Jødadómurin varð til um 2000 f.Kr., tá ið hebrear settu seg niður í tí, sum nú mest er Ísrael. Jødadómurin er upprunin at hinum báðum átrúnaðunum, ið bara hava ein gud, kristindóminum og islam. Eingin ávísur maður verður sagdur at hava stovnað jødadómin, men Ábraham var fyrsti oddamaðurin.

Dávidsstjørnan.
Á høgtíðini hanukka kveikja jødar ljós í staka, nevndur menora.

Jødar vænta, at sendiboð Guds, Messias, skal koma og bøta um lívkorini í heiminum. Messias skal endurstovna gamla kongsríki jøda. Ríkið fór til grundar í 6. øld f.Kr. Halga bók teirra er jødiska Bíblian - Gamla Testamentið, og týdningarmest er Toran - tær fyrstu fimm Mósebøkurnar. Eftir jødajagstranirnar í Evropa, stovnaðu jødarnir sítt egna ríki Ísrael í 1948, men enn búgva nógv flestu jødar víða um í heiminum.

Átrúnaðarligur leiðari eitur rabbinari. Hann lærir jødar lógirnar og leggur tær út. Rabbinarar granska og lesa tvær halgibøkur, Talmud og Tora, sum eru skrivaður á bókarullur. Í Talmud stendur, hvussu jødar eiga at liva, og hvussu lógirnar eru at skilja. Retttrúgvandi jødar (ortodoksir) liva eftir skriftunum og halda tey mongu boðini til lítar. Boðini eru m.a. um mat og klædnabúna, til dømis er ikki loyvt at eta skeljadýr ella svínakjøt. Jødar, ið ikki eru "rætttrúgvandi", halda ikki boðini so strangliga.

Jødar halda gudstænastu í sýnagoguni.

Jødatekn

rætta

Teknið hjá jødum er sekshyrnta dávidsstjørnan.

Í øldir, í ringum og góðum tíðum, hevur frásøgnin um makkabearar víst jødum, at einki yvirvald megnar at týna tey, sum stríðast fyri síni trúgv og at liva, sum tey sjálv vilja. Menorain er til minnis um hetta stríð og sigurin.

Halgidagar

rætta
  • Hanukka: Ljósanna høgtíð, átta dagar á vetri. Tá ið makkabearaherurin tók Jerúsalem, sóu teir, at templið var illa farið og vanært. Á altarinum stóð standmynd av grikskum gudi. Judas Makkabeus vígdi hátíðarliga templið av nýggjum til Gud jødanna, meðan hann tendraði ljós á einum menora, sum er sjeygreindur ljósastaki. Hann gav boð um, at jødar sama dag á hvønn ári skuldu hátíðarhalda vígsluna, halda høgtíð, nevnd "hanukka". Í átta dagar, skuldu teir brenna ljós, eitt ljós fyri hvønn dag, og syngja Harranum tøkk og lov.
  • Sabbat: Hvílidagur hjá jødum frá fríggjakvøldi til leygarkvøld.
  • Purim: Høgtíð, tíðliga um várið.
  • Pezach: Páskir, átta dagar á vári.
  • Sukkoth: Leyvskálahøgtíð, níggju dagar á heysti til minnis um ferðina í oyðimørkini úr Egyptalandi.
  • Rosh Hashanah: Nýggjárshøgtíð, tíðliga um heystið.
  • Shavour: Búnaðarhøgtíð um várið.
  • Jom Kippur: Iðranardagur, tíggjundi dagur í nýggja árinum. Mesta høgtíð, fastað verður í 24 tímar.
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið