Aðalbláberini (Vaccinium myrtillus) hoyra til lyngættina. Í Føroyum vaksa tey um alt landið á turrlendi, serliga við brattar áarbakkar ella við steinar. Smárunnar við misstøddum, fjaðuræðraðum bløðum, ið eru summargrøn, eggvaksin, smátent, tunn, ljósagrøn báðumegin. Greinarnar strentar. Blómurnar einstakar frá blaðgripunum; krúnan bøllut, krukkuvaksin; flipparnir útábrettir. Fruktin eitt ber við 4-5 frærúmum. Blóman er reyð á liti; berið blátt ella reytt, sevjumikið. Veksur í haga, homrum og gjáum.

Aðalbláber.


Sí eisini rætta