Doyptur Óli Egilstrøð Øster, Øster er strikað 1. apríl 1938. Borin í heim á Eiði[1] 13. januar 1916 og andaðist á Landssjúkrahúsinum 30. oktober 1999. Óli er sonur Oliver Øster av Tvøroyri, ið kom til Eiðis í handilin hjá Mortensen. Oliver Øster giftist við Caroline Amalie Kruse, ið var systir Niels Kruse, listamann. Niels hevur málað síðani hann var heilt ungur og undir fyrra veraldarbardaga kom amerikanska listakvinnan Elizabeth Taylor at búgva á kvistinum hjá Oliver og Caroline Amalie Øster og hevði eisini sína ávirkan á áhugan fyri list í heiminum, ið Óli vaks upp í.

Óli Egilstrøð
Óli Egilstrøð
Fødd(ur) Óli Egilstrøð Øster
(1916-01-13)januar 13, 1916
Eiði, Faroe Islands
Andaðist oktober 30, 1999(1999-10-30)
Tórshavn, Faroe Islands
Hvíldarstaður
Eiði, Faroe Islands
Starv
  • keypmaður
  • listamaður
Virkin ár 1973–1999
Hjúnafelagi(ar) Elisabeth Maria Sofía (Bettemi) Egilstrøð (g. 1949)
Børn 7

Tað var Niels Kruse, listamaður, ið legði Óla lag á at mála[2]. Í Dimmalætting skrivaði Grækaris Djurhuus Magnussen[3] :

Niels Kruse er serliga kendur fyri altartalvur, sum hann málaði í Gjáar kirkju og Selatraðar kirkju. Men Niels fekst eisini við at mála vanligar málningar. Serliga var tað náttúran, ið hugtók Niels Kruse. Onkur vil vera við, at Kruse er at hóma í onkrum av myndunum hjá Óla.
Óli var mangan inni á gólvinum hjá mammubeiggjanum, og hesin útvegaði Óla útgerð at mála við. Niels Kruse legði honum eisini lag á við litsamanseting. – Eg minnist hann segði mær, at eg skuldi brúka eins nógva hvíta máling, sum av øllum hinum tilsamans, men endiliga onki svart. Svart kundi eg fáa burtur úr øðrum litum, minnist Óli. Nú byrjaði hann so at mála av álvara, og Niels Kruse plagdi at støkka inn á gólvið at ummæla málningarnar. Óli var um hetta mundið um 12-14 ára aldur.

Egilstrøð navnið er úr Eystrum í Porkeri, har Øster slektin er. Óli var sum einasti av brøðrunum Óli, Jænus og Helgi doyptur Egilstrøð sum millumnavn, við tí fyri eyga, at Øster skuldi strikast sum vaksin. Óli yvirtók handilin eftir faðir sín Oliver Øster, sum yvirtók Mortensens handilin á Eiði og handilin er á Eiði enn. Í 1973 fór Óli veruliga at mála og hava egnar framsýningar við sínum málningum. Óli hevur málað og tekna frá hann var heilt ungur. Tá hann yvirtók handilin var ikki nógv tíð til listarliga arbeiði, men Óli hevur verið virkin øll árini frá hann var barn og hevur selt málningar til ymisk hátíðarhald, sum bryllup, silvurbryllup, rundar føðingardagar v.m., eins og luttikið við málningum til felags framsýningar í Tórshavn. Ikki fyrr enn í 1974 hevði hann sínar fyrstu framsýningar og fór at nýta mestu orku sína uppá at mála.

Áhugan at savna ymiskt um bygdina fekk Óli, tá fólk fra [Føroya Fornminnissavn | Føroya Fornminnissavni] í sjeytiárunum vóru á Eiði og savnaðu húsanøvn og staðarnøvn á Eiði. Verfaðir Óla, Edvard Joensen í Skorðini, ið kendi flesu húsa- og staðarnøvnini, kom at hjálpa til við hesum arbeiði. Óli helt so fram at savna tilfar og festa á blað. Ætlanin var ikki, at tað skuldi verða ein bygdasøga, men Óli kendi tað sum sína skyldu at festa á blað tað, sum sær var greitt frá um bygdina, staðanøvn og fólkið, ið búleikaðist á Eiði. Í 2004, eftir at Óli var deyður kom bókin Úr Eiðis søgu, eftir Óla Egilstrøð.

Myndaevnini

rætta

Motivini er nátturan og fólkalív í gomlum døgum[3].

Ávísingar úteftir

rætta
  1. Elizabeth Taylor (Mistele): The Far Islands and Other Cold Places pp 283-284 "For in that night of fear, Amalya's little son Oli was born"
  2. William Heinesen í Timin 1944-05-25: "Óli Egilstrøð, systersonur og næmingur Krusa"
  3. 3.0 3.1 Grækaris Djurhuus Magnussen í Dimmalætting 1996-01-13