جمهورية السودان
Jumhūriyyat as-Sūdān
Lýðveldið Sudan
Flagg Sudan
(Flagg Sudan)
Skjaldarmerki Sudan
(Skjaldarmerki Sudan)
Tjóðarslagorð: النصر لنا
Tjóðsangur: نحن جند الله، جند الوطن
Alment mál Arábiskt
Høvuðsstaður Khartoum
Forseti Abdel Fattah al-Burhan (عبد الفتاح البرهان)
Forsætisráðharri Abdalla Hamdok (عبدالله حمدو)
Fullveldi 1. januar 1956
(frá Egyptaland og
Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1,886,068 km²
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
35,482,233[1]
16.4/km²
Gjaldoyra Sudanskt pund (SDG)
Tíðarøki UTC +3
Økisnavn á alnetinum .sd
Telefonkota +249

Sudan (arábiskt; جمهورية السودان) er triðstørsta land í Afrika, men tað er av fátækastu og minst mentu londum í heiminum. Stórir landspartar í Sudan hava verið meint raktir av turki og hungursneyð seinastu árini.

 
Pýramidur í Nubia (nú Sudan). Landið varð nógv ávirkað av egyptiskari mentan, men sum tíðin leið fekk tað sína egnu serstøku mentan.

Sunnan fyri gamla Egyptaland var Nubia. Frá um 2000 f.Kr. til 1600 f.Kr. ráddu egyptar har. Ovara Nubia æt Kusj. Hesar øldirnar kyknaði rík og sermerkt mentan í landslutinum Kerma, og eina tíð vóru kusjittar mest sum frælst fólk. Frá uml. 1500 f.Kr. til 900 f.Kr. legði Egyptaland aftur Nubia undir seg, og egyptar floymdu inn í Nubia. Men so viknaðu egyptar og mistu ræðið. Kusj kom fyri seg aftur, og høvuðsstaður varð bygdur til Napata norðanfyri fjórða fossin í Nilá. Frá 770 f.Kr. til 716 f.Kr. lupu tveir kusjittiskir herhøvdingar á Egyptaland, róku valdsharrarnar frá, tóku sjálvir valdið, og høvdu ræðið til 671 f.Kr. Tá ið kusjittiska yvirvaldið í Egyptalandi viknaði, flutti kusjittmentanin seg suðureftir, og høvuðsstaður gjørdist nú býurin Meroe. Um hetta mundið verður farið at nýta jarn í Nubia. Í t.d. Meroe var nógvur jarnmálmur og nógvur viður. Leirkeralistin og metalsmíðið í Meroe eru víða gitin.

Fyri 300 f.Kr. vóru kusjittar í Sudan bundnir at handlinum við Egyptaland. Um 300 f.Kr. fluttu teir høvuðsstaðin til Meroe, sum var longri suðuri, og funnu sær aðrar handilsvegir. So hvørt sum kongstíkið vaks, skapaðu kusjittar eina mentan, sum fór longri burtur frá egyptisku mentanini. Sum tíðin leið, gjørdu kusjittar sær eina skrift burtur úr egyptisku hieroglyfunum, ið eingin enn dugir at týða. Meroe gjørdist stórbýur við borgum, templum og sethúsum. Henda mentan varð nevnd tann meroitiska. Meroitisku kongarnir vóru virdir sum hálvgudar og eru jarðaðir í pýramyduskapaðum gravum, sum líkist egiptisku pýramidunum. So hvørt sum meroitiska mentanin kom fyri seg, fingu kusjittar størri virðing fyri sínum egnu gudum enn fyri teimum egyptisku. Enn tann mætasti meroitiski gudurin var ljóngudurin Apedemek.

Politikkur

rætta

Sharia

rætta
 
Vanligt er at revsa við koyrilssløgum og tílíkum.

Islamiska stýrið í Norðursudan setti í verk sharialóggávu í 1983. Tá Sudan í 2009 varð býtt sundur í Suðursudan og Sudan, lovaði Omar Hassan al-Bashir, forsetin í norðara partinum, sum í dag er Sudan, at tjóð hansara skuldi handhevja sharialógirnar strangari frameftir. Fyri fyrstu ferð í 2014 síðan nýggj revsilóg varð sett í verk í Sudan í 1991 er eitt fólk dømt til deyða fyri trúarskifti [2]. Dómurin varð feldur í rætti í høvuðsstaðnum Khartoum í mai 2014. "Vit góvu tær tríggjar dagar at avnokta trúgv tína, men tú heldur fast við ikki at venda aftur til Islam. Eg dømi teg til deyða við heinging", segði dómarin Abbas Mohammed Al-Khalifa [3]. Tann 27 ára gamla Meriam Yehya Ibrahim varð eisini dømd fyri ótrúskap, tí hjúnarband hennara við kristnan mann verður ikki góðkent í Sudan. Revsingin fyri hetta brotið var 100 koyrlasløg. Kvinnan er við barn og komin í áttanda mánað. Dómurin bíðar tó, til barnið er borið í heim. Sambært Al Jazeera er pápi hennara muslimur úr Sudan, og mamman er ortodoks kristin úr Etiopia. Kvinnan hevur tikið við trúgv mammu sínar og er gift kristnum manni. Tá hon í rættarhølinum varð avhoyrd, noktaði hon, at hon hevði skift trúgv. Hon greiddi frá, at "hon altíð hevði verið kristin og ongantíð hevði skift trúgv" [4].

2019 new president Ahmed Awad Ibn Auf.

Innanlandsstríð

rætta
 
Flóttafólkalega í Kjad, har flóttafólk úr Darfur búgva. Flóttafólkini streyma úr Sudan.

Óstøðug viðurskifti eru í sudanska landspartinum Darfur. Vápnaða stríðið í Darfurlandspartinum byrjaði í 2003, tá Sudanska Frælsisørslan, nevnd SLM/A, og Rættvísis- og Javnrættindarørslan, nevnd JEM, fóru at kríggjast móti stjørnini í Sudan. Og tað hevur ikki gingið stillisliga fyri seg; morð, rán, og dráp hava merkt stríðið. Grundgevingin fyri álopinum var, at stjørnin í Sudan tók sudanesarar av arábiskum uppruna fram um sudanesarar av ikki-arábiskum uppruna. Sudanska stjørnin og JEM skrivaðu undir friðarsáttmála í 2010, men avtalan helt ikki. Støðan er tó meira fløkt enn so, stríðið er eisini um at fáa bestu landbúnaðarjørðina, umframt annað. Omar Bashir er eftir øllum at døma einasti einaræðisharri í heiminum, sum enn situr við valdið, hóast hann hevur ábyrgdina av, at fleiri hundraðtúsund folk eru tikin av døgum. Omar al-Bashir verður sjáldan nevndur í sambandi við menniskjaligu tragediuna í Darfur landspartinum, hóast hann er høvuðspersónur.

Fólkið

rætta

Fyri norðan er fólkið muslimskt og talar arábiskt, í miðjum landi og fyri sunnan búgva mong fólkasløg, ið tala afrikonsk mál og hava ymsar afrikanskar átrúnaðir, nøkur eru eisini kristin. Stríð ímillum fólkið fyri norðan og sunnan hevur verið atvold til drúgvt borgarakríggj.

Nubiar fyri norðan byggja ferhyrnd hús úr sólturkaðum tigulsteini við flatari tekju. Nubanar, bøndur í hálendinum í Miðsudan, byggja rundar smáttur av træstreyrum, grasi og hirsuhálmi, tekjan er strýtuskapað. Mong ættarfólk lívbjarga sær við at halda dýr og eru alsamt á ferð eftir nýggjum beitilendi. Fleiri dýr, maður eigur, mætari og virðingarverdari er hann ímillum ættarfólkið. Borgarakríggið hevur volt flakkfólkinum miklan skaða, nógv beitilendi er farið fyri einki, og gomlu ferðaleiðirnar eru stongdar. Dinkaflakkfólkið, eystan fyri Nilá, livir av at halda neyt.

Síðan Sudan gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1956, hevur muslimska stjórnin í Khartoum roynt at noyða fólkið í landinum at taka við islam. Hetta hevur elvt til borgarakríggj og hungursneyð.

Búskapur

rætta

Meginparturin av fólkinum býr fram við Nilá og veitir vatn úr ánni á akrarnar. Tveir triðingar av fólkinum liva av landbúnaði, høvuðsgrøði er bummull, jarðnøtir, arábagummi, hirsa og dadlur. Myndugleikarnir hava sett í verk stóra vanveitingarverkætlan til tess at menna landbúnaðin.

Landafrøði

rætta

Sjá eisini Khartoum og landslutir í Sudan

Nilá rennur ígjøgnum landið, og mesta fólkið býr í fruktagóða lendinum fram við ánni. Steinoyðimørk er fyri norðan og mýrilendi fyri sunnan. Stórir landspartar í Sudan eru alt ov turrir til, at fólk kann búgva har, og ónýtiligir sum dyrkilendi. Stór akurlendi eru oyðiløgd í borgarakrígnum.

Hygg eisini at

rætta

Keldur

rætta
  1. https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/su.html
  2. http://america.aljazeera.com/articles/2014/5/15/sudan-woman-getsdeathsentenceforapostasy.html
  3. http://www.cnn.com/2014/05/15/world/africa/sudan-christian-woman-apostasy/
  4. http://www.nrk.no/verden/kristen-kvinne-dodsdomt-i-sudan-1.11719754
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið