Bretska hersetingin í Føroyum
Bretska hersetingin í Føroyum, ella Operation Valentine, vardi frá 12. apríl 1940 til 16. mai 1945 undir seinna heimsbardaga.
Dagarnir eftir 9. apríl 1940, tá ið Danmark og Noreg vórðu hersett av Týsklandi, vóru ørkymlandi fyri føroyingar. Uttan fyrivaring varð alt samband við Danmark kvett. Telegrafsambandið steðgaði longu um morgunin tann 9. apríl og sambandið sjóvegis steðgaði av sær sjálvum. Løgtingið helt fundir við amtmannin um støðuna fyri at avgera, hvørji tiltøk skuldu setast í verk, nú sambandið til Danmark var kvett.
11. apríl frættist, at táverandi enski flotamálaráðharrin, Winston Churchill, hevði hildið røðu í bretska undirhúsinum, har hann viðgjørdi støðuna í Norðurlondum. Í røðuni segði Churchill m.a.:
- Vit eru eisini í hesi løtu í ferð við at herseta Føroyar, sum hoyra til Danmark og sum hermálsliga eru av stórum týdningi, og hvørs fólk hevur hug at taka hjartaliga ímóti okkum. Vit skulu verja Føroyar móti øllum harðskapi, ið stendst av krígnum, og vit fara at brynja okkum væl út til sjós og í luftini, til tann løtan kemur, tá ið vit fara at lata oyggjarnar aftur til eitt frælst Danmark, sum er loyst úr hørðu kúganini, tað er komið í av týska áganginum.
Hesi boðini mundu helst fáa ein og annan upp úr stólinum, og fólk skimaðust íkring og út á hav – men ikki skuggin av nøkrum breta so langt, eygað rakk.
So, um middagsleitið tann 12. apríl, komu tveir enskir oyðarar á Havnina. Tveir yvirmenn komu í land og fyrireikaðu myndugleikarnar upp á ta komandi hersetingina. Oyðararnir fóru avstað aftur, men longu dagin eftir komu teir aftur, hesuferð saman við tveimum vápnaðum trolarum og krússaranum Suffolk. Nú komu tann nýggi enski konsulin, Frederic Mason, og T. B. W. Sandall oberstur í land. Teir hildu stuttan fund við amtmannin og løgtingsformannin, sum handaðu teimum formlig mótmæli í góðsemju, og sostatt var Operation Valentine, bretska hersetingin av Føroyum, veruleiki.
So vórðu teir 250 heldur ørkymlaðu hermennirnir frá Royal Marines settir í land. Marinararnir høvdu ikki fingið at vita, hvar teir skuldu, og fleiri av teimum hildu, at teir vóru í Noregi.
Lovat Scouts
rættaHermennirnir hjá Sandall obersti vóru bara í Føroyum í tveir mánaðar. Tann 25. mai vórðu teir avloystir av Lovat Scouts. Skotska herdeildin var so stór, at teir kundu senda hermenn til so at siga allar oyggjarnar, og sambandið millum ungu hermennirnar og føroyingar varð sera gott. Hermennirnir gjørdust partur av samfelagnum og tóku lut í t.d. grindadrápi, kappróðri á Ólavsøku og sjúkraviðgerð av m. a. særdum sjómonnum av skipum, sum høvdu verið fyri álopi á sjónum.
Sum rímuligt er, kom meir enn so fyri, at ungir hermenn og føroyskar gentur funnu saman. Summir giftust og fingu børn undir útisetuni – og summir vendu aftur til Føroya eftir stríðslok fyri at giftast við føroyskum gentum.
Tað var tí ein sorgardagur tann 10. juni 1942, tá ið føroyingar noyddust at siga farvæl til Lovat Scouts, tá teir vórðu heintaðir av troppaskipinum Lady of Man, og fluttir heim aftur til Skotlands.
Eftir stuttan steðg í Skotlandi, vórðu teir flestu hermenninir í Lovat Scouts sendir til Kanada til stríðsvenjingar á høgum kavakløddum fjøllum. Í 1943 vórðu Lovat Scouts so sendir til Italiu, har teir luttóku í bardøgum til vápnahvíldina í 1945. Mannfallið var stórt í italsku atsóknini, og mangir av teimum ungu skotunum, sum í tvey ár høvdu haft sína dagligu gongd í Føroyum, lótu lív og ella vóru løstaðir í bardøgunum.
The Cameronians
rættaLovat Scouts vórðu avloystir av 12. herdeild av aðrari skotskari herdeild, Cameronians, sum vóru í Føroyum í eitt ár – frá á sumri 1942 til juni mánað í 1943. Eisini hesir hermennirnir vóru vælumtóktir millum føroyingar - eins og aðrar stríðs- og arbeiðseindir, sum komu til oyggjarnar. 12. deild av Cameronians høvdu væntað, at teir skuldu vera við í álopinum á meginlandið. Teir høvdu, sum undangongumennirnir, vant dúgliga meðan teir vóru í Føroyum, og hildu seg vera væl fyri til bardagar. Men soleiðis gekk ikki. Afturkomnir til Skotlands, varð 12. deild niðurløgd, tí at teir ikki høvdu haft møguleika at venja saman við øðrum hereindum, ið skuldu standa fyri álopinum á Evropu. Hermenn og yvirmenn vórðu fluttir til aðrar stríðseindir, og fleiri av teimum hermonnunum, ið høvdu verið í Føroyum, fóru til Norðurafriku, og haðani til Italiu, har teir luttóku í álopinum. Mangir teirra fullu ella særdust á vígvøllum.
Vágar
rættaÁ várið 1942 hevði bretska stríðsleiðslan gjørt av, at flogvøllur skuldi byggjast í Vágum, sum kundi veita stuðul til tann hermálsliga týdningarmikla flutningin um Atlantshav. Hetta førdi við sær, at talið av hermonnum í Føroyum øktist munandi. Tá harðast leikaði á, vóru upp móti 8000 hermenn í Føroyum, yvir 5000 av teimum í Vágunum.
Flogvøllurin og ein miðstøð fyri sjóflogfør á Sørvágsvatni vórðu bygd eftir sera stuttari tíð, og meðan byggingin stóð við, yddi tann annars so friðarliga Vágoyggin við hermonnum frá m. a. Royal Engineers, Royal Pioneers, Royal Artillery og Royal Air Force. Upprunaætlanin var at byggja eina flogstøð har vesturi við 50 flogførum, og yvir 1650 starvsfólkum. Men sum kríggið leið í 1943 – 44, broyttist hermálsliga støðan í Norðuratlantshavi, og hetta førdi við sær, at ætlanin við flogstøðini varð frágingin. Og flogvøllurin, sum upprunaliga skuldi hava tvær lendingarbreytir, endaði við teirri eini breytini. Í 1944 fór bretska hersetingarvaldið undir at flyta hermenn úr Føroyum aftur, og tá ið sigursskrúðgongan varð hildin í Havn tann 13. mai 1945, vóru bara 400 bretar við.
16. mai 1945 endaði bretska hersetingin í Føroyum. Men undir hersetingini vórðu bondini millum Føroyar og Bretland styrkt og hava verið góð síðan.
Bøkur
rætta- Eric Linklater: The Northern Garrisons: The Army at War. London: His Majesty's Stationery Office, 1941
- John F. West: Faroe. The Emergence of a Nation. New York: 1972.
- Niels Juel Arge: Stríðsárini 1940-45. Tórshavn: Hvessingur, 1985-1990. (6 bd.)
- Jákup Thorsteinsson: „Løgting og amtmaður 1940 –1945“ Í: Løgtingið 150. Tórshavn 2002. (PDF-Download) Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine
- James Miller: North Atlantic Front. The Northern Isles at War, Birlinn Limited 2003 (228 síður)
Aðrar ávísingar
rætta- Postverk Føroya[deyð leinkja] (kelda)
- Faroestamps.fo - Stríðsárini Archived 2007-08-09 at the Wayback Machine