Heima hvonn ella Bjarga hvonn ( Angelica Archangelica L. ) er ein 120-230 cm høg planta, sum veksur tætt við strondina. Leggurin er snøggur, og blaðleggurin hevur onga ella bara eina grunna foyru. Mittasti blaðparturin er 3-flipputur, og blaðpartarnir eru grovt og óregluliga tentir. Krúnubløðini eru gulgrøn, og skjólið er knattrunt. Rótin og soð av allari plantuni varð áður nýtt m.a. móti landfarsótt og øðrum smittandi sjúkum, yvirhøvur. Eisini Vóru leggurin og blaðstelkarnir nýttir sum leskiligt grønmeti fyrrapart á sumri. Nú verður hvonnin nýtt í køkubúðum og at tilvirka ymiskar likørir av. Plantan er eisini frálíkt kryddarí til snaps. Hvonnin veksur spjadd um alt landið í fuglabjørgum og summastaðni enn í hvanngørðum. Veksur annars í Norður- og Eysturevropa, Norðurasia, og Grønlandi, men dyrkað og villvaksandi fleiristaðni. Ein summarplanta, gerst 100-200 cm høg. Líkist Bakka Sløkju, men er størri og førligari.

Hvonn plantan

Hvonn er ein tveyárig planta, men man kann fáa hana til at liva longri um blomstrini vera skorin av áðrenn tey blóma, ella um plantan skjerst av heilt niðri omanfyri rótina, so deilist plantan og ein nýggj kemur upp. Fræðini missa skjótt eginleikan til at spíra; tí mugu sáðini setast niður skjótast gjørligt um áðrenn heysti byrjar. Best er at planta oman á moldini, tá sólin ger at plantan spírar skjótast, umleið ein metur ímillum sáðini.

Bløðini kunnu takast áðrenn plantan blomstrar, meðan tey enn eru frísk og grøn. Turka tey væl, so halda tey farvu og lugt. Tey eru lekkur at drekka sum Tea. Sum Tea sigist at hvonnin mótvirkar hugin til alkahol og er viðhvørt ein partur av avvenjing. Kann eisini bloyta ein klút við køldum Tea fyri at koyra uppá eyguni fyri at minka um rukkir og troytt eygu. Annars í smør. Kann eisini brúkast í krem, at smyrja á bringuna móti krím. Hvonn er eisini eitt frálíkt krydd. Bløðini og rótin eru serligani góð í fiskarættir. Stelkarnir kókast fyri at fáa tann bitra smakkin úr og kunnu so nýtast sum grønnmeti. Sáðini brúkast sum krydd, millum annað í Gin, Vermouth og Absint. Hvonn bríkast eisini í millum annað rabarbusúlutoy, men kann eisini brúkast einsamøll.

Í millum annað rótini er ein serlig olia, í er góð til at stimulera fordoyilsina; virkar slímloysandi, móti blóðmangul, bronkittis og luft í maganum. Olian er vatndrívandi og sveittadrívandi.


Søgan

Navnið 'Angelica Archangelica', merkjur ærka-eingilin; og kemur frá Evropa har Ærka-eingulin Mikkjal vísti seg fyri munkum. Hann greiddi frá at hvonnin kundi brúkast sum heilivágur móti pestuni.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið