Serie A
Serie A, eisini nevnt Serie A TIM av sponsor ávum vegna Telecom Italia, er meistaradeildin í italskum fótbólti hjá monnum. Deildin varð stovnað í 1929/30. Seria A er ein av bestu fótbóltsdeildum í heiminum.
Tal av feløgum í deildini
rætta- 18 feløg = 1929–1934
- 16 feløg = 1934–1942
- 18 feløg = 1942–1946
- 20 feløg = 1946–1947
- 21 feløg = 1947–1948
- 20 feløg = 1948–1952
- 18 feløg = 1952–1967
- 16 feløg = 1967–1988
- 18 feløg = 1988–2004
- 20 feløg = 2004–nú
Serie A limir í 2016–17
rættaMeistarar
rættaVið feitum merkir, at feløgini í løtuni spæla í bestu fótbóltsdeildini.
- Ein dekoratión var givin til Spezia í 2002 av FIGC fyri 1944 krígstíðar meistaraheitið. Italska fótbóltssambandið hevur tó avgjørt, at man ikki kann telja tað við sum scudetto.
- 1926–27 meistaraheitið var upprunaliga vunnið av Torino, men var síðan tikið frá teimum aftur orsakað av Allemandi skandaluna um avtalað spæl í samband við dyst.
- 2004–05 meistaraheitið var upprunaliga vunnið av Juventus, men var síðan tikið frá teimum aftur orsakað av italsku Calciopoli fótbóltsgøluni í 2006.
- 2005–06 scudetto var fyribils sub iudice, áðrenn meistaraheitið var givið til Internazionale, orsakað av straffinum til Juventus og Milan.[1]
Keldur
rætta- ↑ Serie A Roll of Honour Archived 2018-06-08 at the Wayback Machine, Almenna Serie A heimasíðan