Zinédine Zidane

franskur fótbóltsleikari og venjari

Zinedine Yazid Zidane (Fronsk úttala: [zinedin zidan], føddur 23. juni 1972), kelinavn "Zizou", er ein franskur pensioneraður fótbóltsleikari og núverandi venjari hjá Real Madrid. Hann spældi sum áloypandi miðvallaleikari fyri Franska fótbóltslandsliðið, Cannes, Bordeaux, Juventus og Real Madrid.[3][4] Hann spældi sín seinasta landsdyst fyri Frakland hin 9. juli 2006 í HM-finaluni í Berlin móti Italia. Hann spældi 108 landsdystir fyri Frakland og skoraði 31 mál fyri franska landsliðið.

Zinedine Zidane

Zidane í 2013
Persónlig kunning
Fult navnZinedine Yazid Zidane[1][2]
Føðingardagur (1972-06-23) 23. juni 1972 (aldur 51)[1]
FøðistaðurMarseille, Frakland
Hædd1,85 m (6 ft 1 in)
PlássÁloypandi miðvallaleikari
Kunning um feløg
Núverandi felag
Real Madrid (manager)
Ungdómsyrkisleið
1982–1983US Saint-Henri
1983–1986SO Septèmes-les-Vallons
1986–1989Cannes
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
1989–1992Cannes61(6)
1992–1996Bordeaux139(28)
1996–2001Juventus151(24)
2001–2006Real Madrid155(37)
Tilsamans506(95)
Landslið
1988–1989Frakland U174(1)
1989–1990Frakland U186(0)
1990–1994Frakland U2120(3)
1994–2006Frakland108(31)
Venjari
2013–2014Real Madrid (hjálparvenjari)
2014–2016Real Madrid Castilla
2016–Real Madrid
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only.
† Dystir (Mál).

Zidane var kendur fyri sína elegansu, visión, bóltkontroll og tøkni og var í 2004 valdur at vera besti fótbóltsleikari í Evropa tey seinastu 50 árini í UEFA Golden Jubilee Poll.[5] Hann verður av mongum mettur at vera ein av størstu fótbóltsspælarum í søguni.[6][7][8]

Uppvøkstur og karriera rætta

 
La Castellane í útnyrðingspartinum av Marseille, har Zidane varð føddur.

Zinedine Yazid Zidane (Arabiskt: زين الدين زيدان اليزيد - Zin ad-Din Yazid Zidan) varð føddur hin 23. juni 1972 í La Castellane, Marseille, í Suðurfraklandi. Zidane er ættaður av algirskum kabylskum berberfólki.[9][10] Foreldur hansara, Smaïl og Malika, fluttu til Paris úr bygdini Aguemoune í berber-talandi regiónini Kabylia í norðara partinum av Algeria í 1953, áðrenn Algeriska kríggið byrjaði. Familjan, ið búsettust í tí harða norðara umhvørvinum í økinum Barbès og Saint-Denis, funnu lítið av arbeiði í regiónini, og mitt í 1960-árunum flutti familjan til norðara Marseille útkantin av La Castellane í 16. arrondissement av Marseille. Í 1972 var Zidane føddur har sum tann yngsti av fimm systkjum. Pápi hansara arbeiddi í goymlubygningum og sum náttarvørður í einum íbúðarblokki, meðan mamman var heimagangandi.[9] Familjan livdi eitt hampuliga gott lív eftir støðinum hjá grannalagnum har, ið var kent um alt Marseille fyri høgan kriminalitet og arbeiðsloysi.[10][11]

Tað var í Castellane at Zidane fyri fyrstu ferð kom at kenna til fótbólt, hann fór sum fimm ára gamal at spæla fótbólt við grannabørnunum á Place Tartane, í einum 80-ganga-12-yard garður, ið var høvuðs torgið í bústaðarblokkinum.[12] Í juli 2011 nevndi Zidane fyrrverandi Marseille leikararnar Blaž Slišković, Enzo Francescoli og Jean-Pierre Papin sum sínar fyrimyndir undir uppvøkstrinum.[13][14] Sum tíggjuára gamal fekk Zidane sítt fyrsta spæliloyvi, eftir at hann gjørdist partur av dreingjaliðnum í einum lokalum felag úr Castellane ið nevndist US Saint-Henri.[15] Eftir at hava spælt við felagnum í hálvtannað ár, fór Zidane at spæla við SO Septèmes-les-Vallons eftir at venjarin hjá Septèmes, Robert Centenero, hevði sannført formannin í felagnum um at fáa fatur á Zidane.[15] Zidane spældi við Septèmes til hann var 14 ára gamal, tá hann var valdur til at luttaka í einum 3 daga venjingarlegu á fótbóltsskúlanum CREPS (Regional Centre for Sports and Physical Education) í Aix-en-Provence, ið var ein av fótbóltsskúlunum, ið var rikin av franska fótbóltssambandinum. Tað var her, at AS Cannes fyrrverandi fótbóltsleikarin Jean Varraud fekk eyga á hann, og viðmældi hann til formannin í felagnum.[3]

Lívsleið innan fótbólt rætta

Feløg rætta

[16]

Feløg Landskappingar Steypakappingar Kontinental Tilsamans
Sesong Felag Landskapping Dystir Mál Dystir Mál Dystir Mál Dystir Mál
Frakland Landskappingin Coupe de France Europe Tilsamans
1988–89 Cannes Division 1 2 0 0 0 2 0
1989–90 0 0 0 0 0 0
1990–91 28 1 3 0 31 1
1991–92 31 5 3 0 4 0 38 5
1992–93 Bordeaux 35 10 4 1 - 39 11
1993–94 34 6 3 0 6 2 43 8
1994–95 37 6 4 1 4 1 45 8
1995–96 33 6 1 0 15 6 49 12
Italia Landskappingin Coppa Italia Evropa Tilsamans
1996–97 Juventus Serie A 29 5 2 0 10 2 41 7
1997–98 32 7 5 1 11 3 48 11
1998–99 25 2 5 0 10 0 40 2
1999–2000 32 4 3 1 6 0 41 5
2000–01 33 6 2 0 4 0 39 6
Spania Landskappingin Copa del Rey Evropa Tilsamans
2001–02 Real Madrid La Liga 31 7 9 2 9 3 49 12
2002–03 33 9 1 0 14 3 48 12
2003–04 33 6 7 1 10 3 50 10
2004–05 29 6 1 0 10 0 40 6
2005–06 29 9 5 0 4 0 38 9
Land Frakland 200 34 18 2 29 9 247 45
Italia 151 24 17 2 41 5 209 31
Spania 155 37 23 3 47 9 225 49
Tilsamans 506 95 58 7 117 23 681 125

Keldur rætta

  1. 1.0 1.1 "Zinedine Zidane Profile". ESPN. http://soccernet.espn.go.com/world-cup/player/bio/_/id/11066/zinedine-zidane%26cc%3D4716?ver=global. Heintað 2015-12-16. 
  2. "Zinedine Zidane biography". Biography.com. http://www.biography.com/people/zinedine-zidane-9541232. Heintað 28 May 2013. 
  3. 3.0 3.1 "French heir who became king" FIFA.com Retrieved 17 November 2013
  4. "Zinedine Zidane set to become Real Madrid director of football". The Guardian (London). 14 June 2012. http://www.guardian.co.uk/football/2011/jul/07/zinedine-zidane-real-madrid. 
  5. "Zidane voted Europe's best ever" The Guardian. Retrieved 17 November 2013
  6. "Zidane's lasting legacy". BBC. Retrieved 20 April 2013
    "Zidane is greatest football player" Archived 2013-09-21 at the Wayback Machine. ESPN. Retrieved 20 April 2013
    "Brazil 0 France 1: Zidane regains mastery to tame Brazil" The Independent. Retrieved 17 November 2013
  7. "Brazil's Fans Lament Demise of the Beautiful Game". New York Times. Retrieved 17 November 2013
  8. "Defending champion bounces back from World Cup flop to try again". Sports Illustrated. Retrieved 17 November 2013
  9. 9.0 9.1 "ZZ top". The Guardian. 4 April 2004. http://www.theguardian.com/football/2004/apr/04/sport.features. 
  10. 10.0 10.1 "Why France still loves Zidane". London: The Independent. 11 July 2006. http://www.independent.co.uk/sport/football/news-and-comment/john-lichfield-why-france-still-loves-zidane-407511.html. 
  11. "Soccer: Zidane, the political footballer". Independent. The New Zealand Herald. 8 July 2000. http://www.nzherald.co.nz/sport/news/article.cfm?c_id=4&objectid=143329. Heintað 5 June 2014. 
  12. In the footsteps Of Zidane, The Independent (uk)
  13. "Zidane: Slišković mi je bio idol, uživao sam gledati ga - Klix.ba". Sarajevo-x.com. http://www.sarajevo-x.com/sport/nogomet/clanak/110702058. Heintað 23 May 2012. 
  14. "Zinedine Zidane: Kad porastem želim biti Baka Slišković!". Scsport.ba. http://scsport.ba/v2/tekst.php?ID=21674. Heintað 23 May 2012. 
  15. 15.0 15.1 Clemente A. Lisi (2011). "A History of the World Cup: 1930-2010". p. 349. Scarecrow Press
  16. "Zinedine Zidane". Footballdatabase.eu. http://www.footballdatabase.eu/football.joueurs.zinedine.zidane.12.en.html. Heintað 8 November 2011. 

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið