Baraldur
Baraldur (frøðiheiti Juniperus communis) hevur verið nógv vanligari í Føroyum fyrr. Plantusáðkanningar vísa, at baraldur var í stórari afturgongd fyri landnám, helst orsakað av veðurlagsbroytingum, og tá ið fólk búsettust her, minkaði hann uppaftur meira. Tað, sum eftir er av baraldi, hevur verið rímiliga støðugt. Mett verður ikki, at seyður ger stórvegis skaða á barald. Útbreiðslan av vanligum baraldi er pólkringin bæði norðan fyri og sunnan fyri okkum. Baraldur er á reyðlista í Føroyum. Fyrsta skráseting av plantuni, ið er til skjals á Føroya Náttúrugripasavni, er frá 1920, og varð hon tá funnin á Kirkjubøreyni. Onnur skráseting er frá 1924 úr Svínoy. Lítið er til av baraldi á teimum fáu økjunum, har vit finna hann, oftast bert einstakar til heilt fáar plantur á hvørjum plássi. Størsta skipanin er at finna í Svínoy. Oftast er plantan at finna uppi á stórum klettum í hamrum undantikið í Svínoy og á Kirkjubøreyni, har hon veksur í vátlendi.