Portrið til heimin
Portrið til heimin, er eitt listaverk í Fuglafirði, sum er latið av danska listabólkinum 7*9*13, á Varmakeldu í 2004.
Listaverkið er ein røð av fimm standmyndum, sum eru staðsettar á grótkastinum uttanfyri bátahylin í Fuglafirði. Tær hava íblástur úr vegamótinum millum náttúru og menniskja, sum kemur til sjóndar á ymiskan hátt, alt eftir hvørjari standmynd hugt verður at.
Í listaverkinum síggjast trýggir marmennlar, sum eru skapaðir við íblástri úr tulkingini av marmennlinum hjá William Heinesen, sum hann avmyndar hann í sínum pappírsklippi.
7*9*13
rættaListabólkurin 7*9*13 er stovnaður í 1999, og stendur av listafólkunum Vif Dissing, Emilie Hess, Mona Espenhain Nielsen, Anette Arleth og Michael Arleth, sum øll búgva í Horbelev í Danmark. Navnið á listabólkinum kemst av, at øll listafólkini í bólkinum fluttu á sama veg, í hús nummar 7, 9 og 13[1]. Listabólkurin hevur áður arbeitt við evnum, sum snúgva seg um pátrúgv.
7-9-13 er ein gandaramsa, sum hevur verið partur av norðurlendskari fólkatrúgv ella pátrúgv, sum tó fyrstuferð er niðurskrivað í 1913[2]. Gandaramsan hevur verið søgd í endanum á einum setningi, fyri at fyribyrgja, at eydnan í hesum sambandi skal venda. Í dag er útsøgnin "banka uppundir borðið" betri kend, sum verður nýtt á sama hátt sum 7-9-13. Øll trý tølini í ramsuni hava sterkan súmbolskan týdning, har 7 er eydnutal, 9 er kent út ævintýrum og kristnum súmbolikki og 13 bæði er eydnutal og óeydnutal[2].
Keldur
rætta- ↑ "Kunstgruppen 7*9*13 - en præsentation". Galleri Arleth. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2021-01-26. https://web.archive.org/web/20210126183433/https://arleth.dk/7-9-13.html. Heintað 28-01-2021.
- ↑ 2.0 2.1 Hoffmann, Thomas (30-09-2012). "Hvor stammer 7-9-13 fra?". Videnskab.dk. https://videnskab.dk/sporg-videnskaben/hvor-stammer-7-9-13-fra. Heintað 28-01-2021.