Benin
| |||
Tjóðarslagorð: "Fraternité, Justice, Travail" (føroyskt: Brøðralag, Rættvísi, Arbeiði) | |||
Tjóðsangur: "L'Aube Nouvelle" | |||
Alment mál | Franskt | ||
Høvuðsstaður | Porto-Novo | ||
Forseti | Patrice Talon | ||
Forsætisráðharri | Patrice Talon | ||
Fullveldi | 1. august 1960 (frá Fraklandi) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
112,622 km² 0.02 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2011 - tættleiki |
8 791 832 78.1/km² | ||
Gjaldoyra | CFA frankur (XOF) | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .bj | ||
Telefonkota | +229
| ||
Tjóðveldið Benin (á fronskum République du Bénin) er eitt vesturafrikanskt tjóðveldi, sum móti vestri hevur mark móti Togo, móti eystri er markið móti Nigeria og í norðan móti bæði Niger og Burkina Faso.
Søga
rættaSeinast í 17. øld vórðu grundað nýggj ríki sum Denkyira, Dahomey (Benin) og Asante í Vesturafrika. Ríkini vórðu væl skipað og løgdu stóran dent á handil, helst úti við strendurnar, og semja var um at forða fyri, at evropeiskar handilsmenn løgdu seg oman á handilin. Denkyira og Asante vóru í Akanlandinum við Gullstrondina. Fyri ikki at koma at standa undir Dahomey fluttu ymsir ættbólkar norðureftir og fingu ræðið í handilsbýnum Tafo. Um 1680 grundaði asantehøvdingurin Osei Kofi Tutu I (1680-1717) nýtt kongsríki, kallað Asante, við høvuðsstaði í Kumasi, hann fekk tignarheitið asantehene. Osei fekk sær sín egna her, sum í 1701 sigraði á Denkyira og slapp Asante undan at rinda skatt. Í 1717 fell Osei í einum marknabardaga, men tá var Asanteríkið savnað. Eftirmenn hansara vuksu nógv um kongsríkið við herferðum og skilagóðum handilsvirksemi. Á hvørjum ári savnaðist asantefólkið á stórari stevnu. Tey fegnaðust um vald ríksins.
Landafrøði
rættaSum grannalandið fyri vestan, Togo, er Benin langt, smalt land, frá strondini við Atlantshav og norður at Nigerá.
Búskapur
rættaLandið er fátækt, men har gongur framá búskaparliga. Uttanlandshandilin, helst handilin við landbúnaðarvørum, sum til dømis kakao, kaffi og bummull, er nógv vaksin.
Mentan
rættaVesturafrikonsk list varð gitin víða um. Niðurlendingar, sum komu hagar í 1500-1600, bóru Beninbý saman við t.d. Amsterdam í Evropa [1]. Handverkararnir úti við strendurnar gjørdu træskurðir, saltíløt úr fílabeini, skeiðir, gaflar, armbond, veiðihorn og vóvu klæði. Inni í landinum í Benin vórðu træskurðir, stoyttar metalmyndir, og skornar myndir úr viði, steini, fílabeini, messingi, leiri og bronsu gitnast og best umtóktar. Í sambandi við ymsar siðir bóru obain og høvdingar hansara prýðilig vápn.
Politikkur
rættaFólkaræði
rættaLandið, sum áður æt Dahomey (gamlanavn sítt Benin fekk tað aftur í 1975), loysti frá Fraklandi í 1960. Síðan tá hava fleiri hernaðarstýri skiftst um at stýra, og landið hevur eisini havt einflokkaskipan. Benin var fyrsta land í Afrika, sum skifti frá einflokkaskipan til fólkaræðiliga fleirflokkaskipan. Tað var í 1991.
Deyðarevsing
rættaÍ Benin er deyðadómur. Í løtuni eru í minsta lagi 14 fólk dømd til deyða í Benin. Ongin hevur verið tikin av døgum í Benin tey seinastu tjúgu árini, hóast revsilógin hevur loyvt deyðarevsing. Seinasta deyðarevsing í Benin fór fram í 1987. Tjóðartingið atkvøddi í 2011 fyri at ratifisera altjóða sáttmálan, sum bannar deyðarevsing [2].
Keldur
rætta- ↑ http://www.bbc.co.uk/worldservice/africa/features/storyofafrica/4chapter7.shtml
- ↑ http://www.amnesty.org/en/news-and-updates/benin-closer-abolishing-death-penalty-2011-08-19