Tjørnuvík
Tjørnuvík (danskt: Tjørnevig) er ein bygd í Streymoy. Útgrevstrar hava prógvað, at Tjørnuvík telist millum elstu bygdirnar í landinum. Her eru funnar leivdir frá víkingatíð og eins og í fleiri av elstu búsetingunum í landinum sæst, at tað ikki var so umráðandi, at talan var um kyrrupláss. Heldur var umráðandi, at lendisviðurskiftini vóru góð til velting og at ein góð matará rann framvið.
Tjørnuvík | |
Tjørnevig (danskt) | |
Bygd | |
Tjørnuvík
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Streymoya sýsla |
Oyggj | Streymoy |
Kommuna | Sunda kommuna |
Íbúgvar | 54 (2015)[1] |
Postnummur | FO-445 |
Markatal | 24-00-00 |
|
Markatalið í Tjørnuvík er 24, býtt í tríggjar hagapartar: Norðan Kamb (12 merkur), Heiman Kamb (8 merkur) og Fyri Sunnan (4 merkur).
Norðanfyri er Tjørnuvíksstakkur, har tjørnuvíkingar hava seyð gangandi. Nakrir ferðir á hvørjum sumri verður skipað fyri ferð við tráðbananum út á Stakkin. Eisini Sjeyndir, sum er norðasta víkin á Streymoynni, eru eina útferð verdar.
Tjørnuvík hoyrir til mest vitjaðu ferðamálini í landinum. Bygdin og landslagið kring hana er serliga vakurt við útsýni út í Flógvan og til Risan og Kellingina. Í summarhálvuni er tískil vanliga nógv ferðafólk í bygdini.
Í Tjørnuvík finst bygdahús, sum er karmur um felagstiltøkini í bygdini.
Fólkatalið í bygdini hevur havt ilt við at halda tørn við menningina í landinum sum heild, men tað er tó støðugt – um tey sjeyti. Skúli er í Tjørnuvík við 6 næmingum.
Upprunaliga er Tjørnuvík gomul kirkjubygd, bæði hjá Haldórsvík og Saksun, men stutt eftir at kirkjan í Haldórsvík var bygd í 1856, var kirkjan í Tjørnuvík tikin niður og ein partur av henni fluttur til Saksunar. Helst var orsøkin, at Haldórsvík stóð í vøksti um hetta mundið. Útróðurin vant uppá seg, og her vóru umstøðurnar betri í Haldórsvík. Ikki fyrr enn í 1937 varð kirkjugongd hildin aftur í Tjørnuvík.
Tjørnuvík var trettandabygd.
Eplavelting
rættaÍ 1797 býttu tjørnuvíkingar sandin millum sín at velta epli og røtur í. Garðar vórðu laðaðir millum stykkini, og bæði veltur og garðar síggjast enn.
Keldur
rætta- Eplaveltur í Tjørnuvík. Í: Mondul nr. 1/1983.