Aksgrógvin bløðkuurt

Aksgrógvin bløðkuurt (frøðiheiti Bistorta vivipara) er ein planta, sum veksur víða hvar í Føroyum. Einasta plantuslag í Føroyum, ið hevur verið kannað fyri litilstal, er aksgrógvin bløðkuurt. Kanningar vístu, at henda planta er fleirlitin í Føroyum. Munur er eisini á, hvussu fleirlitin aksgrógvin bløðkuurt er ymsastaðni í Føroyum. Eysæð er, at eisini fleiri onnur sløg í Føroyum eru fleirlitin, men kanningar eru ikki gjørdar av hesum enn. Blómurnar reydligar ella hvítar, standa í aksi, 8 sáðberar. Niðast á aksinum eru reyðir ella brúnir nøringsknappar, sum detta av og spíra til nýggjar plantur. Í heiða- og graslendi uttangarðs, í skursli, bæði niðarlaga og overlaga, tó mest í erva, og ofta síggjast bert bløðini. Bl. juni til juli.


Aksgrógvin bløðkuurt.

Fleiráraplanta, 5-20 cm. Jarðleggurin bendur, bølluvaksin. Loftleggurin ógreindur, upprættur. Bløðini mjátt váknvaksin, summi stundim vákn- til eggvaksin, tey niðaru langstelkað, heldur ljósari á niðara borði, blaðrondin afturábrett.

Sí eisini rætta