Sjórænarar eru menn, ið ræna á sjónum ella frá skipum, sum leggja at á støðum, sum hava ilt við at verja seg, og so ræna teir tað, sum hevur nakað av virði. Bæði fyrr og nú hava sjórænarar eisini rænt fólk, eisini í Føroyum. Summarið 1629 rændu tvey turkisk sjórænaraskip í Hvalba. 6 fólk vórðu dripin og fleiri enn 30 kvinnur og børn vórðu burturflutt. Tey burturfluttu komu ongantíð heim aftur til Føroya.[1]

Sjórænaraskip.

Fyrr í tíðini herjaðu sjórænarar allastaðni, men mest í Karibiahavi, í Indiahavi og aðrastaðni í Asia og fram við landi í Afrika. Flestøll hava lisið um sjórænarar. Hetta eru ógvisligir jassar við klaffa fyri eyganum og við træbeini. Í veruleikanum vóru teir rætt og slætt ránsmenn, sum lupu á friðarlig handilsskip. Tað fyrsta, vit vita um sjórænarar, er fyri 4000 árum síðan, tá ið handilsskip í Miðjarðarhavi stundum vórðu tikin. Mest gjørdu teir um seg umleið 1500 til 1850. Tiltiknasti av øllum sjórænarum var Henry Morgan (1635-1688). Á óvitaárum var hann seldur trælur á Barbados í Karibia. Tilkomin var hann á mangari ránsferð, og sjórænararnir valdu hann flotaovastin sín. Í 1674 setti onglendingakongur hann til varalandshøvding á Jamaika. Kaparar vóru sjórænarar, sum í krígstíð fingu alment loyvi (kaparabræv) at ræna handilsskip hjá fíggindanum. Enn eru sjórænarar í Suðurkinahavi og í Somalia. Teir taka m.a. bátar við flóttafólkum úr Vjetnam.[2] Sjórænarar úr Somalia taka fólk sum gíslar og vilja síðan ikki lata tey leys aftur uttan so at teir fáa eitt sera stórt loysunargjarld afturfyri. Hetta er ein stórur trupulleiki m.a. fyri donsk farmaskip. Skip eru onkuntíð hildin aftur at sjórænarum í meira enn eitt ár.[3]

Gomlu sjórænaraskipini vóru smá, sigldu væl og vóru løtt at stýra. Tey flutu høgt á vatninum, so at tey kundu sigla undan inn á grunt vatn, vórðu tey jagstrað, og flestu teirra høvdu so nógvar kanónir, sum til bar at hava. Summar kanónirnar vóru stórar og brúktu stórar metalkúlur. Aðrar vóru minni og kundu snarast á umsar vegir; tey brúktu blýkúlur. Í bókum og á filmum taka sjórænarar ofta stórt ríkidømi, sum teir sigla til óbygdar oyggjar og grava niður. At finna tað aftur, tekna teir skattakort. Gjaldoyrað, sjórænarar brúktu, var sponsk gullmynt, rópt dublón. Rændu teir gull, smeltaðu teir tað upp aftur til dublónir. Ein dublón var verd átta spanskar eskudo.

Ein tann herviligasti sjórænarin, vit vita um, var onglendingurin Edward Teach, sum varð eyknevndur Svartskeggi. Tað besta, hann fekk at drekka, skuldi vera romm við krúti í. Í bardaga var hann øgiligur: hann bar seks skammbyrsur og flættaði fjús í hárið og festi eld í. Hann doyði umborð á enskum herskipi í 1718.

Keldur rætta

  1. Savn.fo, Sjórænarar
  2. "Aktuelt.fo, Sjórænarar latið gíslar leysar". http://aktuelt.fo/grein/sjoranarar_latid_gislar_leysar. Heintað 2012-09-04. 
  3. Politiken.dk,
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið