Thorstein Petersen (21. august 18994. mai 1960) var løgfrøðingur, politikari fyri Fólkaflokkin og fyrsti stjóri hjá Sjóvinnubankanum.

Thorstein Petersen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 21. aug 1899 í/á Tórshavn
Andaðist 4. mai 1960 í/á Tórshavn
Alma mater Københavns Universitet
Starv politikari, advokatur, bank manager, consul
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin, Vinnuflokkurin
Foreldur faðir Thomas Juul Petersen
Mál danskt mál
Dátuheiti
VIAF 305443300
LCAuth n2013067700
Commons Thorstein Petersen

Thorstein Petersen varð borin í heim í Havn 21. august 1899. Aftan á barnaskúlagongd fór hann til Danmarkar at taka studentsprógv og lesa løgfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Tá hann í 1928 hevði staðið løgfrøðisprógv, kom hann aftur til Havnar, har hann setti seg niður sum sakførari. Í 1932 gjørdist hann stjóri í nýstovnaða Sjóvinnubankanum og sat í hesum starvi fram til kreppuna hjá Sjóvinnubankanum í 1951.

Tíðliga kom hann upp í politikk. Hann sat á tingi fyri Fólkaflokkin í Suðurstreymoy 1940-1954, og var fleiri skeið tingformaður. Hann var landsstýrismaður 1950-1951 og fólkatingsmaður 1943-1950, varð aftur valdur á fólkating í 1957, men misti valbærið orsakað av leikluti sínum í Sjóvinnubankamálinum í 1951. Hann doyði 4. mai 1960.

Politiska lívsleiðin

rætta

Sí eisini

rætta
  • Mohr, Høgni: Men hvar er tann nevin sum slær, Sprotin 2012, ISBN 98-99918-71-80-6

Keldur

rætta