Dziko la Malaŵi
Republic of Malaŵi
Lýðveldið Malavi
Flagg Malavi
(Flagg Malavi)
Skjaldarmerki Malavi
(Skjaldarmerki Malavi)
Tjóðarslagorð: Unity and Freedom
Tjóðsangur: Oh God Bless Our Land of Malawi
LocationMalawi.svg
Alment mál Chichewa og enskt
Høvuðsstaður Lilongwe
Forseti Lazarus Chakwera
Drotning Elisabeth II
Fullveldi 6. juli 1964
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
118,484 km²
20.6 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2018
 - tættleiki
 
17 563 749
123/km²
Gjaldoyra Malaviskur kwacha (MWK)
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .mw
Telefonkota +265

Lýðveldið Malavi ella bara Malavi (chichewa: Dziko la Malaŵi, enskt: Republic of Malaŵi), er eitt lítið land í Eysturafrika. Malavi hevur mark við Tansania í norðri, Sambia í vestri og Mosambik í suðri. Høvuðsstaður er Lilongwe. Lilongwe hevur umleið 866 túsund íbúgvar. Malavi hevur umleið 17,6 mió. íbúgvar (2018). Almennu málini eru tvey í tali, chichewa og enskt. Miðallívsævin í landinum er 43.45 ár. 37.30 prosent av fólkinum eru ikki lesifør. Sjúkur sum malaria eru vanligar, heilsuverkið er lítið ment og sjúkraviðgerð er ikki ókeypis. 28 % av teimum, sum doyggja á sjúkrahúsi, doyggja av malariasjúku. Tað eru ikki øll, sum hava ráð at fara á sjúkrahús, og tí koma nógvir sjúklingar ongantíð á sjúkrahús. Børn og kvinnur við barn eru í størsta vandabólkinum at fáa malaria. Malavi hevur eisini í fleiri ár verið illa plágað av eyðkvæmi. Tað búgva 13,9 milliónir fólk í Malavi, og er eitt av fátakastu londum í heiminum. Eitt av teimum tryggastu og friðarligastu londunum politiskt í hesum parti í Afrika er Malavi, ið er á háslættanum í syðra enda á Stóra Rivudali. Tey seks størstu fólkasløgini semjast væl. Búskaparliga grundarlagið í Malavi er landbúnaður, men landið roynir at menna aðrar vinnur, t.d. matvøruídnaðin. Tey eru farnir at niðursjóða frukt og gera matolju, framgongd er eisini í námsvinnuni og øðrum ídnaði. Hóast viðurskiftini við grannalondini hava verið ring, tók Malavi ímóti meiri enn einari millión flóttafólkum, ið flýddu undan borgarakrígnum í Mosambik. Mangir malaviar dyrka ikki meiri, enn teimum nýtist í húsarhaldinum. Tað, ið loypur av, verður selt á marknaðinum.

Tá ið Malavi tók sjálvræði, gjørdist Hastings Banda forseti í landinum og stýrdi mest sum einsamallur í 30 ár. Í stjórnartíð hansara menti landið seg nógv og kom væl áleiðis at gerast sjálvbjargið; men politisk andstøða varð ikki told, og mong fólk vórðu handtikin, pínd ella sett føst. Í 1993 varð fólkaræðiliga andstøðan ímóti Banda so sterk, at hann mátti leggja frá sær.

Landbúnaður er týdningarmesti vinnuvegur í Malavi. Tubbak, te og sukur eru 85% av øllum útflutninginum, og 80% av fólkinum liva av landbúnaði. Til tess at leggja inn meiri dyrkilendi eru mýrar drenaðar og skógur ruddaður. Áir eru byrgdar og brunnar grivnir, so at vatn kann verða veitt á turru grasfløturnar. Oár kunnu koma fólkinum í Malavi ógvuliga illa við.

Slakur helmingur av landinum er skógur og skógarlendi, men nógvur skógur verður feldur til brenni og lagdur inn til dyrkilendi. Hvørki olja ella kol eru í Malavi, so vanligasta brenni er trækol, ið er brendur viður, brendur makliga og sleppur ikki at rúka. Nógv dyrkilendið verður lagt inn soleiðis, at skógur verður høgdur niður, eldur settur á trøini, og dyrkað verður í øskuni. Men lendið kann bara verða nýtt stutta tíð, tí at vindur og regn taka moldina burtur.

Malavivatn er meiri enn fimtingurin av víddini í Malavi. Tað er av størstu og djúpastu vøtnum í heiminum. Nógv verður fiskað í vatninum, og her eru fleiri enn 500 flskasløg. Mest verður veitt av fiskinum usipa, ið er átøkur sardin. Hann verður turkaður á strondini og seldur um alt landið. Hesin fiskur er týdningarmesti proteinkostur hjá teimum stívliga 15 milliónum (2010) fólkunum í Malavi. Fiskimenn fanga fagurlittar fiskar, nevndir cichlid. Teir verða fluttir út og havdir í fiskabúrum um alian heim.

Heili 88% av fólkinum í Malavi búgva á bygd, og fáastaðni í Afrika hevur býarvøksturin verið so lítil. Mesta fólkið býr á láglendinum, kallað dambos, har jørðin stendur undir í vatni í regntíðini. Vanliga eru bygdirnar smáar, og bygdarfólkið nær skylt. Mótsett øðrum londum í Afrika liva størstu fólkasløgini í Malavi - chewas, nyanja, tumbuka, tonga, ngonis og yao - saman í sátt og semju.

Sí eisiniEdit


Lond í Afrika
Algeria | Angola | Benin | Botsvana | Burkina Faso | Burundi | Djibuti | Egyptaland | Ekvatorguinea | Eritrea | Etiopia | Fílabeinsstrondin | Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo | Gabon | Gambia | Gana | Guinea | Guinea-Bissau | Kamerun | Kap Verde | Kenja | Kjad | Komoroyggjar | Kongo | Lesoto | Liberia | Libya | Madagaskar | Malavi | Mali | Marokko | Miðafrikalýðveldið | Mosambik | Móritania | Móritsius | Namibia | Niger | Nigeria | Ruanda | Sao Tomi og Prinsipi | Sambia | Senegal | Seyskelloyggjar | Sierra Leona | Simbabvi | Somalia | Sudan | Suðurafrika | Suðursudan | Svasiland | Tansania | Togo | Tunesia | Uganda | Vestursahara
Sí miðlasavnið