JT electric er ein føroysk fyritøka, ið varð stovnað í 1972 av Jóannesi Thomsen. Fyritøkan hevur heimstað á Kambsdali og framleiðir og uppfinnur útgerð og tøkni til alivinnuna og fiskivinnuna í Føroyum og til alheimsmarknaðin, eitt nú trolkamera, undirsjóvarljós og fóðurskipan. Í 2014 fekk fyritøkan eina heiðursløn í Íslandi fyri at menna eitt trolkamera, sum kann nýtast í harða umhvørvinum runt um Føroyar, Ísland og Grønland.[1] Í juni 2002 flutti fyritøkan í nýggj og størri høli, sum gjørdu tað gjørligt at økja um framleiðsluna.[2] Stjóri í fyritøkuni er Rói Kalsø. Umleið 20 fólk starvast hjá JT electric.

Keldur rætta

  1. kvf.fo - Trolkamera vann 1. virðisløn á messu i Íslandi
  2. "jt.fo - Company profile". http://www.jt.fo/00410/00536/. Heintað 2014-09-30. 

Slóðir rætta