Diego Armando Maradona Franco, (føddur 30. oktober 1960 í Lanús, Buenos Aires - deyður 25. november í Tigre, Buenos Aires) var ein argentinskur fótbóltsleikari, sum av mongum varð mettur at vera heimsins besti fótbóltleikari nakrantíð. Í 2000 vórðu hann og brasiliumaðurin Pelé av FIFA kosnir bestu fótbóltsleikarar í 20. øld.

Diego Maradona
Maradona 1986 vs italy.jpg
Maradona eftir at hann skoraði móti Italia á HM 1986 í Meksiko
Persónlig kunning
Fult navnDiego Armando Maradona Franco[a]
Føðingardagur30. oktober 1960
FøðistaðurLanús, Buenos Aires, Argentina
Deyðadagur25. november 2020 (60 ár)
Hædd165 cm (5 ft 5 in)
PlássÁloypandi miðvallaleikari
áloypari[2][3][4][5]
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
1976–1981Argentinos Juniors167(116)
1981–1982Boca Juniors40(28)
1982–1984Barcelona36(22)
1984–1991Napoli188(81)
1992–1993Sevilla26(5)
1993–1994Newell's Old Boys5(0)
1995–1997Boca Juniors30(7)
Tilsamans491(259)
Landslið
1977–1979Argentina U2024(13)
1977–1994Argentina91(34)
Venjari
1994Mandiyú de Corrientes
1995Racing Club
2008–2010Argentina
2011–2012Al Wasl
2013–2017Deportivo Riestra (hjálparvenjari)
2017–2018Fujairah
2018–2019Dorados de Sinaloa
2019–2020Gimnasia de La Plata
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only.
† Dystir (Mál).

Lívsleiðin í fótbóltiRætta

Maradona fekk á ungum árum eyknevnið "El Pibe de Oro" ("Gulldrongurin"), og hetta navnið hekk við øll árini hann leikti.

Maradona spældi fyri tað mesta sum álopsleikari ella offensivur miðvallari. Taktiskt hevði hann ofta leiklutin sum klassiskur 10'ari. Maradona gjørdist tvær ferðir heimsins dýrasti fótbóltsleikari; fyrst tá hann í 1982 skifti úr Boca Juniors til Barcelona fyri 55 mió.kr. og aftur í 1984, tá hann skifti úr Barcelona til Napoli fyri 75 mió.kr. Bestu árini hevði Maradona í Napoli, har hann spældi frá 1984 til 1991. Men harumframt spældi hann eisini við Argentinos Juniors, Boca Juniors, Barcelona, Sevilla og Newell's Old Boys.

Við landsliðnum spældi hann frá 1977 til 1994 91 landsdystir og skeyt 34 mál. Hann var við í 4 HM-endaspølum (1982-1994).

Í HM 1986 í Meksiko varð Maradona kosin besti leikari, og hann átti sera stóran leiklut í, at Argentina gjørdist heimsmeistari. Í fjórðingsfinaluni móti Englandi, sum Argentina vann 2-1, gjørdi Maradona bæði málini. Tað fyrra slerdi hann í málið við "Guðs hond", meðan tað seinna var eitt frálík einmansavrik, har hann rann 60 metrar, meðan hann hegnisliga sneiddi fimm mótstøðuleikarar umframt málverjan av og setti bóltin í mál. Hetta seinna málið varð í 2002 í atkvøðugreiðslu á FIFA.com kosið besta mál í 20. øld.

Maradona hevur eisini roynt seg sum venjara, millum annað sum landsliðsvenjara hjá Argentina í 2008-10.

DeyðiRætta

Hin 2. november 2020 bleiv Maradona innlagdur á sjúkrahús í La Plata, eftir øllum at døma av sálarligum orsøkum. Eitt umboðsfólk fyri fyrrverandi fótbóltsleikaran segði, at støðan ikki var álvarsom.[6] Dagin eftir bleiv han skurðviðgjørdu akutt í heilanum fyri at viðgerða eitt subduralt hematom.[7] Hann varð útskrivaður frá sjúkrahúsinum hin 12. november eftir væleydnaða skurðviðger og bleiv fylgdur av læknum ambulant.[8][9] Hin 25. november 2020 doyði Maradona 60 ára gamal av akuttum hjartatilburði í heimi sínum í Tigre, Buenos Aires, Argentina. Í einari fráboðan á sosialu miðlunum vísti Argentinska Fótbóltssambandi teirra djúpu sorg um deyðsfallið av teirra stóru legendu og skrivaðu m.a. at "Tú fert altíð at vera í okkara hjørtum".[10] Forsetin Alberto Fernández lýsti tríggir dagar landasorg.[11][12]

Ávísing úteftirRætta

NoturRætta

  1. Sambært almennu heimasíðuni hjá FC Barcelona, er eftirnavn hansara "Maradona", í tráð við argentinska siðvenju.[1]

KeldurRætta

  1. "Profile: Diego Armando Maradona Franco". FC Barcelona. https://www.fcbarcelona.com/club/history/card/diego-armando-maradona. Heintað 8. september 2015. 
  2. Maradona tricks and skills videos of the best soccer, football players ever. Football-tricks.com. Retrieved 31 March 2013.
  3. Diego Maradona dominated 1986 World Cup after position switch – Jonathan Wilson – SI.com. Sportsillustrated.cnn.com (27 May 2010). Retrieved 31 March 2013.
  4. Diego Maradona: ‘The Soccer Guru’. The Viewspaper (25 June 2010). Retrieved 31 March 2013.
  5. Diego Maradona – Profile of Soccer Player Diego Maradona. Worldsoccer.about.com. Retrieved 31 March 2013.
  6. Rey, Deborah; McStay, Kirsten (3 November 2020). "Football legend Diego Maradona admitted to hospital with signs of depression" (in en). https://www.dailyrecord.co.uk/entertainment/football-legend-diego-maradona-admitted-22948500. 
  7. "Argentina great Maradona to have emergency brain surgery". ESPN. 3 November 2020. https://www.espn.com/soccer/argentina-arg/story/4225282/argentina-great-maradona-to-have-emergency-brain-surgery. Heintað 3 November 2020. 
  8. CNN, Tatiana Arias and Hugo Correa. "Diego Maradona discharged from clinic following successful brain surgery". https://edition.cnn.com/2020/11/12/football/diego-maradona-hospital-discharge-spt-intl/index.html. 
  9. "Diego Maradona dies aged 60" (in en). 2020-11-25. https://www.independent.co.uk/sport/football/news/diego-maradona-dead-age-cause-b1761813.html. 
  10. "Diego Maradona: Argentina legend dies aged 60". BBC News. https://www.bbc.co.uk/sport/football/54810392. 
  11. Ben Church (25. november 2020). "Diego Maradona dies aged 60". CNN. https://edition.cnn.com/2020/11/25/football/diego-maradona-death-argentina-spt-intl/index.html. Heintað 25. november 2020. 
  12. Maradona er deyður, vp.fo, 25. november 2020