Ein mentanarvika er ein vika við alskyns mentanarligum tiltøkum, sum ein bygd ella kommuna kann skipa fyri. Í eini mentanarviku eru vanliga fyrilestrar, listaframsýningar, konsertir o.a. á skránni. Dømi um mentanarviku er torradagarnir í Klaksvík ella heystfagnaður á Eiði.