Jákup Joensen

føroyskur reiðari og politikari

Jákup Joensen (føddur 21. september 1929 í Sumba, deyður 8. januar 2016 í Vági), vanliga nevndur Jákup í Lopra, var ein føroyskur vinnulívsmaður og politikari (Sambandsflokkurin).

Jákup Joensen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 21. sep 1929 í/á Sumba
Andaðist 8. jan 2016 í/á Vágur
Starv reiðari, politikari, vinnulívsfólk
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin
Dátuheiti

Hann vaks upp í Sumba, foreldur hansara vóru Poul Sofus Joensen og Paula Sofie Joensen. Hann tók studentsprógv í 1950, próvtøku sum heimaskipari í 1953 og stýrimans- og skipsførarapróvtøku í 1956.[1]

Í nógv ár virkaði Jákup sum skipsførari og sum reiðari og búði í Lopra ein stóran part av lívinum og varð tí av mongum nevndur Jákup í Lopra, eftirsum hann ikki var einnevndur í Suðuroynni. Reiðaríið hjá Jákupi og øðrum átti fleiri trolarar í 1970-árunum og 1980-árunum. Skipini høvdu tað til felags, at nøvnini endaðu við "borg", t.d. Polarborg, Nýborg, Akraborg, Brimborg. Skipini vóru bygd á Sunnmøre í Noregi og í Føroyum.[2][3][4] Fyrsti trolarin var "Akraborg", ið varð bygdur í Brattvåg í Noregi 1961.[5] Í 1977 fóru Jákup Joensen og fleiri aðrir reiðarar í holt við at byggja eitt nýtíðar flakavirki, ið fekk navnið Polarfrost. Tað varð bygt niðri á havnalagnum í Vági, og nýggjur kajkantur varð gjørdur. Jákup Joensen gjørdist stóri á Polarfrost. Navnið Polarfrost varð áður nýtt til gamla Suðurfisk í Vági.[6][7][8]

Í 1985 keypti hann Hotel Føroyar í Tórshavn. Í kreppuárunum fyrst í 1990-árunum fóru trolararnir og flakavirkið á heysin[9] og hotellið varð selt og Jákup misti nógvan pening.[10]

Tá ið Jákup var 75 ára gamal, setti hann á stovn eitt fiskavirki í Lopra. Nøkur ár seinni setti hann á stovn annað virksemi í sama bygningi, tað var fyritøkan Kirvi, ið framleiðir og selur kelduvatn úr Suðuroynni í stórum plasíløtum. Virkið er uppkallað eftir einum fjalli í Lopra. Í 2012 seldi Jákup virkið til nýggir eigarar, hesir hava síðan víðka um vørurnar og framleiða eisini kelduvatn í hálvlitursfløskum.[11]

Jákup Joensen varð valdur inn í Sumbiar bygdarráð, har hann sat í nøkur ár. Seinni varð hann valdur inn á Føroya Løgting fyri Suðuroynna 1994–1998.[1] Hann var formaður í Løgtingsins samferðslunevnd og næstformaður í Løgtingsins fiskivinnunevnd og Løgtingsins vinnunevnd.[12]

Tey seinastu árini av lívi sínum búði hann á ellisheiminum Hamragarður í Vági.

Keldur

rætta
  1. 1.0 1.1 Dahl, Árni (2002). "Jákup Joensen". Løgtingið 150 – Hátíðarrit 2. Tórshavn: Løgtingið. p. 300. Archived from the original on 2012-07-17. Retrieved 2016-01-10. 
  2. "Nyborg" (in enskt). shipspotting.com. http://www.shipspotting.com/gallery/photo.php?lid=356851. Heintað 8. august 2014. 
  3. "Polarborg I - IMO 7424657" (in enskt). shipspotting.com. http://www.shipspotting.com/gallery/photo.php?lid=1387665. Heintað 8. august 2014. 
  4. Kirke, Álvur. "Brimborg, Vágur". Gomul føroysk skip. http://www.gomul-skip.dk/56256449?i=92967250. Heintað 8. august 2014. 
  5. "Skip í Vágum 2000-2012". Skipini í Vágum. http://www.vagaskip.dk/53658434. Heintað 8. august 2014. 
  6. "Tíðindi úr Suðuroy". Tíðindablaðið: s. 7. 1. mai 1974. ISSN 14. http://timarit.is/files/25007366.pdf. [deyð leinkja]
  7. "Hvat kann gerast fyri Suðuroynna?". FF Blaðið: s. 13–14. 3. februar 2005. ISSN 335. http://www.fiskimannafelag.fo/media/8896/335.pdf. 
  8. "Á ferð í Suðuroy: Íbúð í Lopra". FF Blaðið. 2. september 2004. s. 12–13. http://www.fiskimannafelag.fo/media/8866/325.pdf. 
  9. Holm, Dennis og Mortensen, Bogi (2007). Vinnulívið í Suðuroynni í 2006. Tórshavn: Granskingardepilin fyri økismenning. p. 13. ISBN 99918-60-09-6. 
  10. Mortensen, Thomas Bjerg (20. juni 1995). "Historien om Jakup i Lopra" (in danskt). Berlingske Tidende. 
  11. "Um Kirvi". Kirvi Lopransvatn. http://kirvi.fo/?page_id=26. Heintað 6. august 2014. 
  12. Árbók fyri Føroyar 1996. Tórshavn: Hagstova Føroyar. 1996.