Rømerstigin er ein gamal hitastigi, nevndur eftir danska stjørnufrøðinginum Ole Christensen Rømer, sum kom við honum í 1701. Rømer ætlaði at seta frystipunktið á saltlaka til 0 stig. Tá hann so setti kókipunktið á vatni (við trýstið 1 atm.) til 60 stig, bleiv frystipunktið á reinum vatni umleið 7,5 stig. Hann defineraði so stigan soleiðis, at vatn frystir við eksakt 7,5 stig og vatn kókar við 60 stig (tá trýstið er 1 atm.) Munurin millum kókipunkt og frystipunkt á vatni er altso 52,5 stig á rømerstiganum, meðan munurin sum kunnugt er 100 stig á celsiusstiganum. Og tá  100/52,5 = 40/21, er umrokningin millum celsiusstigan og rømerstigan altso:


T = 21/40 TC + 7,5   og   TC = 40/21 T14 2/7.


Í dag kann tað tykjast løgið at velja ein stiga við 60 trinum, men Rømer brúkti sama talið, sum tað eru bogaminuttir í einum bogastigi.[1]

Alisfrøðingurin Daniel Gabriel Fahrenheit vitjaði Rømer í 1708 og fór at arbeiða víðari við hitastiganum, til hann gjørdi sín egna stiga, fahrenheitstigan.[2]

Umrokning

rætta
      Umrokning             Frá Rømer til       Til Rømer frá
      Kelvin       TK = 40/21 T + 258 121/140             T = 21/40 TK135 723/800      
      Celsius       TC = 40/21 T14 2/7       T = 21/40 TC + 7,5
      Fahrenheit       TF = 24/7 T + 6 2/7       T = 7/24 TF1 5/6
      Rankine       TRa = 24/7 T + 465 669/700       T = 7/24 TRa135 723/800
      Réaumur       TRe = 32/21 T11 3/7       T = 21/32 TRe + 7,5
      Newton       TN = 22/35 T4 5/7       T = 35/22 TN + 7,5
      Delisle       TD = − 20/7 T + 171 3/7             T = − 7/20 TD + 60

Referansur

rætta
  1. "Rundetaarn: Termometri". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-04-02. https://web.archive.org/web/20160402020816/http://rundetaarn.dk/dansk/observatorium/term.htm. Heintað 2015-06-24. 
  2. "Rundetaarn: The thermometers of Ole Rømer". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-09-10. https://web.archive.org/web/20120910171658/http://www.rundetaarn.dk/engelsk/observatorium/tempeng.htm. Heintað 2015-06-24. 
Hitastigar
Celsius Fahrenheit Kelvin
  Delisle     Newton     Rankine     Réaumur     Rømer  
Hitastigar