Jens Christian Svabo

Jens Christian Svabo (1746 í Miðvági - doyði 14. februar 1824 í Tórshavn) var ein føroyskur málgranskari og rithøvundur. Føddur í Jansagerði, prestagarðinum í Miðvági. Hann las fyrst hjá pápanum, ið var prestur, og fór so til Havnar at ganga í realskúla, har hann var liðugur í 1765. So fór hann til Keypmannahavnar at lesa náttúrufrøði, men prógv tók hann ongantíð. Danska rentukamarið hevur í 1770-árunum ætlan um at fáa gjølligari upplýsingar um donsku hjálondini í Norðuratlantshavi. Nicolaj Mohr byrjar hetta arbeiðið, men letur arbeiðið frá sær, og so sleppur Svabo at halda fram við uppgávuni.

Hann ger ferð til Føroya í 1781-1782 og savnar tilfar til "Indberetninger fra en Reise i Færøe". Hetta stórverkið, ið ivaleyst er hitt besta um Føroyar yvirhøvur.

Útgivið rætta

  • Dictionarium færoense - færøsk-dansk-latinsk ordbog. København: Munksgaard, 1966-70, 2 Bd. (Færoensia, Textus & investigationes, 7-8).
  • Om den færøske marsviin-fangst / J. C. Svabo. - [15] s.. - [S.l.] : [S.n.] ; [1779].
  • Føroyaferðin 1781-1782 : úrval við fororði av M.A. Jacobsen. - Tórshavn : Felagið Varðin, 1924. - 144 s.
    • Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782 / J. Chr. Svabo ; udgivet af N. Djurhuus. - Uforandret fotografisk genoptryk. - Kbh. : C.A. Reitzels Boghandel, 1976. - xxviii, [4], 497 s., 9 tlv., 1 faldibl. : myndir ; 27 cm. - (Færoensia ; 11).
  • Svabos færøske visehaandskrifter / udg. for Samfund til Udgivelse af Gammel Nordisk Litteratur ved Christian Matras. - Kbh. : Gyldendal, 1939. - lxxxv, 535 s.. - (Samfund til Udgivelse af Gammel Nordisk Litteratur ; LIX).
    • Svabos glossar til færøske visehaandskrifter / udgivet for Samfund til udgivelse af gammel nordisk litteratur ved Chr. Matras. - Kbh. : [s. n.], 1943. - 85 s.. - (Samfund til Udgivelse af Gammel Nordisk Litteratur ; 60).

Útvortis ávísing rætta