Urtapílur (Salix herbacea) er ein lágvaksin runnur av pílafamiljuni, sum sjáldan gerst hægri enn 5 cm. Greinarnar eru langar, krúpandi og veksa fyri tað mesta undir jørð. Einans greinarendarnir eru yvir jørð. Hann blómar í juni-juli og blómurnar hava gulgrøn lívdarbløð. Blómurnar eru evarska lítlar og eru á blómuskipan, sum kallast rekil, kallreklarnir eru gullittir, meðan kvennreklarnir eru reyðir.

Leyv og sáðhylki.

Útbreiðsla: Urtapílur er ein fjallaplanta, lagað til harðført veðurlag og veksur víða um í fjøllum og subarktiskum økjum báðumegin Atlantshavið, í Útnyrðingsasia, Norðurevropa, Grønlandi og Eysturkanada, og longur suðuri á háfjøllum, suður til Pyreneurnar, Alpurnar og Rila í Europa og norðaru Appalachiafjøll í USA. Hann veksur á tundra og mýrulendi, vanliga omanfyri 1.500 m hædd sunnafyri, men niður til sjóvarmálan í arktiskum øki.

Urtapílur í Føroyum: Urtapílur er sera vanligur í Føroyum og veksur víða í haga og á fjallalendi, oftast í mosa.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Sí eisini

rætta