Mentanarvikan á Eiði, sum verður hildin í vikuni, tá skúlarnir hava heystfrítíð - í fyrru helvt av oktober Heystfagnaður var hildin fyrstu ferð í 2014. Hetta er ein lokal mentanarvika, har dentur verður lagdur á tað, sum jarðarbrúk gevur av sær. Serliga leygardagurin er stóri heystfagnaðardagurin, tá alskyns tiltøk og kappingar eru í umhvørvinum við gomlu neystini niðri á Hamri. Á skránni er m.a. kappingar um at vinda hespu, at hava størsta eplið, at halda eplasekki, og ikki minst flettikappingin at finna Føroya besta flettara. Í flettikappingini verður bæði kappast um at fletta skjótt, men reinføri og dygd telja eisini við. Umframt hetta eru listaframsýningar og søluframsýningar í ymsum húsum nærhendis - í gomlu bygdini. Kvøldini frammanundan eru vanliga fyrilestrar ella onnur mentanartiltøk í mentanarhøllini Kolshøll, sum er partur av skúlanum.