Advent
Adventstíðin er fyrireiking til jólini. Hetta orðið verður brúkt til hendan partin í kirkjuárinum, tí vit hugsa um Jesu komu. Adventssunnudagur er nýggjársdagur í kirkjuárinum, og adventstíðin fatar um fýra teir seinastu sunnudagarnar fyri jól. Teir tekstir, sum verða lisnir úr Bíbliuni í gudstænastuni í adventstíðini, siga frá Guds lyftum um ein frelsara, frá fyrijáttanini í Gamla Testamenti og um at vera til reiðar at møta frelsaranum.
Orðafrágreiðing
rættaOrðið er komið úr latíni í flestøll mál her um vegir; tað er stytting av adventus domini "koma Harrans", av fyrisetingini ad "at, til" og sagnorðinum venire "koma". Norrøna navnið á hesi fyrireikingartíð til jólini var "jólafasta" (jólaføst). Tá hevði fólk - sum føroyingar eisini til fyri stuttum - bindindi at bíða við jólahaldinum, til jólini komu.
Orðið advent (eisini stavsett "atvent") hevur verið lagað at føroyskum framburðarreglum soleiðis, at sagt hevur verið annaðhvørt [advent] við stuttum a-ljóði sum eitt nú í orðinum alv ella [ead-/eatvent] við tvíljóðandi a sum í orðinum at. At siga [a:dvent] við longum óføroyskum [a:], sum nú hoyrist av øðrumhvørjum munni í útvarpi og sjónvarpi, er nýtt og man vera nýkomið úr donskum.