Faðir vár
(Ávíst frá Faðirvár)
Faðir vár er ein kristin bøn sum er at finna í Mattheusevangeliinum, kapittul 6, ørindi 9-13. Milliónir av menniskjum á allari jørðini kenna bønina, sum nógv nevna faðirvár. Orðið verður brúkt um víðagitnu bønina, sum Jesus sjálvur brúkti til fyrimynd fyri bønir til Gud.
Átrúnaður | |
Jødadómur - Islam | |
Kristindómur
Hendan grein er ein partur av røðini Kristindómur | |
Skriftir | |
Bíblian · GT · NT | |
Greinir um trúgv | |
Tríeinigheitin | |
Merkisdagar | |
Kirkjuárið | |
Lívsringur | |
Bønir | |
Kirkjulív | |
Gerandislív | |
Nýggja testamentið | |
Miðøld | |
Trúbótin | |
Jan Hus · Martin Luther | |
Fólkakirkju leiðir | |
Leiðir | |
Í innganginum til hesa fyrimyndarbønina segði Jesus við áhoyrarar sínar: "Tí skulu tit biðja soleiðis:"[1][2]
- Faðir vár, Tú, sum ert í Himli.
- Heilagt verði navn Títt.
- Komi ríki Títt.
- Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørð.
- Gev okkum í dag okkara dagliga breyð.
- Og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda.
- Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá tí illa.
- Tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir.
- Amen
Sí eisini
rætta- Feâjir vaar (Faðir vár í týðing Schrøters)
Ávísingar úteftir
rættaKeldur
rætta- ↑ Evangeliið eftir Matteus, kapittul 6, ørindi 9, biblian.fo
- ↑ Evangeliið eftir Matteus, kapittul 6, ørindi 9, bibelselskabet.dk