Kvívík
Kvívík er ein bygd í Streymoy, á gomlum donskum stavað Quivig. Kvívík er ein gomul bygd, sum er nógv vaksin í nýggjari tíð. Meginparturin av fólkinum í Kvívík arbeiðir aðrastaðni enn í heimbygdini. Nógvir menn eru til fiskiskap við skipum, ið hoyra heima ymsastaðni í landinum, og nógv av heimafólkunum arbeiða í Havn. Í Kvívík eru tó tvær handverkarafyritøkur, ið hava nógv at gera, og sjálvandi er nakað av landbúnaði í bygdini eisini.
Kvívík | |
Kvivig (danskt) | |
Bygd | |
Kvívík
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Streymoya sýsla |
Oyggj | Streymoy |
Kommuna | Kvívíkar kommuna |
Íbúgvar | 381 (2015)[1] |
Postnummur | FO-340 |
Markatal | 48-00-00 mk.gl.sk. |
|
Søga
rættaÍ Kvívík eru gamlar víkingatoftir, ið hava sín uppruna í landnámstíðini í 9. ella 10. øld. Tá grivið varð út fyri einum pakkahúsi í tíðarskeiðnum millum 1870 og 1880, komu kvívíkingar fyrstu ferð fram á hesar toftir. Í 1942 fór veruligur útgrevstur fram á staðnum, við tí fyri eyga, at kanna vavið av hesum toftum og at kanna hesar víkingatoftir meiri nágreinliga, m.a. staðfesta nær tær eru reistar. Tey elstu húsini, sum standa uppi í Kvívík í dag, eru bygd í 18. øld.
Kvívík er elligomul kirkjubygd. Trúðbótin var lógarfest í Danmark í 1536, og Ólavssøkudag í 1541 vórðu fleiri upprunaligir katólskir prestar vígdir til lutherska tænastu. Ein teirra, harra Pætur Lýðarsson, var prestur í Kvívík (Lenvig, 1990). Undantikið eitt tíðarskeið í 1600 talinum, tá prestasæti var norðuri í Kjalnesi í Kollafirði, hevur prestur havt sæti í Kvívík. (Lenvig, 1990)
Prestgarðurin varð settur á verandi grund á Kirkjuteigi einaferð í tíðarskeiðinum frá 1807 til 1839. Aðrenn tað hevur helst ligið nakað sunnanfyri verandi prestagarð. Í 1852 varð prestagarðurin bygdur av nýggjum, og seinni eru ymsar minni tillagingar gjørdar (Lenvig, 1998).
Í einum kirkjusýni frá 1709 verður greitt frá einari kirkju lagað av gróti, brósta innan við viði, hevði 8 benkur hvørju megin og takt við nævur og flag. Hesar kirkjurnar er stundum nevndar bóndakirkjurnar. Júst hvar henda kirkjan hevur staðið, er óvist. Í 1723 verður kirkja bygd í núverandi gamla kirkjugarðinum, sum verður tikin niður og bygt uppafur í 1754. Munandi umvælingar verða gjørdar í 1794-97, og í 1838 verður nýggj kirkja bygd, sum rúmar øllum teimum 162 sóknarfólkunum, ið tá eru. Hesi árini er Kvívík í stórari menning, og kirkjan verður skjótt ov lítil. Núverandi kirkja, sum er lagað úr gróti, er bygd framman (norðan) fyri prestagarðin í 1903 (Lenvig, 1998)
Skúlin í Kvívík varð tikin í nýtslu í 1907. Har ganga næmingar úr Kvívík, av Stykkinum og av Skælingi. 22. august 1976 varð nýggi skúlin í Kvívík vígdur av Ejvindi Vilhelm varabispi.
Børnini á Válinum ganga í skúla í Vestmanna og børnini í Leynum ganga í skúla í heimbygdini. Í løtuni eru ongi børn í skúlaaldri á Skælingi. Frá 6. flokki fara børnini í Kvívík, á Stykkinum, í Leynum og á Skælingi í framhaldsskúla í Vestmanna. 57 næmingar ganga í bygdarskúlanum í Kvívík. Á framhaldsdeildini í Vestmanna eru 30 næmingar úr Kvívíkar kommunu.
Í bygdini er eisini eitt samkomuhús. Tað er arbeiðsmannafelagið Samvirki ið eigur og rekur bygda- og ungdómshúsið, sum eitur Glæman. Tað er karmur um felagslívið í bygdini. Í Kvívík er eisini eitt róðrarfelag.
Í 2010 varð nýggjur dagstovnur bygdur og tikin í nýtslu 16. august 2010. Har eru stovur til børn í vøggustovu, barnargarði og til frítíðarskúlabørn. Stovnurin eitur Dagstovnurin Áarlon. Stovurnar til tey smærru børnini eita Sóljan og Summardáin, barnagarðsstovurnar eita Smæran og Blákollan, Frítíðarskúlin eitur Frítíðarstovan Túgvublóman.[2]
Kendir kvívíkingar
rættaKappróður
rættaÍ Kvívík er eitt róðrarfelag, sum eitur Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag. Sum navnið sigur er tað fyri alla sóknina. Bátarnir hjá felagnum eru ljósabláir, teir hava myrkabláar stokkar og reyða rond. Felagið hevur róð kapp í trimum bátum: Junkarin, sum er eitt 5 mannafar, Kvívíksbáturin, sum er eitt 8 mannafar og Kvívíkingur, sum eisini er eitt 8 mannafar.
Myndir
rætta-
Kvívík í 2012
-
Kvívík í 2012
-
Ferðafólk hyggja at víkingatoftunum í Kvívík
-
Ein minnisvarði í Kvívík
-
Dagstovnurin Áarlon
-
Ein træbrúgv um Stórá í Kvívík
-
Kappróður (barnaróður), dreingir, á Sundalagsstevnu í Kollafirði. Junkarin hjá Kvívíkar Róðrarfelag vann róðurin.
Keldur
rætta- ↑ Hagstova.fo
- ↑ "Kvivik.fo, Dagstovnurin Áarlon". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-02-10. https://web.archive.org/web/20130210225903/http://kvivik.fo/dagstovnurin.html. Heintað 2012-07-16.
Lenvig, Rólant, 1990, Kvívíkar kirkja, eitt hefti, ið varð givið út í samband við urguvígsluna 18. november, 1990.
Lenvig, Rólant, 1998, Kvívíkar kirkja, í Kirkjunar í Føroyum, Yngru hválvkirkjurnar, Ed. J. P. Gregorisssen, s. 188-207, Forlagið í Stølpum.
Ávísingar úteftir
rætta- stamps.fo - Postsøgan í Kvívík[deyð leinkja] (kelda)
- Faroeislands.dk: Kvívík
- Folkakirkjan.fo - Kvívíkar Kirkja
- Skulin.fo - Kvívíkar skúli Archived 2005-03-24 at the Wayback Machine