Vanlig heysthagasólja ella tyrilshattur (frøðiheiti Leontodon autumnale) er 10-30 cm til støddar. Plantan hevur stuttan jarðlegg og trevjarót. Tyrilshattur er vanligasta gula kurvablóma her á landi. Hon veksur ógvuliga víða bæði í haga, bø og uppi millum fjalla. Leggurin hevur eingi bløð. Bløðini vaksa í stovni niðri við rótina. Blómuskipanin er ein kurv, gul á liti. Tyrilshattur hevur mjólkarsevju, ið hevur verið nýtt fyri kambfjaðrar. Blómar í juli til august.


Tyrilshattur (heysthagasólja)

Leggirnir stundum greindir. Bløðini stovnstødd, stakfinnut ella flipput; endaflippurin mjáur. Kurvarnar upprættar undan blómingini. Allar blómurnar hava tungukrúnu, gular. Kurvareivið gongur upp í topp. Kurvareivið meira ella minni hært. Blómustøðið uttan agnar ella flus. Frukthárini gullig á liti, lítið útbreidd, leggleys, fjaðurgreind. Tey mynda eftir blómufallið eitt dúnlætt, gulligt noða. Fleiráraplanta. Veksur í haga og bø og við vegjaðarar, men eisini uppi á hægstu fjøllum.

Sí eisini

rætta