Amsterdam
Flagg | |
---|---|
Grunddáta | |
Land: | Niðurlond |
Vídd: | 219 km² |
Íbúgvar (2014): | 809 892 |
fyri km²: | 3 698/km² |
Tíðarzona: | UTC +1 |
Heimasíða: | amsterdam.nl |
Amsterdam er ein kommuna og høvuðsstaður í Niðurlondum. Í 17. øld var Amsterdam uppi í øllum møguligum heimshandli. Múgvandi keypmenn lótu grava siglingarveitir, sum krossskera seg ígjøgnum býin, og bygdu høgu, smølu húsini, ið standa fram við veitunum. Siglingarveitir, stívar 80 km langar, eru grivnar ígjøgnum býin. Skal ferðamaðurin hyggja seg um í býnum, ger hann rættast at fara við báti eftir vatnvegunum. Veitir knýta Amsterdam saman við Ríná og hin partin í Niðurlondum. Amsterdam er høvuðsstaður og landsins størsti býur. Í býnum eru eisini gitin listasøvn, til dømis van Gogh listasavnið og Rijkmuseum. Har eru málningar, sum mætir listamenn hava málað, eitt nú Rembrandt (1606-1669).
Nú á døgum er Amsterdam heimsgitin miðdepil fyri diamantbrýning; har eru heimsins fremstu virki at brýna og slípa diamantar.
Býarpartar
rættaKend fólk úr Amsterdam
rættaÁvísingar úteftir
rætta- Heimasíðan hjá býnum (amsterdam.nl) á niðurlendskum og á enskum
Keldur
rætta- Upplýsingarnar um Amsterdam eru fingnar til vega frá niðurlendsku og ensku útgávuni av Wikipediu.