Winston Churchill
Sir Winston Leonard Spencer-Churchill Order of the Garter, Order of Merit, Order of the Companions of Honour, Territorial Decoration, Fellow of the Royal Society, Queen's Privy Council for Canada (30. november 1874 – 24. januar 1965) var ein bretskur státsmaður, ið var forsætisráðharri í Stórabretlandi frá 1940 til 1945 og aftur frá 1951 til 1955. Churchill var eisini heryvirmaður í bretska herinum, søgufrøðingur, rithøvundur og listamaður. Hann vann Nobelvirðislønin í bókmentum, og var tann fyrsti persónurin ið var tilnevndur heiðurin sum honorary citizen of the United States. Hann er kendastur sum forsætisráðharri í Stórabretlandi undir 2. heimsbardaga. Hann verður mettur at vera ein av týdningarmiklastu ríkisleiðarum í nýggjari tíð.
The Right Honourable Sir Winston Churchill KG OM CH TD DL FRS RA | |
---|---|
Forsætisráðharri Stórabretlands | |
Í embæti 26. oktober 1951 – 6. apríl 1955 | |
Monarkur | |
Varamaður | Anthony Eden |
Undanmaður | Clement Attlee |
Eftirmaður | Anthony Eden |
Í embæti 10. mai 1940 – 26. juli 1945 | |
Monarkur | George VI |
Varamaður | Clement Attlee |
Undanmaður | Neville Chamberlain |
Eftirmaður | Clement Attlee |
Andstøðuleiðari | |
Í embæti 26. juli 1945 – 26. oktober 1951 | |
Monarkur | George VI |
Forsætisráðharri | Clement Attlee |
Undanmaður | Clement Attlee |
Eftirmaður | Clement Attlee |
Formaður í Konservativa flokkinum | |
Í embæti 9. november 1940 – 6. apríl 1955 | |
Undanmaður | Neville Chamberlain |
Eftirmaður | Anthony Eden |
Verjumálaráðharri | |
Í embæti 28. oktober 1951 – 1. mars 1952 | |
Undanmaður | Emanuel Shinwell |
Eftirmaður | Jallur Alexander av Tunis |
Í embæti 10. mai 1940 – 26. juli 1945 | |
Undanmaður | Lord Chatfield |
Eftirmaður | Clement Attlee |
Persónlig kunning | |
Fødd(ur) | Winston Leonard Spencer-Churchill 30. november 1874 Blenheim Palace, Woodstock, Ongland |
Andaðist | 24. januar 1965 London, Ongland | (aldur 90)
Hvíldarstaður | St Martin's Church, Bladon |
Politiskur flokkur | Conservative (1900–04, 1924–64) Liberal (1904–24) |
Hjúnafelagi(ar) | Clementine Hozier (g. 1908) |
Børn |
|
Foreldur |
|
Alma mater | |
Starvsgrein |
|
Átrúnaður | Anglikanska Kirkjan |
Hertænasta | |
Service/branch | Bretski herurin, Territorial Army |
Ár í tænastu | 1895–1900 1916-18 |
Rank | Oberstloytnantur |
Bardagar/kríggj | Seinna boarakríggið, Fyrri heimsbardagi |
Uppvøkstur
rættaChurchill varð føddur á Blenheim Palace í Oxfordshire. Pápi hansara var politikarin Randolph Churchill, ið var triðji sonur hertogan av Marlborough. Fulla eftirnavn hansara var Spencer-Churchill, men eins og faðirin strikaði hann Spencer og brúkti bert Churchill. Á faðirsíðuni var hann ættaður frá tí stóra enska generalinum John Churchill, tí fyrsta hetoganum av Marlborough. Mamma hansara, Jeanette (Jennie) Jerome, var dóttir amerikanska millióningin Leonard Jerome. Tað at hann var hálvur amerikumaður var nakað ið Churchill seinni ofta skemtaðist við, serliga tá ið hann var saman við Franklin Roosevelt.
Tann ungi Winston Churchill var stóran part av barndóminum á kostskúla, ið var vanligt tá fyri enskir yvirklassadreingir. Til upptøkuroyndina til Harrow School skrivaði hann onki í latínroyndini og varð tí settur í tann lægsta bólkin, har ið tað mesta av undirvísingini fór fram á enskum. Har kláraði hann seg væl. Hann saknaði mammuna, men hon vitjaði hann sjálvdan, sjálvt um hann í brøvum heim bønaði hann um at koma ella um at lata hann sleppa heim.
Hann fylgdi væl við í yrkisleiðini hjá pápanum, men hevði ikki inniligt samband við hann. Einarferð í 1886 skal hann hava sagt: "Pápi mín er fíggjarmálaráðharri, og ein dag skal eg eisini gerast tað.". Óeydnusami barndómur hansara har hann var sera einsamallur, merktu hann restina av lívinum. Hann hevði tó inniligt samband við barnagentuna, Elizabeth Anne Everest. Burtursæð frá enskum, søgu og fekting, kláraði ungi Winston seg illa á Harrow, og hann varð ofta revsaður fyri vánaligt arebeiði og vantandi arbeiðsavrik. Hann var sjálvstøðugur og uppreistrarsinnaður av lindi og noktaði at læra tey klassiku verkini á latíni og grikskum.
Inn í herin
rættaÍ 1893, tá ið hann royndi á triðja sinni, slapp hann inn á krígsskúlan hjá bretska herinum Sandhurst, á kavallerílinjuna (ið var stórt vónbrot hjá pápanum). Tvey ár seinni fekk hann prógv sum ottandi besti av 150 í flokki sínum í desember 1894,[1] og 20 ára gamal varð hann tilnevndur undirloytnantur á 4th Queen’s Own Hussars. Hesin herflokkurin var fluttur í tænastu í Bangalore í India, og tá ið Churchill kom hagar við báti hendi eitt óhapp, tá ið hann gekk í land, og økslin fór úr lið. Hann fekk trupulleikar við økslini fleiri ferðir seinni, og hon fór eisin úr lið aftur seinni.
Í India var týdningarmesta virksemi hjá herflokkinum polo, og tað var ikki nakað ið hevði stóran áhuga hjá tí unga og aktiva unga manninum; hann ynskti fleiri hernaðarligt virksemi. Churchill brúkti rættiliga nógva tíð uppá at útbúgva seg sjálvan við bókum, ið mamman hevði sent honum.
Meðan hann var í India leitaði hann eftir størri avbjóðingum. Í 1895 fingu hann og Reggie Barnes farloyvi fyri at ferðast til Kuba fyri at hyggja at, meðan tær sponsku herdeildirnar bardust móti kubanskum geriljaherdeildum. Churchill gjørdi avtalu við blaðið Daily Graphic har ið hann skuldi skriva um stríðið. Churchill fegnaðist um, at hann fyri fyrstu ferð gjørdist partur av skotbardaga, tað hendi á 21 ára føðingardegi hansara. Á vegnum til Kuba vitjaði hann USA fyri fyrstu ferð. Í 1897 hevði Churchill aftur fingið farloyvi og ferðaðist fyri at eygleiða griksk-turkiska kríggið, men tað var liðugt, áðrenn hann kom hartil. Hann helt tí leiðina fram til Onglands, men á vegnum hoyrdi hann um Pathanuppreisturin í Landnyrðings Marklandslutinum (í dag ein partur av Pakistan) og skundaði sær aftur til India fyri at luttaka í herferðini fyri at niðurberja uppreisturin.
Meðan hann enn alment var við herinum í India, royndi Churchill at fáa loyvi til at sleppa við á herferðina ið skuldi vinna Sudan aftur. Leiðarin fyri herferðina, Lord Kitchener var negativur, men Churchill brúkti síni sambond, og fekk forsætisráðharran Salisbury til at senda eitt fjarrit om málið. At enda fekk Churchill eitt starv við 21. Lancers, ein herdeild hvørs samanseting varð avgjørd úr London og ikki av Kitchener. Churchill var samstundis krígskorrespondentur fyri Morning Post, fyri 15 pund pr grein. Meðan hann var í Sudan, luttók Churchill í tí ið er blivið nevnt sum tað seinasta væleydnaða bretska kavalríálop í slagnum við Omdurman. Í oktober 1898 var hann aftur í Stórabretlandi og byrjaði uppá arbeiði við tvey-bindsverkinum The River War, ið varð útgivið árið eftir.
Í 1899 fór Churchill úr herinum og royndi eina politiska yrkisleið. Hann stillaði upp sum valevni fyri Konservativa flokkin í Oldham í einum millumvali tað árið. Hann gjørdist nummar trý (Oldham hevði tá tvey pláss í Undirhúsinum) og varð ikki valdur inn.
Hin 12. oktober 1899 byrjaði seinna boarakríggið millum Stórabretland og boarar í Suðurafrika. Churchill ferðaðist hagar sum krígskorrespondentur fyri Morning Post við løn á 250 pund fyri fýra mánaðir. Komin fram fekk hann pláss á einum bretskum armeraðum toki (pansaratok). Hetta tokið varð avsporað orsakað av at boarar framdu eitt slysálop. Sjálvt um Churchill ikki var í herbúna, so tók hann ræði, fekk rudda linjuna og fekk lokomotivi og helvtina av tokvognunum avstað við teimum særdu. Churchill sjálvur var ikki so heppin, at hann slapp til rýmingar. Saman við øðrum heryvirmonnum og hermonnum varð hann tikin til fanga og hildin í einum krígsfangalegu í Pretoria.
Churchill megnaði at rýma úr fangaleguni, og við hjálp frá einum enskum námsleiðara flýddi hann yvir 480 kilometrar til portugisiskt øki í Lourenço Marques (dagsins Maputo). Flýggjanin gav honum eina ávísa hetjustøðu í Stórabretlandi, samstundis sum hann fekk ábreiðslur fyri ikki at hava bíða eftir tveimum øðrum, ið høvdu havt ætlanir um at flýggja saman við honum. Churchill ferðaðist við skipi til Durban og helt seg so til herin hjá general Redvers Henry Buller, ið var á veg til at hjálpa teimum bretsku herdeildunum í Ladysmith, og síðan at taka Pretoria.
Hann luttók í slagnum við Spion Kop og var við í teimum fyrstu bretsku herdeildunum, ið brutu kringsetanina av Ladysmith; Winston og systkinabarn hansara Charles Spencer-Churchill riðu í fremstu røð, teir yvirtóku eina fangalegu, har ið 52 boarar góvu seg yvir. Churchill útgav tvær bøkur um boarakríggið, London to Ladysmith via Pretoria og Ian Hamilton's March, tær komu út í mai og oktober 1900, báðar bøkurnar fingu góð ummæli og seldu gott.
Útgivið
rætta- The Story of the Malakand Field Force: An Episode of Frontier War (1898)
- River War: An Historical Account of The Reconquest of the Soudan (1899)
- Savrola, a Tale of the Revolution in Laurania (1900) – einasta skaldsøgan eftir Churchill
- London to Ladysmith via Pretoria (1900)
- Ian Hamilton's March (1900)
- Mr. Brodrick's Army (1903)
- Lord Randolph Churchill (1906)
- My African Journey (1908)
- Liberalism and the Social Problem (1909)
- The People's Rights (1909)
- Irish Home Rule (1912)
- The World Crisis 1911-1918 (1923-31, 6 bind)
- The Aftermath (1929)
- My Early Life (1930)
- India (1931)
- The Unknown War (1931)
- Amid These Storms (1932)
- The Great War (1933-34, 3 bind)
- Great Contemporaries (1937)
- While England Slept (1938)
- Marlborough: His Life and Times (1933–38)
- Step by Step (1939)
- Britain's Strenght (1940)
- Blood, Sweat and Tears (1941)
- On Human Rights (1941)
- The Unrelenting Struggle (1942)
- The end of the Beginning (1943)
- Onwards to Victory (1944)
- Foreign Policy (1944)
- The Dawn of Liberation (1945
- Into Battle (1945)
- Secret Session Speeches (1946)
- Victory (1946)
- Painting as Pastime (1948)
- The Sinews of Peace (1948)
- The Second World War (1948-53, 6 bind).
- Europe Unite (1950)
- Into the Balance (1951)
- Stemming the Tide (1953)
- A History of the English-Speaking Peoples (1954-58, 4 bind)
- The Unwritten Alliance (1961)
- Heroes of History (1968)
- The Roar of the Lion (1969)
- Young Winston's Wars (1972)
- The Collected Works of Sir Winston Churchill (1973-74, 34 bind)
- If I Lived My Life Again (1974)
- Winston Spencer Churchill: His Complete Speeches, 1887-1963 (1974, 8 bind)
- The Collected Essays of Sir Winston Churchill (1976, 4 bind)
- Churchill and Roosevelt (1984, 3 bind, med Franklin D. Roosevelt)
- The Churchill-Eisenhower Correspondence, 1953-1955 (1990)
- The Churchill War Papers: At the Admiralty: September 1939-May 1940 (1993)
Keldur
rætta- ↑ Jenkins, pp. 20–21