Tyssismánagras
Tyssismánagras (frøðiheiti: Botrychium lunaria) er ein av okkara vanligu trøllakampum. Hann er ikki lættur at fáa eyga á, tí hann er oftast bert fáar cm til longdar, og hann finst ikki í mongd, har hann veksur. Hóast tað, er hann á flestøllum oyggjum. Trøllakampar hava ikki blómur og seta ikki fræ, men nørast við grókornum. Mánagras er trøllakampur av Ormstunguætt Ophioglossaceae og er einasta slagið í hesi ætt, sum finst í Føroyum, meðan tað í Norðanlondum finnast 8 sløg.
Mánagras hevur eitt einstakt blað, sum er býtt í tveir partar. Ovari parturin, ið ikki er grønur, er gróbærur. Hesin parturin hevur nógvar rundar grógoymslur, ið eru samlaðar í einum klasa. Hvør av hesum grógoymslum framleiða hundraðtals grókorn, ið spíra til nýggjar plantur. Niðari parturin av blaðnum er grønur og gróleysur. Hann er býttur upp í fleiri mánavaksnar partar, ið hvør fevnir inn yvir annan. Soleiðis skilir tyssismánagras seg frá hinum 15 trøllakampunum, ið vit hava í Føroyum. Tí á hinum sita grókornini í gróhópum aftanfyri á blaðnum, vardir av einum skjøldri, sum opnar seg, tá grókornini eru búgvin, so at tey kunnu spjaðast. Eisini kunnu tey sita á blaðrondini, sum er rullað inneftir, áðrenn grókornini eru búgvin.