Fuglafjarðar Ellisakfør

Fuglafjarðar Ellisakfør er ein lokalur áhugafelagsskapur fyri ellisakfør í Fuglafirði.

Felagið rætta

Felagið varð stovnað tann 11. februar 2012[1], og kom at húsast í bygninginum, har Føroya Timburhandil og Borg helt til ár frammanundan, beint niðanfyri Piddashandil.

Fuglafjarðar Ellisakfør var saman við Føroya Ellisakfør teir einastu áhugafelagsskapirnir fyri ellisakfør í Føroyum, sum merkti, at Fuglafjarðar Ellisakfør var einasta lokalfelag í landinum av sínum slag. Tann 8. decembur 2019 varð áhugafelagsskapurin Norðoyar Ellisakfør sett á stovn, sum merkir, at har í dag finnast tveir lokalir og ein landsfevnandi felagsskapir.

Limir í Fuglafjarðar Ellisakførum hava møguleika at tekna seg til at brúka hølir felagsins til at goyma bilar í, treytað av, at hesir eru búgvandi í Fuglafjarðar Kommunu og at pláss er fyri bilunum.

Felagið hevur tann gamla kommunala brandbilin í varðveitslu, sum stendur í hølum felagsins.

Ellisakfør rætta

Bilar rætta

  • Ford Escort Cosworth RS (1993). Eigari, Pól Jákup Larsen.
  • Ford Sierra (1985). Eigari, Pól Jákup Larsen.
  • Ford Taunus (1971). Eigari, Jákup Frants Larsen.
  • Jaguar xj6 (1978), Jákup Frans Larsen.
  • Jaguar XJS12 (????). Eigari, Hans Futtrup.
  • Mercedes SL, W107 (1976). Eigari, Erling Larsen.
  • Toyota Crown (1971) Eigari, Petur við Gjónna.
  • Toyota Crown (1971). Eigari, Samuel Jørmundsson.
  • Toyota Crown (1976). Eigari, Niels Pauli Toftegaard.
  • Toyota Landcruiser (1973). Eigari, Fuglafjarðar Sløkkilið.
  • Triumph Spitfire (1969). Eigari, Jákup Frants Larsen.
  • Volkswagen Golf Mk1 Cabriolet (1983). Eigari, Dagmar Beder.
  • Volkswagen Golf G60 (1990). Eigari, Torkil Beder Thomsen.
  • Volkswagen T3 Caravella Syncro (1990). Eigari, Dávur Beder.
  • Volkswagen T3 Westfalia (????). Eigari, Hans Futtrup.
  • Volkswagen T4 California (1993). Eigari, Samuel Jørmundsson.
  • Volkswagen 1303 (1973). Eigari, Johan Beder.
  • Volvo Amazon B18 (1967). Eigari, Marjun Larsen.
  • Volvo 164 (1970). Eigari, Sonni á Horni.
  • Volvo 740 Turbo (1986). Eigari, Sonni á Horni

Prutl rætta

  • Kreidler Florett (1975). Eigari, Haldur Nielsen.
  • Kreidler Florett RMC (1977). Eigari, Johan Beder.
  • Puch Maxi (????). Eigari, Jackie Zachhau.
  • Puch R50 (1971). Eigari, Johan Beder.
  • SCO (1965). Eigari, Petur Martin Petersen. Knallertin hevur lægsta nummar av nækrari nummarplátu í Føroyum, FØ 6.
  • Yamaha FS1 k1 (1994). Rógvi Beder

Motorsúkklur rætta

  • Java (194x). Eigari, Hans Futtrup.
  • Java (198X). Eigari, Hans David Joensen.
  • Nimbus (1937). Eigari, Atli Larsen.
  • Triumph (1953). Eigari, Hans Futtrup.
  • Yamaha (????). Andreas Reinert Zachhau.
  • Yamaha XS 750 (1979). Eigari, Dávur Beder.

Traðkisúkklur rætta

  • 4 traðkisúkklur frá 1930 - 1970

Slóðir úteftir rætta

Keldutilfar rætta

  1. Viðtøkur felagsins (2011). Fuglafjarðar ellisakfør