Real Madrid Club de Fútbol (ensk týðing: Royal Madrid Football Club) best kent sum Real Madrid er eitt spanskt fótbóltsfelag úr Madrid. Felagið varð stovnað í 1902 við navninum Madrid Football Club og hevur líka síðan havt hvíta litin á búnunum á heimavølli. Felagið fekk kongaliga heiti Royal í 1920 frá táverandi spanska konginum Kong Alfonso XIII, samstundis fekk felagið eisini eina kongakrúnu ovast á búmerkið. Síðan 1947 hevur Real Madrid spælt sínar heimadystir á Santiago Bernabéu Stadium, sum rúmar 85.454 fólkum. Ólíkt mongum øðrum fótbóltsfeløgum í Evropa, so eru tað limir felagsins, sum eiga og reka felagið. Real Madrid er eitt av trimum sponskum feløgum, sum ongantíð eru flutt niður úr bestu fótbóltsdeildini hjá monnum. Hini bæði liðini eru Athletic Bilbao og FC Barcelona. Real Madrid hevur fleiri rivalar, best kent er El Clasico, sum dystir millum Real Madrid og FC Barcelona verða nevndir. Real Madrid er heimsins ríkasta felag. Felagið hevur vunni 32 sponsk meistaraheitið í La Liga, 19 Copa del Rey, 9 Supercopas de España, 1 Copa Eva Duarte og 1 Copa de la Liga.[3]

Real Madrid
Fult navn Real Madrid Club de Fútbol
Kelinavn Los Blancos (Teir hvítu) Los Merengues Los Vikingos (Víkingarnir)[1]
Stutt navn RM
Stovnað 6 mars 1902; 122 ár síðan (1902-03-06)
sum Madrid Football Club
Vøllur Santiago Bernabéu Stadium
Ground Kapasitetur 81.044[2]
Forseti Florentino Pérez
Høvuðsvenjari Zinédine Zidane
Deild La Liga
2018–19 La Liga, 3.
Heimasíða Heimasíða
Núverandi leikár

Heiður rætta

1931/32, 1932/33, 1953/54, 1954/55, 1956/57, 1957/58, 1960/61, 1961/62, 1962/63, 1963/64, 1964/65, 1966/67, 1967/68, 1968/69, 1971/72, 1974/75, 1975/76, 1977/78, 1978/79, 1979/80, 1983/84, 1985/86, 1986/87, 1987/88, 1988/89, 1989/90, 1994/95, 1996/97, 2000/01, 2002/03, 2006/07, 2007/08, 2011/12, 2016/17
1955/56, 1956/57, 1957/58, 1958/59, 1959/60, 1965/66, 1997/98, 1999/00, 2001/02, 2013/14, 2015-16, 2016-17, 2017-18
1984/85, 1985/86.
2002, 2016, 2017
1960, 1998, 2002
1904/05; 1905/06; 1906/07; 1907/08; 1916/17; 1933/34; 1935/36; 1945/46; 1946/47; 1961/62; 1969/70; 1973/74; 1974/75; 1979/80; 1981/82; 1988/89; 1992/93; 2010/11; 2013/14, 2022/23;
1983, 1991, 1992, 1994, 1996, 2001, 2003, 2008, 2012, 2014, 2018
1984-85

Keldur rætta

  1. "Los vikingos arrasan Europa". Ligadecampeones.com. 23 November 1960. http://ligadecampeones.com/los-vikingos-arrasan-europa-98430/. Heintað 18 February 2013. 
  2. "Santiago Bernabéu Stadium". realmadrid.com. http://www.realmadrid.com/en/history/santiago-bernabeu-stadium. Heintað 8 July 2014. 
  3. Bleacherreport.com

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið