum, sum tilsamans eru 7000 km langar. Mesta útflutningsvøran verður flutt til Brazzaville í Kongo og haðan koyrd við toki út til havnabýir á strondini við Atlantshav.

Miðafrikalýðveldið er av fátækastu londum í heiminum.

Turkur og politiskur ófriður hava elvt til svára neyð. Í 1965 kom ræðslustýrið hjá Bokassa keisara til valdið, og tá ið hann mátti rýma av landinum, tók hernaðarstýri við. Fyrstu ferð, fólkið slapp at velja stýri sítt, var í 1993, men búskapurin í landinum liggur framvegis í skeljum, og landið er eitt tað fátækasta í heiminum.

Politikkur

rætta

Ófriður

rætta

Í CAR hava í 2014 verið nógvir samanbrestir millum víðgongdar muslimar og kristin. Anti-Balaka-militsin eru hálvvápnaðir uppreistrarmenn, sum fyri tað mesta hoyra til kristnar bólkar í landinum. Teir hava verið skuldsettir fyri at hava dripið muslimar frá hond. Anti-Balaka-militsin varð sett á stovn eftir at muslimskir Seleka-uppreistrarbólkar í longri tíð høvdu gjørt seg inn á og dripið kristin frá hond - tað gjørdu teir millum annað í februar 2014.

Landafrøði

rætta

Mitt inni í Afrika er Miðafrikalýðveldið. Norðari partur er turrur og berligur, syðri partur er vátur og avtakin við regnskógi.

Sí eisini

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið