Hotel Føroyar er eitt hotell í Tórshavn, sum læt upp í mai 1983 við sama navni. Fá ár seinni, miðskeiðis í 1980'árunum, keypti reiðarin Jákup Joensen (Jákup í Lopra) hotellið, sum fekk navnið Hotel Borg. Navnið minti harvið um nøvnini á skipum hansara, sum øll endaðu við borg, eitt nú Akraborg, Nýborg og Polarborg. Í 1991 keypti Smyril Line hotellið og rak tað til 2005, tá tað varð selt til ein bólk av starvsfólkum og aðrar íleggjarar.[1] Hotellið liggur omanfyri Havnina við útsýni yvir býin, Viðalundina Kerjalon og Nólsoynna. Stutt frá hotellinum liggur Vallaraheimið Kerjalon.

Hotel Føroyar í 2005.

Tá hotellið varð bygt var uppgávan hjá arkitektunum var at laga seg sum best til lendið og landslagið. Uttan er Hotel Føroyar eyðkent fyri sínar longu linjur í landslagnum. Húsið er ein partur av nátturini, líkasum skorið inn í lendið við hamrum, men hesir hamrar eru úr glasi, sum skyggja í ljósinum.[2] Hotellið hevur flagtak.

Kunning

rætta
  • Bygt ár: 1983.
  • Kømur: 106.
  • Teknað hotellið hevur: Friis & Moltke A/S.
  • Matstova: KOKS og GRAS.

Samband

rætta
  • Adressa: Oyggjarvegur 45, 110 Tórshavn, Føroyar.
  • Tel.: 317500.
  • T-postur: hf@hotelforoyar.fo.

Keldur

rætta
  1. "travelpeople.dk". http://www.travelpeople.dk/2006/2006010202.htm. Heintað 2014-08-07. 
  2. "hotelforoyar.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-10-18. https://web.archive.org/web/20141018115113/http://www.hotelforoyar.fo/index.asp?pID=%7B71EBF52F-184D-4A3B-A408-E5E6A93820FE%7D. Heintað 2014-08-07. 

Útvortis ávísing

rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið