HM fótbóltur

(Ávíst frá FIFA World Cup)

HM í fótbólti (enskt: FIFA World Cup) er størsta undirhaldshending í heiminum. Einki annað tiltak savnar líka nógv fólk frammanfyri sjónvarpsskermarnar sum hendan kappingin, ið verður avgjørd fjórða hvørt ár. Men soleiðis hevur ikki altíð verið.

HM fótbóltur
Stovnað 1930
Región Altjóða (FIFA)
Tal av liðum 32 (finalur)
209 (skikkaði til innleiðandi)
Núverandi meistarar  Týskland (4. tittul)
Lið við besta avriki  Brasil (5 titlar)
Sjónvarpssendistøðir Listi yvir rásir
Heimasíða fifa.com/worldcup
Kvalifisering til HM í fótbólti 2018

FIFA verður stovnað

rætta

Í 1904 var fundur hildin í Paris við tí endamáli at seta á stovn eina heimssamgongu fyri fótbóltssambond. - Federation Of International Football Asssociations (FIFA), sum samgongan kom at eita, hevði upprunaliga sjey limalond; Belgia, Danmark, Frakland, Niðurlond, Spania, Sveis og Svøríki. Bretsku fótbóltssambondini (Ongland, Skotland, Írland og Wales) vóru ikki umboðað á fundinum, m.a. orsaka av, at fótbólturin longu var professionel ítrótt í Bretlandi. Nýstovnaða fótbóltssamgongan setti sær m.a. sum mál at skipa fyri eini Heimsmeistarakapping.

Bretar seta seg uttanfyri

rætta

Tá ið Fyrri Heimsbardagi brast á, var FIFA vaksið og kundi nú av røttum kallast ein heimsfelagsskapur; Brasil, Argentina, USA og "heimalondini" Ongland, Írland, Skotland og Wales vóru nú komin við. Hóast hesa vaksandi undirtøku vóru trupulleikar fyri framman. Eftir kríggið vildi Ongland (og teir fingu stuðul frá Skotlandi, Írlandi, Wales, Fraklandi og Belgia) ógvuliga treyðugt spæla dystir móti gomlu fíggindunum úr Týsklandi, Eysturríki og Ungarn, og á fundi í Bruxelles í 1919 varð samtykt "ikki at hitta neutralar samgongur ella neutral feløg, ið hava spælt móti samgongum, ella feløgum úr Miðveldunum", og soleiðis settu bretar seg sjálvar uttanfyri heimsfelagsskapin. Í Belgia broyttu tey skjótt meining, tí tey skuldu vera OL-vertir í 1920, og kundu tí ikki loyva sær slíkan hugburð.

Fótbóltur er fyri professionellar

rætta

Á fundinum í 1926 staðfesti Henri Delauny, sum var formaður í fronsku fótbóltssamgonguni, at "Ein altjóða fótbóltskapping kann ikki longur vera partur av Olympisku Leikunum, ið er fyri amatørar, tí professionalisman er komin. Spurningurin var bara, hvussu ein professionellur fótbóltsspælari skuldi definerast. Bretsku fótbóltssamgongurnar, ið nú aftur vóru komnar upp í FIFA, ivaðust ikki og settu fram sína definitión fyri hinum limalondunum; men tey høvdu ilt við at semjast um bretsku loysnina, og hesaferð var ósemjan verri at bøta, og tí hildu bretar seg burtur frá Heimsmeistarakappingini í mong ár. Men HM kom tó kortini.

Fyrsta HM endaspælið verður fyrireikað

rætta
 

Á FIFA fundinum í 1928 varð skotið upp at fara undir fyrireikingarnar til HM kappingina í fótbólti. 25 limalond atkvøddu fyri uppskotinum; bert Svøríki, Danmark, Noreg, Finnland og Estland atkvøddu ímóti. Hugo Meisl fekk uppgávuna at leggja kappingina til rættis. Meisl var ein av fremstu monnunum í Miðevropiskum fótbólti, og hevði um hetta mundið skipað fyri teimum væleydnaðu kappingunum Mitropa Cup, ið var kapping fyri feløg, og Nations Cup, ið var fyri landsliðini hjá Kekkoslovakia, Eysturríki, Sveis, Italia og Ungarn. Fyri at kappingin skuldi eydnast og av røttum kunna bera heitið Heimsmeistarakapping Í Fótbólti, mátti ein háttur finnast at fáa londini í Suðuramerika við.

Tey lond, sum ynsktu at vera vertir, vóru Svøríki (hóast teir høvdu atkvøtt ímóti kappingini!), Niðurlond, Spania og Ungarn; men kortini var tað Uruguei, sum fekk heiðurin. Landið vann Olympisku kappingina í 1928 og bjóðaði sær til at rinda allar útreiðslurnar hjá teimum luttakandi landsliðunum.

Myndahøggarin Abel Lafleur evnaði steypin til, ið fekk navnið "Jules Rimet Steypið" at heiðra formannin hjá FIFA, tí hansara eldhugur hevði verið so avgerandi fyri at fáa HM kappingina av bakkastokki.

Dato: 13/7 - 30/7

Luttakarar (13)

rætta

Argentina - Belgia - Bolivia - Brasil - Kili - Frakland - Jugoslavia - Meksiko - Paraguei - Peru - Rumenia - USA - Uruguei.

Finala

rætta
  • Uruguei 4 (Dorado 1-0, Cea 2-2, Iriarte 3-2, Castro 4-2)
  • Argentina 2 (Peucelle 1-1, Stábile 1-2)

Málríkasti dystur

rætta

Úrslit

rætta
Ár Vertur Vinnari Úrslit Nummar tvey Triðjapláss Úrslit Fjórðapláss Tal av liðum
1930
Smálutir
  Uruguai  
Uruguei
4–2  
Argentina
 
USA
[note 1]  
Jugoslavia
13
1934
Smálutir
  Italia  
Italia
2–1 (E.l.l.)  
Kekkoslovakia
 
Týskland
3–2  
Eysturríki
16
1938
Smálutir
  Frakland  
Italia
4–2  
Ungarn
 
Brasil
4–2  
Svøríki
16/15

[note 2]

1950
Smálutir
  Brazil  
Uruguei
Tað var ongin almennur finaludystur á HM 1950.[2]  
Brasil
 
Svøríki
[note 3]  
Spania
16/13

[note 4]

1954
Smálutir
  Sveis  
Vesturtýskland
3–2  
Ungarn
 
Eysturríki
3–1  
Uruguei
16
1958
Smálutir
  Svøríki  
Brasil
5–2  
Svøríki
 
Frakland
6–3  
Vesturtýskland
16
1962
Smálutir
  Kili  
Brasil
3–1  
Kekkoslovakia
 
Kili
1–0  
Jugoslavia
16
1966
Smálutir
  England  
Ongland
4–2 (E.l.l.)  
Vesturtýskland
 
Portugal
2–1  
Sovjetsamveldið
16
1970
Smálutir
  Mexico  
Brasil
4–1  
Italia
 
Vesturtýskland
1–0  
Uruguei
16
1974
Smálutir
  Vesturtýskland  
Vesturtýskland
2–1  
Niðurlond
 
Pólland
1–0  
Brasil
16
1978
Smálutir
  Argentina  
Argentina
3–1 (E.l.l.)  
Niðurlond
 
Brasil
2–1  
Italia
16
1982
Smálutir
  Spania  
Italia
3–1  
Vesturtýskland
 
Pólland
3–2  
Frakland
24
1986
Smálutir
  Meksiko  
Argentina
3–2  
Vesturtýskland
 
Frakland
4–2 (E.l.l.)  
Belgia
24
1990
Smálutir
  Italia  
Vesturtýskland
1–0  
Argentina
 
Italia
2–1  
Ongland
24
1994
Smálutir
  USA  
Brasil
0–0 (E.l.l.)
(3–2b)
 
Italia
 
Svøríki
4–0  
Bulgaria
24
1998
Smálutir
  Frakland  
Frakland
3–0  
Brasil
 
Kroatia
2–1  
Niðurlond
32
2002
Smálutir
  Suðurkorea
&   Japan
 
Brasil
2–0  
Týskland
 
Turkaland
3–2  
Korea Republic
32
2006
Smálutir
  Týskland  
Italia
1–1 (E.l.l.)
(5–3b)
 
Frakland
 
Týskland
3–1  
Portugal
32
2010
Smálutir
  Suðurafrika  
Spania
1–0 (E.l.l.)  
Niðurlond
 
Týskland
3–2  
Uruguei
32
2014
Smálutir
  Brasil  
Týskland
1–0 (E.l.l.)  
Argentina
 
Niðurlond
3–0  
Brasil
32
  • e.l.l.: eftir longda leiktíð
  • b: eftir brotsspark-kapping (after penalty shoot-out)
Viðmerkingar
  1. Tað var ongin almennur dystur í World Cup 1930 um triðjaplássið. USA og Jugoslavia taptu í hálvfinalum. FIFA viðurkennur nú USA sum triðjapláss og Jugoslavia á fjórðaplássi við at hyggja at øllum úrslitunum hjá liðunum í kappingini.[1]
  2. Eysturríki tók seg úr kappingini eftir javnleikin, sum eitt úrslit av Anschluss við Týskland: summir eysturríkskir leikarar gjørdist síðan partur av týska hópinum, og so vóru 15 lið eftir í kappingini.
  3. Keldufeilur: Invalid <ref> tag; no text was provided for refs named wc1950
  4. Bara 13 lið spældu við á HM í fótbólti 1950.[2] 16 lið komu við í seeding-bólkin til lutakastið. Men bæði Turkaland og Skotland tóku seg aftur, áðrenn lutakastið. Frakland, ið var sligið út í undankappingini, varð boðið við í staðin, og so vóru 15 lið í kappingini. Eftir lutaksstið tóku bæði Frakland og India seg úr kappingini, so tað tá ið av tornaði bert vóru 13 lið í luttóku í kappingini.

Lið ið náddu topp fýra

rætta
Lið Titlar Nummar tvey Triðjapláss Fjórðapláss Topp 4
endapláss
Topp 3
endapláss
Topp 2
endapláss
  Brasil 5 (1958, 1962, 1970, 1994, 2002) 2 (1950*, 1998) 2 (1938, 1978) 2 (1974, 2014*) 11 9 7
  Týskland^ 4 (1954, 1974*, 1990, 2014) 4 (1966, 1982, 1986, 2002) 4 (1934, 1970, 2006*, 2010) 1 (1958) 13 12 8
  Italia 4 (1934*, 1938, 1982, 2006) 2 (1970, 1994) 1 (1990*) 1 (1978) 8 7 6
  Argentina 2 (1978*, 1986) 3 (1930, 1990, 2014) &
&
5 5 5
  Uruguei 2 (1930*, 1950) &
&
3 (1954, 1970, 2010) 5 2 2
  Frakland 1 (1998*) 1 (2006) 2 (1958, 1986) 1 (1982) 5 4 2
  Ongland 1 (1966*) &
&
1 (1990) 2 1 1
  Spania 1 (2010) &
&
1 (1950) 2 1 1
  Niðurlond &
3 (1974, 1978, 2010) 1 (2014) 1 (1998) 5 4 3
  Kekkoslovakia# &
2 (1934, 1962) &
&
2 2 2
  Ungarn &
2 (1938, 1954) &
&
2 2 2
  Svøríki &
1 (1958*) 2 (1950, 1994) 1 (1938) 4 3 1
  Pólland &
&
2 (1974, 1982) &
2 2 &
  Eysturríki &
&
1 (1954) 1 (1934) 2 1 &
  Portugal &
&
1 (1966) 1 (2006) 2 1 &
  USA &
&
1 (1930) &
1 1 &
  Kili &
&
1 (1962*) &
1 1 &
  Kroatia &
&
1 (1998) &
1 1 &
  Turkaland &
&
1 (2002) &
1 1 &
  Jugoslavia# &
&
&
2 (1930, 1962) 2 &
&
  Sovjetsamveldið# &
&
&
1 (1966) 1 &
&
  Belgia &
&
&
1 (1986) 1 &
&
  Bulgaria &
&
&
1 (1994) 1 &
&
  Korea Republic &
&
&
1 (2002*) 1 &
&
* = vertir
^ = inniheldur eisini úrslit umboðandi Vesturtýskland millum 1954 og 1990

Bestu úrslit eftir heimsparti

rætta
Ferðir tilsamans at lið kvalifisera seg býtt upp eftir sambandi
AFC CAF CONCACAF CONMEBOL OFC UEFA Tilsamans
Lið 32 39 39 80 4 231 425
Topp 16 5 9 13 31 1 81 140[4]
Topp 8 2 3 5 32 0 94 136
Topp 4 1 0 1 22 0 56 80
Topp 2 0 0 0 14 0 26 40
1. 0 0 0 9 0 11 20
2. 0 0 0 5 0 15 20
3. 0 0 1 3 0 16 20
4. 1 0 0 5 0 14 20

HM-vinnarar eftir landi

rætta
Heimsmeistarar Ár
  Brasil 1958, 1962, 1970, 1994, 2002
  Italia 1934*, 1938, 1982, 2006
  Týskland 1954, 1974*, 1990, 2014
  Uruguei 1930*, 1950
  Argentina 1978*, 1986
  Ongland 1966*
  Frakland 1998*
  Spania 2010
*Landið var vertstjóð hetta árið

Toppskjúttar

rætta
 
Miroslav Klose hevur gjørt flest mál í søguni hjá HM-endaspælinum.

Hesir hava skotið tey flestu málini til HM kappingar í fótbólti gjøgnum allar tíðir frá 1930 - 2014 (frá tíggju málum og fleiri):

Mál Málskjútti
16   Miroslav Klose
15   Ronaldo
14   Gerd Müller
13   Just Fontaine
12   Pelé
11   Jürgen Klinsmann,   Sándor Kocsis
10   Gabriel Batistuta,   Teófilo Cubillas,  Grzegorz Lato,   Gary Lineker,   Helmut Rahn,   Thomas Müller

Hygg eisini at

rætta

Keldur

rætta
  1. "1930 FIFA World Cup". FIFA.com. Fédération Internationale de Football Association. http://www.fifa.com/tournaments/archive/worldcup/uruguay1930/index.html. Heintað 5 March 2009. 
  2. 2.0 2.1 "1950 FIFA World Cup". FIFA.com. Fédération Internationale de Football Association. http://www.fifa.com/tournaments/archive/worldcup/brazil1950/index.html. Heintað 5 March 2009. 
  3. Keldufeilur: Invalid <ref> tag; no text was provided for refs named successor
  4. The 1982 edition in Spain had a format with a second round consisting of 12 teams instead of 16, 4 of which qualified to the semi-finals.
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið