Firðir og sund skilja oyggjarnar í Føroyum frá hvørjari aðrari. Í ístíðini hava jøklarnir grivið firðir og sund, og skapað tey høgu bjørgini. Í flestum fjørðum er óføra harður streymur, men í summum er deyðavatn. Suðuroyarfjørður er millum Suðuroynna og Dímunar báðar, og millum Stóru Dímun og Skúvoynna er Dímunarfjørður. Skúvoyarfjørður skilir Skúvoynna og Sandoynna frá hvørkari aðrari, og millum Sandoynna og Hest er Skopunarfjørður. Sundið millum Hest og Koltur eitur Kolturssund. Millum Hest og Koltur vestanfyri og Streymoynna eystanfyri er Hestfjørður, og havið millum Koltur og Vágar eitur Vágafjørður. Mykinesfjørður er millum Mykines og Vágar, og sundið millum Streymoynna og Vágar eitur Vestmannasund. Millum Nólsoynna og Streymoynna er Nólsoyarfjørður. Tangafjørður er millum Eysturoynna og Streymoynna frá Kollafirði suðureftir, og frá Kollafirði norðureftir millum Streymoynna og Eysturoynna eru Sundini. Frá Fuglafirði suðureftir millum Eysturoynna vestanfyri og Borðoynna og Kalsoynna eystanfyri er Lervíksfjørður, og frá Fuglafirði norðureftir millum Kalsoynna og Eysturoynna eru Djúpini. Kalsoyarfjørður er millum Kunoynna og Kalsoynna, og millum Brattanes (suðurendan á Kunoy) og Borðoynna er Pollurin. Sundið millum Borðoynna og Kunoynna frá Pollinum norðureftir eitur Haralssund. Hvannasund er millum Borðoynna og Viðoynna, Svínoyarfjørður er millum Viðoy og Borðoy vestanfyri og Svínoy eystanfyri, og Fugloyarfjørður er millum Fugloynna og Svínoynna.

Á myndini ovast sæst Kaldbaksfjørður.

Listi rætta

 
Skálafjørður er longsti fjørður í Føroyum.
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið