Grámosi (frøðiheiti Racomitrium lanuginosum) hevur ikki rættiliga rótskipan og ber hvørki blómur ella fræ. Fjallagróðurin í Føroyum er fyrst og fremst grámosi. Men eisini graslíðirnar hava sum ein stóran part av gróðrinum, og koma vit uppá hægstu fjallatindar, so gerst grámosin ráðandi. Sum tilfeingi hava mosar eisini havt stóran týdning nógvastaðni. Í longri tíðarskeið gerast mýrilendi til mógv tí tað er súrt, og einki oxygen sleppur til, í tílíkum umstøðum verður lívrunnið carbon ikki niðurbrotið. Við tíðini verður samantrýsti mosin til mógv. Tá ið mógvurin verður skorin verður hann torv og torv hevur verið ein týðandi orkukelda í Føroyum og aðrastaðni við.

Grámosi.

Uppi á sjálvum tindinum kann hærdur grámosi, ið klæðir tindin, vera grundarlagið undir einum plantusamfelagi, har fjallastør, reyðvingul og ofta eisini urtapílur og aksgrógvin bløðkuurt vaksa.

Sí eisini rætta