Eysturevropa
Eysturevropa er ikki so fjølbygt sum Vesturevropa, men eisini her er fólkatættleikin væl oman fyri heimsmiðalfólkatalið. Í Eysturevropa eru ríkini Bulgaria, Pólland, Rumenia, Moldova, Ukreina, Kekkia, Slovakia, Ungarn, Hvítarussland og ein partur av Russlandi, sum tó er eitt nógv størri ríki og røkkur langt inn í Ásia. Búskaparliga kunnu vit enn býta Evropa í tvey: Vesturevropa við nógvum ógvuliga ríkum londum, til dømis Fraklandi, Stóra Bretlandi og Týsklandi. Í Eysturevropa harafturímóti, ið var kommunistiskt til fyrst í 1990-árunum, eru londini nógv fátækari, til dømis Rumenia, Bulgaria og Ukreina. Tey stríðast við at menna búskapin, so at tey kunnu gerast kappingarfør á heimsmarknaðinum. Í 1989 syndraðust kommunistisku skipanirnar í Eysturevropa, og í 1991 gjørdi miseydnað kvettroynd, at kommunisman í Sovjetsamveldinum fekk mønustingin. Áðrenn Sovjsetsamveldið fall vóru tey lond roknaði uppí Eysturevropa, sum hoyrdu til Warszawasamgonguna, men síðan kommunisman fall, verða lond sum Russland, Hvítarussland, Ukraina og Moldova eisini roknað sum Eysturevropa. Eysturevropa hevur mark móti eystri við Uralfjøllunum og móti suðri við Kaukasusfjøllunum (Georgia og Armenia).
Veðurlagið
rættaÍ Eysturevropa er væl størri munur á veðurlagnum á vetri og sumri enn í Vesturevropa. Í Eysturevropa eru vetrarnir bítandi kaldir við kavaroksstormum og ísi á hvørjari á. Einaferð miðskeiðis í mars er veturin brádliga av, og áðrenn vika er farin, er várið komið við lýggjum veðri. Summarið kemur í mai og varar út í oktober. Um summarið skínur sólin næstan altíð frá heiðum himli, tí er har sera lýtt og turt alt summarið. Í slíkum veðurlagi eru vakstrarvánirnar góðar, og grøðin verður væl dyggari her enn í Vesturevropa, sum hevur havveðurlag. Tey fáa nógv av góðum maisi, hveiti, rugi og øðrum nyttuvøkstri úr jørðini. Tá ið veturnáttadagur í oktober er farin afturum, er summarið brádliga av, og um eina góðu viku er heystið komið við væl kaldari veðri.