Trygvi Samuelsen ( f. 16. september 1907 í Fuglafirði d. 19. februar 1985) var føroyskur politikari fyri Sambandsflokkin og sakførari.

Trygvi Samuelsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 16. sep 1907 í/á Fuglafjørður
Andaðist 19. feb 1985 í/á Tórshavn
Alma mater Københavns Universitet
Starv advokatur, politikari
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin
Foreldur faðir Andrass Samuelsen
Dátuheiti

Trygvi Samuelsen var løgtingslimur fyri Sambandsflokkin í 1943-1946 og 1949-1974, valdur í Suðurstreymoyar valdømi, og sat hann í Tórshavnar Býráð 1936-1964. Árini 1970-1974 var hann formaður fyri Sambandsflokkin. Hann var útbúgvin sum løgfrøðingur (cand.jur.), og var sakførari. Hann er sonur Andrass Samuelsen, løgmann 1948-1950 og pápabeiggi Lisbeth L. Petersen, sum var løgtingskvinna 1990 til 2008.

Keldur rætta