Skansin
Havnar skansi á Stanganesi verður mettur sum eitt av fremstu fornminnum Føroya og er einasta skansaverk av sínum slag í landinum. Havnar skansi er friðaður. Magnus Heinason skal hava staðið fyri at byggja ein skansa uml. 1580, og skansin verður fyrstu ferð nevndur og staðsettur Yviri við Strond í sjókorti hjá niðurlendinginum Lucas Janszoon Waghenaer í 1583. Innaru virkini á skansanum stava helst frá 1600-talinum, meðan stjørnuskapið stavar frá tíðini eftir at Born gjørdist kommendantur í Føroyum í 1782. Havnar skansi á Stanganesi verður mettur at hava nationalan týdning sum monument og týðandi fornminni eins væl og søguligan týdning í altjóða høpi.
Fyri nøkrum árum síðani varð Skansin settur í stand; har er eitt gamalt vaktarhús og tvær kanónir frá krígnum umframt nakrar málm-kanónir frá 1782. Havnar skansi var í brúki til 1945. Fyrst sum skansi at verja Havnina og handilin úti í Havn, frá 1865 sum varðhald hjá politivaldinum og undir Seinna heimsbardaga sum høvuðsstøð hjá bretska hervaldinum. Eftir Seinna heimsbardaga fóru føroyskir myndugleikar at hugsa um, hvussu Havnar skansi kundi verða varðveittur og settur í stand, so hann kundi verða Føroya fólki at gagni sum savn og fríøki.
Søga
rættaHildið verður, at Magnus Heinason, tjóðarhetja og handilsmaður, í 1580 grundaði tann fyrsta skansan á sama stað, har tann núverandi aftaná fleiri broytingar fram til 1790, enn er at síggja. Skansin skuldi saman við einum battaríi ytst á Tinganesi og einum skansa innanfyri Reynagarð verja handilin ímóti fremmandum sjórænarum. Undir 2. heimsbardaga vóru Føroyar hersettar av bretum, og teir høvdu høvuðsstøð sína á skansanum.