Tora

(Ávíst frá Toran)

Tora (hebráiskt: תּוֹרָה‎‎) er týdningarmesta bókin hjá jødum. Fyrstu fimm bøkurnar í hebráisku Bíbliuni eita Tora. Í henni eru lógir jødadómsins og elsta søga jøda - Mósubøkurnar. Aðrastaðni í Bíbliuni eru profetaorðini. Ofta er hon í rullum úr pergamenti, teksturin er skrivaður við "tuschi". Torarullurnar verða bornar fram fyri guðstænastuna og verða síðan goymdar í skápi.

ReadingOfTheTorah.jpg

Halgiskriftir jøda eru á aramáiskum ella hebráiskum máli.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið